Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. juli 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 11 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 130 - 11. juli 2000 Nr. 130 - 11. juli 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart JAN MÜLLER Í dag fer Oljumálastýrið undir eina røð av samrøðum við oljufeløgini, sum hava søkt um loyvi at leita eftir olju og gassi við Føroyar. Fyrsta oljusamtakið, ið skal á fund við Oljumálastýrið í dag, er Texaco-bólkurin, sum kemur til Føroyar við umleið 10 fólkum, harímill- um fleiri av teimum mest framstandandi fólkunum, sum hava við leiting eftir olju í Europa at gera. Síðani koma øll hini feløgini. Sosialurin hevur skilt, at tað í ferðalagnum hjá Parner- ship-bólkinum, har før- oyska oljufelagið Atlants Kolvetni er við, eru ikki færri enn 18 fólk. Eisini her er talan um fleiri av odda- fólkunum innan altjóða leiting. Eftir øllum at døma meta oljufeløgini komandi fundirnar við føroyskar myndugleikar sum ein seinasta royndin hjá teimum at tala sína søk. Herálvur Joensen, stjóri í Oljumálastýrinum, sigur við Sosialin, at teir við hesum samrøðum vilja hava greiði á øllum, sum viðvík- ur umsóknunum. Sum t.d. at presisera ella fáa greiðu á viðurskiftum, sum møgu- liga kunnu vera ógreið. Eisini fara fólk frá Olju- málastýrinum at gjøgnum- ganga alt tilfarið og økini, sum søkt hevur verið um. Eitt mál, sum eisini vil vera frammi á fundunum, er tann føroyski parturin av um- sóknunum, tvs. hvussu nógv oljufeløgini vilja draga føroyska samfelagið uppí leitingina. Fundir vara í 9 dagar og enda 20. juli. Teir eru soleiðis skipaðir, at fyrra- part verða framløgur og gjøgnumgongd og fara fólk frá Oljumálastýri, Heilsu- frøðiligu Starvsstovu og onnur at lurta eftir feløg- unum, hvat viðvíkur jarð- frøðiliga arbeiðinum, før- oysku luttøkuni, trygd og umhvørvi. Seinnapart verða serstakliga trygd og um- hvørvismál viðgjørd meira nágreiniliga. Stórur dentur verður lagdur á henda partin frá føroyskari síðu eitt nú, hvussu feløgini vilja tryggja seg í sambandi við um- hvørvi, hvørjar skipanir tey hava osfr. Føroyskir mynd- ugleikar leggja alstóran dent á, at feløgini, sum hava søkt og skulu fáa loyvi, eru dugnalig á nettupp um- hvørvisøkinum. Á seinnapartsfundunum fer Oljumálastýrið eisini at koma við ábendingum um, hvussu tað sær út fyri tey ymsu feløgini. Her verður tó ikki talan um nakað endaligt. Uppá fyrispurning um feløgini á hesum fundum fáa at vita, hvørji øki tey fáa tillutað sigur Herálvur Joen- sen, at tað fáa tey í august ella september. Sosialurin skilur, at fel- øgini fáa at vita, at tingini ikki altíð ganga heilt upp, soleiðis at feløgini fáa alt tað tey hava biðið um. Øll feløgini fara neyvan at fáa øll tingini samansett soleið- is sum tey høvdu ímyndað sær. Ein kann ímynda sær nógvar ymiskar møguleikar í hesum puslispælinum, har t.d. okkurt felag bara fær ein part av tí teiginum tað hevur ynskt sær osfr. Vilja kanna mest møguligt Høvuðsuppgávan hjá Olju- málastýrinum er at fáa ta optimalu leitingina tvs. at oljufeløg fáa kannað øll tey prospekt, sum verða hildin at goyma møguleikar. Her- álvur Joensen heldur, at sera nógv av tí, sum føroysku jarðfrøðingarnir hava á sín- um ynskilista verður gingið á møti í hesi útbjóðingini. Fleiri av umsøkjarunum siga seg verða førar fyri at bora í 2001. Tað er tó ikki eitt krav frá føroysku mynd- ugleikunum, at feløgini skulu bora í næsta ár. -Vit meta feløgini út frá teirra jarðfrøðiligu metingum og teirra boriprogrammi og hvat tey vilja gera fyri at fremja føroyska luttøku. Vit hava ikki viljað eggjað feløgini til at skunda sær so nógv, at tað verður um- hvørvisliga- og trygdarliga óforsvarligt. Uppá fyrispurning um talan kann blíva um at seta feløg ella bólkar saman í einum ávísum øki sigur Herálvur Joensen, at tað er óvist, men tað er so nakað, sum teir ongantíð hava viljað útilokað. -Men hetta er ikki nakað vit miðja eftir. Høvuðsreglan er, at vit valdu at lata feløgini skipa seg í bólkar sjálvi fyri at kunna søkja. Men laga um- støðurnar seg øðrvísi mugu vit sjálvandi hyggja eftir tí møguleikanum. Herálvur Joensen heldur annars, at arbeiðið hevur gingið sera væl, ja entá skjótari enn teir høvdu roknað við. Tá vit spyrja, um møguleiki er fyri at kunngera loyvini, áðrenn stóra altjóða oljumessan letur upp í Stavanger tann 22. august vil stjórin í Olju- málastýrinum ikki útiloka hetta. Rættiliga nógvar føroysk- ar fyritøkur fara at luttaka á ONS í ár, og tí verður mett, at tað hevði verið góð marknaðarføring av før- oyskum ídnaði og vørum, um loyvini tá vórðu givin. Sosialurin skilur eisini, at møguleiki er fyri einum fundi á oljumessuni millum bretska ídnaðar- og orku- málaráðharran Lidell og Eyðun Elttør, landsstýris- mann í oljumálum. JAN MÜLLER -Tað hevur gingið væl. Vit hava arbeitt dúgliga, og vit hava havt eitt ógvuliga gott team sigur Martin Heines- en, leiðari á Jarðfrøðissavn- inum, sum stendur á odda fyri arbeiðinum at viðgera fyrstu umsóknirnar til oljuleiting á føroyska land- grunninum. Tilsamans 10 jarðfrøð- ingar o.o. hava verið við í hesum stóra og týðandi arbeiði. Umframt føroying- arnar Martin Heinesen, Hera Ziska og Turid Mads- en eru eisini fimm fólk frá GEUS, ið er ein stovnur undir danska orkumála- ráðnum. Millum donsku jarðfrøðingarnar er eisini Morten Sparre Andersen, sum hevur luttikið í for- kanningunum á føroyskum øki øll 90-árini. Haraftrat brúkar Jarðfrøðissavnið tveir útlendskar ráðgevar, Judith Neish úr Skotlandi, sum er serfrøðingur í seismikki- og øðrum og so Gordon Taylor, sum hevur starvast á jarðfrøðiligu deildini hjá BP í mong ár. Hann er nú sjálvstøðugur. Hetta er so alt nakað, sum Oljumálastýrið og Jarð- frøðissavnið gjalda fyri. Uppá fyrispurning hví teir brúka so nógvar danskar serfrøðingar til arbeiðið Enn eitt týðandi vegamót í oljuavbjóðingini: Oljufeløgini til samrøður hjá Oljumálastýri -Tað hevur gingið væl at viðgera umsóknirnar til oljuleit- ing við Føroyar. Gongur sum ætlað kann henda, at loyv- ini verða latin, áðrenn altjóða oljumessan letur upp í Sta- vanger 22. august sigur Herálvur Joensen, stjóri í Olju- málastýrinum Martin Heinesen og Herálvur Joensen, sum standa á odda fyri arbeiðinum í sambandi við 1. útbjóðing Jarðfrøðingarnir hava havt úr at gera seinastu vikurnar við at viðgera alt tað rúgvusmiklað tilfarið frá oljufeløg- unum. Arbeiðið hevur gingið væl. Mynd Jens K Vang Martin Heinesen leiðandi jarðfrøðingur -Tað hevur gingið væl Umleið 10 føroyskir og útlendskir serfrøðingar, flestu teirra jarðfrøð- ingar, hava hesa seinastu tíðina ar- beitt av grimd fyri at viðgera um- sóknirnar til oljuleiting. Tað hevur eisini gingið væl, og vónirnar til at finna olju eru kanska betri enn nakr- antíð Atli Dam, fyrrv. løgmaður: – Vísið Watson burt úr Føroyum JAN MÜLLER Tey flestu munnu minnast, hvussu avgjørdur táverandi løgmaður, Atli Dam, var, tá Paul Watson vitjaði í Før- oyum fyri umleið 15 árum síðani. Tá kallaði Atli Dam Paul Watson fyri búskap- arligan terrorist. Nú situr sami Atli Dam á síðulinjuni og eygleiðir tann leik, sum fer fram millum sama Paul Watson og myndugleikarnar her. Og Atli Dam er líka av- gjørdur nú sum tá. Hann heldur ikki, at vit so mikið sum eiga at geva Paul Wat- son lítlafingur, og hann heldur eisini, at føroyska pressan átti at tikið orðini hjá formanninum í Grinda- mannafelagnum í álvara. Hesin bað í farnu viku øll um at vísa hógv í Watson- málinum. Atli Dam er ein teirra, sum heldur, at press- an eigur at tiga Watson í hel. -Tað er annars ógvuliga lítið broytt í hasum við- fanginum nú nærum fimtan ár aftaná. Eg vóni, at Watson verður vístur burtur beinanvegin og vildi mett, at bert hóttaninar, sum liggja í tí, hann sigur seg ætla at gera, áttu at verið nóg mikið til, at maðurin ikki sleppur at vera her. Haraftrat kemur, at hann er burturvístur úr onkrum øðr- um Norðurlandi fyri lívið. Atli Dam fýlist annars á part av tí viðgerð, sum hevur verið í fjølmiðlunum um grindamálið, sum hann heldur verða paranoiakend. Her sipar hann til skriving um leiklutin hjá donsku sjóverjuni. -Vit vita, at donsk verju- skip eru og skulu vera í Føroyum. Og tað er gott, at tey eru tøk. Vit hava verið gjøgnum hetta eina ferð áður, og alt, sum tá hendi í 1986, var í neyvum sam- starvi millum Føroya landsstýrið og politimynd- ugleikan, her serliga við løgmanni, sum tosaði nakr- ar ferðir við Paul Watson, Tað var eingin tvídráttur millum donsk og føroysk áhugamál í handfaringini av teimum samanbrestum, sum tá vóru millum Paul Watson, føroyskar og danskar myndugleikar. So tá eygleiðari í eitt nú grein í Sosialinum, leggur politisk motiv í tilbúgvingina til móttøku av Paul Watson, er hann langt úti og skjýtur fullkomiliga við síðuna av heldur fyrrv. løgmaður. Hann vísir eisini til eina áheitan frá Grindamanna- felagnum til allar føroy- ingar um at vera hóvligar. -Tann, sum fyrst og fremst hevur eftirlivað hes- um er politimeistarin sjálv- ur, sum er sera lítillátin men roynir at vera fyrireikaður. Fyrrverandi løgmaður sigur seg annars undrast á, at føroyskir fjølmiðlar gera so nógv burtur úr. Hann heldur teir við hesum renna ørindi fyri Watson. -Tað er ikki danska sjó- verjan, sum hevur geilað nakað upp, heldur er tað føroyska pressan, sum hev- ur bitið á ongulin hjá Wat- son. Hann heldur at hetta at bera fram lívssøguna hjá Watson verða at skapa tíðindi og ikki at bera tíð- indi. Atli Dam er ikki samdur við teimum, sum siga, at Grindamálið, sum tað nú stendur, er danskt málsøki. -Tað er misnýtsla av veru- sigur Martin Heinesen, at teir hava sera tætt søguligt samstarv við hesi fólkini. Geus hevur eisini rættiliga nógv innlit í føroysku jarð- frøðina sum heild. Samstarv er í nógvar mátar og var tað tí heilt náttúrligt at halda fram við tí og víðka tað. Tað hevur verið eitt sera umfatandi arbeiði. Hetta er eisini fyrstu ferð, at slíkt arbeiði verður gjørt her. Feløgini hava sum heild fylgt væl teimum manna- gongdum, sum føroyskir myndugleikar fyriskrivaðu í útboðstilfarinum vísir Martin Heinesen á. Uppá fyrispurning um tær vónir teir hava havt til ar- beiðsskráir og øki sum olju- feløgini hava lagt fram sampakka sigur Martin Heinesen, at tað er ikki rætt at siga nakað um tað, tí samráðingarnar eru ikki lidnar enn. -Myndin er tó á heilt góð- ari leið. Útlit eru til, at vit fáa eina rættiliga væl dekk- andi oljuleiting á før- oyskum øki, sum fatar um tey elementini, sum vit hava mett sum týðandi. Martin Heinesen hevur verið við í arbeiðinum uppá komandi leiting frá byrjan. -Vónir mínar eru fyrst og fremst knýttar at, hvat vit kunnu fáa burtur úr hesi útbjóðingini av leitipro- grammum. Har havi eg so vónir um at fáa hampuliga góðar leitiskráir. Men vit síggja so eisini møguleikar fyri at finna olju, og tað er tí, at vit eru farin í gongd við hetta arbeiðið sigur føroyski jarðfrøðingurin og leggur aftrat: -Tað, sum vit halda okk- um síggja tekin um, er m.a. tað, sum minnir um olju- leiðirnar vestan fyri Het- land. Juddbassengið, sum Foinaven oljufeltið liggur í, røkkur inn á føroyska økið eisini. Tað er næstan frítt fyri basalti, og tí er sera góður datadekningur har. Martin Heinesen leggur dent á, at jarðfrøðin spyr ikki um menniskjagjørd mark. Tí vil hann heldur ikki útiloka, at tað finnast oljukeldur, sum liggja báðu megin markið. Nøkur vilja bora í 2001 -Hvussu nógvar boringar kunnu vit rokna við í 2001 - millum 2 og 5? -Onkunstaðni harímill- um. Jarðfrøðiliga kanning- argrundarlagið skuldi verið til steðar, at tað kann borast, uttan at tað skulu gerast víðari kanningar. Tað er meira spurningar um at fáa trygd og umhvørvi uppá pláss. Martin Heinesen sigur, at tað er ikki avgerandi fyri teir, um borað verður í næsta ár. Men tað verða uttan iva nakrar boringar í 2001, somuleiðis í 2002 og 2003. Talan er um seks ára loyvi og níggju ára loyvi. Ein stórur partur av bori- virkseminum í seks ára loyvunum verður helst at liggja innan fyri tey fyrstu trý árini. Tað hevur so sjálvandi nógv at siga, hvat hesi trý árini geva. Er so talan um góð úrslit og olja verður funnin, so kann hetta fáa uppaftur fleiri boringar í gongd. Martin Heinesen sigur, at teir hava ábendingar um, at onkur feløg meta seg verða klár at bora í 2001. Talan er um fleiri feløg og fleiri ymsar strukturar. Onnur halda ikki, at tað er so um- ráðandi at byrja boring í 2001, og tað kann vera, at tey eisini hava góðar ar- beiðsskráir og góð boð fyri tann skuld. Hvat viðvíkur enn einum umfari í føroysku øki, so sigur Martin Heinesen, at ein partur av kriterienum, sum teir hava sett sær fyri hetta umfarið, er at byggja upp grundarlag fyri kom- andi leitingum. -Tað økið, sum er lætt til- gongiligt, er ikki stórt. Hyggja vit so eftir økinum væl uttan fyri tað, so er hetta eitt øki við nógvum basalti og liggja hesi øki eitt sindur fjart frá kendum øki. Støð- an í løtuni er so tann, at helvtin av verandi øki hevur áhuga fyri oljufeløgini. Um so er, at olja verður funnin í hesum økinum, so kann roknast við, at restin av økinum, sum er boðið út í ár, kann koma uppí eina aðru rundu seinni. Kanska aftaná eini 2-3 ár hevur man so eitt grundarlag fyri eini útbjóðing aftrat. -Leggja vit nú alla vitanina um okkara økið, sum finst, saman, er tú tá meira bjartskygdur um møguleikan at finna olju? - Fyrr var tað so óvist. Tá var talan um reinar gitingar. Nú hevur man meira ítøki- lig tekin um, at tað kunnu vera oljuleiðir at fara eftir. Tann optimisman, sum er í løtuni, er tí meira kon- kretiserað. Eydnast tað í hesi runduni at finna olju, so verður hon funnin innan fyri tey fyrstu trý árini. Mett verður, at arbeiðsskráirnar hjá oljufeløgini fara at tryggja eina munagóða leiting leikanum. Tey undanfarnu landsstýrin hava roynt at sýna, at føroyingar í ógvu- liga stóran mun ráða yvir sínum egnu viðurskiftum, og eru førir fyri at tryggja, at danskir myndugleikar ikki seta føroysk áhugamál til viks. Eg kenni ógvuliga fá dømi um, hvar hetta er hent. Atli Dam sigur at hevði man verið áhugaður í at liva upp til teir møguleikar, sum eru í Heimastýrislógini, so var einki problem. Men hevur man áhuga í at lýtis- gera føroyska kompetancu og vald í Heimastýrislógini og taka alt tað burtur, sum man sjálvur hevur vunnið sær hevd uppá gjøgnum hesa tíðina, so ger man sum tjóðveldismenn gera, og tað merkir, at teir eru tilreiðar at avhenda bæði undirgrund og alt annað, sum man hevur fingið út yvir tað, sum Heimastýrislógin sigur. Seinast Watson var í Føroyum í 1986 Atli Dam, fyrrv. løgmaður heldur ikki vit skulu býta á ongulin hjá Watson hesaferð heldur