Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mars 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. mars 2016 · Nr. 28 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ARBEIÐSSKAÐAR Vit eiga at seta okkum greið mál Áki Bertholdsen – Myndugleikar eiga at gera eina arbeiðsum­ hvørv­is­ætlan fyri Føroyar Tað heldur Leivur Pers­son, deildarleiðari á Ar­beiðseftirlitinum. Hann sigur, at í Dan­ mark hava tey gjørt eina arbeiðsum­hvørvisætlan og tað kundi hann eisini hugsað sær, at føroyskir myndugleikar gjørdu. Tað er ein ætlan, ið kundi mint um null-hug­ sjónina í sambandi við ferðslutrygd, har málið er, at ongin skal doygga, ella fáa álvarsligan løst í ferðsl­uni. Í Danmark hava tey lagt eina arbeiðs­um­ hvørvis­ætlan, har enda­ málið er, at talið á arbeiðs­ skaðum skal minka 20 pro­sent til 2020. Í hesum sambandi fara tey serliga at leggja dent á trý høvuðsøki, og tað eru sálar­liga ar­ beiðs­umhvørvið, vødda­ skaðar og skaðar á beina­ grindina, og álvarsom ar­beiðsóhapp, har talið skal minkast 20 prosent til 2020. – Tað er eitt dámligt mál at hava sett sær, og í Føroyum áttu vit eisini at sett okkum sovorðin mál, heldur Leivur Persson. Játtan hækkað spakiliga Annars er játtanin til Ar­ beiðs­eftirlitið stívliga 4,1 milli­ón í ár. Hesi seinastu árini er játtanin spakiliga økt, tí í 2014 var hon 2,8 milliónir, í 2015, hækkaði hon góðar 700.000 krón­ ur, og í ár eru so góðar 600.000 komnar upp á afturat, so at hon nú er kom­in upp á 4,1 millión. – Arbeiðseftirlitið hev­ ur annars verið skert inn á bein. Í 2008 var játtanin 4,7 milliónir, men so varð hon stigvíst niðurlagað, til hon var komin heilt niður á 2,8 milliónir í 2014. – Sostatt hevur talan verið um eina ógvusliga spar­ing, men síðani er játt­anin spakiliga hækk­ að aftur, og tað, vit hava fingið afturat, ger stóran mun, sigur deildar­leið­ar­ in. – Tá ið játtanin framm­ anundan er so lág, gera allar hækkingar sera stór­ an mun, sigur hann. Hann sigur, at úrslitið av, at játtanin er hækkað, er, at eftirlitsvitjanir á byggiplássum eru tíggju­ faldaðar hetta seinasta árið, og nú hevur Arbeiðs­ eftirlitið eisini sett hol á eitt heilt nýtt virkisøki við tað, at vit hava sett sálarfrøðing í starv. aki@sosialurin.fo Arbeiðseftirlitið metir, at tað er ikki meiri enn helvtin av øllum arbeiðsskaðum í Føroyum, sum verða fráboðaðir TÍGGJUFALDAÐ Úrslitið av, at játtanin til Arbeiðseftirlitið er hækkað, er, at hetta seinasta árið eru eftirlitsvitjanirnar á byggiplássum tíggjufaldaðar í tali, sigur Leivur Persson, deildarleiðari á Arbeiðseftirlitinum FARA NÚ EISINI AT KANNA SÁLARLIGA ARBEIÐS­ UMHVØRVIÐ Arbeiðseftirlitið setir nú hol á eitt heilt nýtt virkisøki og tað er at kanna sálarligu umstøðurnar á arbeiðsplássum kring landið Áki Bertholdsen Nú skal størri dentur leggj­ ast á, hvussu sálarliga ar­ beiðs­umhvørvið er á arbeiðs­ pláss­um kring landið. Í hesum sambandi hevur Arbeiðseftirlitið nú sett sál­ ar­frøðing í starv at fáast við hetta arbeiðsøki. Sálarfrøðingurin, sum er settur í starv á Arbeiðs­eftir­ litinum, er Anna Arn­fríðu­ dóttir Andresen. Hon tók prógv sum sálar­ frøð­ingur í fjør, og síðani hevur hon arbeitt sum sálar­frøðingur á Sálarfrøði­ stovuni, til hon nú er sett í starv á Arbeiðseftirlitinum. Á fíggjarlógini fyri í ár varð játtanin til Arbeiðs­eftir­ litið hækkað við tí endamáli at seta ein sálarfrøðing í starv at hava eftirlit við sálar­liga umhvørvinum á arbeiðs­plássum kring landið. Seinastu árini hev­ur kikarin av álvara verið sett­ur á sálarliga arbeiðs­um­hvørvið og tað er í hesum sam­b­andi, at játtanin til Arbeiðs­eftir­ litið varð hækkað. Leivur Persson, deildar­ leiðari á Arbeiðseftirlitinum, sigur, at endamálið er at styrkja vitanina á stovnin­ um um sálarligt arbeiðs­um­ hvørvi. – Annars er Arbeiðs­ eftir­litið bara mannað við teknik­arum ymsum slagi, byggi­frøðingum, maskin­ meist­arum og verkfrøð­ing­ um, sum hava lítið og onki innligt í tann sálarliga partin av arbeiðsumhvørvinum, sig­ ur hann. Tí er ein sálarfrøðingur nú settur í starv, sum skal vera við til at gera eftirlit á arbeiðsplássum, og har tað sálarliga arbeiðsumhvørvið nú skal útgreinast, saman við teimum teknisku við­ur­ skiftunum á arbeiðs­pláss­ inum. – Endamálið er at stað­ festa um eitt arbeiðspláss lýkur treytirnar í arbeiðs­um­ hvørvisógini, og gera tey ikki tað, kunnu vit so so áleggja teim­um at gera broyt­ingar, sigur deildar­leiðarin. aki@sosialurin.fo NÝTT VIRKISØKI Nú er Anna Arnfríðudóttir Andresen, sett í starv sum sálarfrøðingur á Arbeiðseftirlitinum, við tí endamálið at hava eftirlit við sálarliga arbeiðsumhvørvinum á arbeiðsplássum kring landið Privatmynd Gera tey ikki tað, kunnu vit so so áleggja teimum at gera broytingar