Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mars 2016síða 5

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 7. mars 2016 · Nr. 28 ARBEIÐSSKAÐAR Annarhvør arbeiðs­ skaði verður ikki fráboðaður Áki Bertholdsen – Okkara meting er, at tað er ikki meiri enn helvtin av teimum skaðum, sum henda á føroyskum ar­ beiðs­plássum, sum Ar­ beiðs­eftir­litið fær nakað at vita um. Tað metir Leivur Pers­ son, deildarleiðari á Ar­ beiðs­eftirlitinum. Seinastu sjey árini, frá 2009 til 2015, hevur Ar­ beiðs­eftirlitið fingið frá­ boð­anir um 993 skað­ar á føroyskum arbeiðs­pláss­ um. Higartil í ár eru so 10 skaðar fráboðaðir afturat. Men deildarin er næst­ an vísur í, at hetta gev­ ur ikki eina rætta mynd av støðuni, tí hann ivast stórliga í um øll arbeiðs­ pláss eru so tilvitað um at boða frá arbeiðsskaðum. – Vit ivast í, um allar fyri­tøkur boða okkum frá, um onkur kleimur ein fingur, ella enntá missur ein part av einum fingri, sigur Leivur Persson. Í roynd og veru metir hann, at Arbeiðseftirlitið fær ikki fráboðan um meiri enn helvtina av teim­um arbeiðsóhappum, sum henda á før­oyskum arbeiðs­plássum. Tað hava teir mett seg fram til við at sambera ym­ iskt tøl. Í hesum sambandi hava tey kannað eftir, hvørjar fyritøkur tað eru, sum boða frá arbeiðs­ óhappum, og, hvussu stór­ an part av teim­um fólkum, sum eru í vinnu sum heild, hesar fyritøkur hava í sín­ um starvsfólkahópi. Hava helvtina av fólkinum Leivur Persson sigur, at taka vit byggivvinuna sum dømi, er helvtin av teim­um, sum arbeiða í byggi­vinnuni, savnað hjá nøkr­um heilt fáum, stór­ um fyritøkum. Og tær stóru fyritøk­ur­ nar hava yvirhøvur ógvu­ liga greiðar mannagongdir í samband við, hvussu ar­beiðs­óhapp skulu frá­ boð­ast og handfarast. Tað sama er við stórum ar­beiðs­gevarum í øðrum vinnu­greinum, eitt nú hjá tí al­menna. Men afturat teimum er so ein stórur undirskógur av smáum fyritøkum, har mannagongdirnar ikki eru heilt so greiðar. – Arbeiðseftirltið fær ógvu­liga fáar, fyri ikki at siga ongar fráboðanir um arbeiðsskaðar frá teimum smáu fyritøkunum, sigur Leivur Persson. Sostatt ivast hann ikki í, at tær smáu fyritøk­ur­ nar eru ógvuliga undir­um­ boðaðar í hagtølunum. Hann sigur, at tað, at helvtin av øllum arbeiðs­ óhappum verða fráboðað í Føroyum, samsvarar eisini væl við tað, tey fáa at vita frá arbeiðseftirlunum í Ís­ landi, Noregi og í Dan­mark, tí eisini har meta tey, at tað verður ikki meiri enn annaðhvørt arbeiðs­óhapp fráboðað. Leivur Persson sigur, at yvirhøvur er tað so­ leið­is, at tað eru tær størru fyritøkurnar, sum eru betri skipað á hes­um viðurskiftunum, og sum hava greiðar manna­gongd­ ir fyri, hvussu arbeiðs­skað­ ar skulu handfarast. Tað verður eisini van­ ligari og vanligari hjá teim­ um, at hava fólk í starvi, sum burturav fáast við trygdina á arbeiðs­pláss­in­ um. – Summar av teimum hava eisini arbeitt uttan­ lands, og har er tað ofta so­leiðis, at fyritøkur, sum ikki hava greiðar manna­ gongdir fyri trygdini, sleppa ikki upp í part. – Sjálvandi eru undan­ tøk, men yvirhøvur vísir tað seg, at í teimum lítlu fyritøkunum fellur tað tyngri at hava trygdar­við­ urskiftini í rættlagi, sigur Leivur Persson. aki@sosialurin.fo Arbeiðseftirlitið metir, at tað er ikki meiri enn helvtin av øllum arbeiðsskaðum í Føroyum, sum verða fráboðaðir tí at játtanin til eftirlitið hækk­aði, sigur hann. Nógv færri óhapp í Føroyum Leivur Persson sigur, at verða tølini fyri arbeiðs­skað­ ar í Føroyum, samanborin við tølini í okkara granna­ lond­um, henda lutfalsliga nógv færri skaðar í Føroyum. Samanbera vit talið á fólki, sum eru í arbeiði, henda tvær ferðir so nógvir skað­ar í Danmark, sum tað henda í Føroyum, sigur deild­ ar­leiðarin á Arbeiðs­eftir­lit­in­ um. Hann sigur, at ein or­ søk til tað er uttan iva, at á einum øki er støðan í Før­ oy­um munandi øðrvísi enn í Danmark. Og tað er, at í Føroyum verða at kalla ongir sálarligir heilsuskaðar frá­ boðaðir yvirhøvur. – Í Danmark fær Arbeiðs­ eftirlitið nógvar fráboðanir um at fólk eru vorðin sjúk av strongd, ella, sum eru »brend saman« í arbeiðnum, ella hava fingið sálarligt mein í ar­beiðnum. Sálarligt mein verður eis­ ini flokkað undir arbeiðs­ skaðar, men tað økið er at kalla púra blankt í Føroyum, tí her kemur tað at kalla ikki fyri, at Arbeiðseftirlitið fær fráboðanir um fólk, sum hava fingið sálarligt mein av sín­um arbeiði, sigur Leivur Pers­son. – Hetta er eitt øki, mynd­ ug­leikarnir í Føroyum ikki hava lagt dent á, og tað hava starvsfólk, og ar­beiðs­ pláss kanska heldur ikki. Av tí sama hevur Ar­beiðs­ eftir­litið hvørki havt starvs­ fólk, ella játtan til at røkja hendan partin av arbeiðs­ um­hvørvinum. Men kortini er hug­burð­ urin til sálarliga arbeiðs­ umhvørvið í Føroyum nógv broyttur hesi seinastu, heilt fáu árini. Starvsmannafelagið hev­ur gjørt nógv vart við hend­an partin av trygdini hjá starvsfólki, og í ár hevur Arbeiðseftirlitið fingið játtan til at seta ein sálarfrøðing í starv at taka sær av hesum arbeiðsøki - og hann er eisini settur nú um dagarnar, sigur Leivur Persson. aki@sosialurin.fo Ár Óhapp 2009 141 2010 83 2011 127 2012 126 2013 145 2014 169 2015 188 Hendan talvan sigur, hvussu nógvir arbeiðsskaðar tilsamans eru fráboðaðir Arbeiðseftirlitinum seinastu árini. Árið 2010 er eitt undantak, sigur deildarleiðarin á Arbeiðseftirlitinum STÓRUR MUNUR Yvirhøvur vísir tað seg, at tær størru fyritøkurnar hava greiðari mannagongdir fyri trygdini, og fráboðanarskylduni til Arbeiðseftirlitið, enn tær smáu fyritøkurnar hava, sigur Leivur Persson, deildarleiðari á Arbeiðseftirlitinum Hvat er ein arbeiðsskaði? Ein arbeiðsskaði, er ein hending til arbeiðis, har onkur kemur soleiðis til skaða, at tað gevur minst ein fráverudag frá arbeiði.