Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mars 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. MARS 2016 SOSIALURIN 30 8 So í staðin fyri at fáa viðgerð og hjálp tá, fór ein kavabóltur á rull, ið førdi til fleiri aðrar trupulleikar, greið­ir mamman frá. Hann fær kjans umborð á Arctic Viking, og alt tykist at ganga væl. Á seinna túrinum gekk tó galið hjá unga manninum. Tá hann kom heim­aftur, var hann ikki at kenna aftur, men var tað reina hold og skinn. Bara upp á ein túr var hann farin úr 140 kilo til 95 kilo. – Tað vísti seg, at hann bara hevði goymt seg í kahúttini, tá hann ikki arbeiddi. Hann var end­ aður í djúpum tunglyndi og tordi ikki at vera millum onnur. Eg var sikk­ur uppá, at hann ikki kom liv­ andi aftur, um hann fór ein túr aftrat. Tá hugsaði eg, at tað mátti vera okk­urt ravruskandi galið, minn­ist mamman aftur á. Skiparin varð bangin Ørkymlað av støðuni vendi fam­ iljan hjá Bjarna Restorff Holm sær til heilsumyndugleikarnar. Har fingu tey heldur óvæntað tey ráð­ini, at tað besta fyri unga mann­ in var at sleppa aftur til skips. Har fekk hann eina fasta rútmu í dag­ lig­degnum og slapp frá at hugsa um annað enn at arbeiða, eta og sova, søgdu heilsu­myndug­leik­ar­ nir. – So vit lótu hann fara avstað aftur, men hann var bangin. Dag­ar­ nar frammanundan gekk hann her og vísti mær ymiskt um, hvussu triði veraldarbardagi var um at bresta á og royndi at sleppa undan túr­inum. Men tað vóru ráðini, ið vit fingu, sigur Annika Restorff Holm. Komin umborð á Arctic Viking í februar 2014 gekk leiðin til fiski­ skap við Svalbard. Bjarni Restorff Holm var tó enn bangin og ringdi javnan heim um øll møgulig løgin ting. Familjan visti ikki, hvussu galin støðan var, fyrr enn tey vórðu vakt á nátt. – Tað var skiparin, ið ringdi. Hann fortaldi, at hann ræddist Bjarna, tí hann var ikki tann sami per­són­urin, ið var við hinar túrar­ nar. Tá vistu vit ikki hvat var galið, tí tað var ikki fyrr enn seinni, at tað varð staðfest, at Bjarni var bipolar, og var tað orsøkin til broyttu at­ ferð­ina. – Bipolar merkir, at hann í tíðar­ skeiðum kann vera djúpt depri­ mer­aður, meðan hann til aðrar tíðir kann vera heilt maniskur. Nú skilja vit, at tá hann lætnaði so nógv, var hann djúpt deprimeraður, meðan hann síðsta túrin var maniskur. Tá heldur hann, at hann kann alt, sig­ ur Annika Restorff Holm. Langa leiðin til Føroya Triði túrurin við Arctic Viking fekk ein bráðan enda, og ein tyrla kom út á skipið eftir honum. Hann varð fluttur til Tromsø, har hann varð tvingsilsinnlagdur á sálar­sjúkra­ hús, har hann var í tveir dagar. Síðani varð hann sendur út aftur á gøtuna og biðin um at fara aftur til Føroya. – Reiðarin gjørdi tað, ið hann var mentur at fáa Bjarna heim aftur í øllum góðum, men tað vísti seg at vera trupult. Hvørja ferð hann kom á flogvøllin, gjørdi hann okkurt býtt, ið endaði við at løgreglan kom eftir honum. At enda valdi norska løgreglan at senda tríggjar løg­reglu­menn í sivil við honum til Føroya. Tá var hann so sjúkur, at hann helt teir vera sínar vinmenn, sigur Annika Restorff Holm. Tá hann lendi í Føroyum, stóð løgreglan fyri honum, bant hann niður og koyrdi hann út á Eiðrar­ garð, har hann varð bundin fastur í eina song. – Tá fór øll skipanin í gongd. Hann var so maniskur, at hann helt seg kunna flúgva. Vit máttu skriva undir, at hann mátti innleggjast. Hann fekk heilivág, og aftaná nakrar mánaðir á stongdari deild, varð hann endiliga betri. Tá hevði hann verið avbyrgdur frá øðrum í fleiri mánaðir. Tað gekk leingi, men hann kom fyri seg aftur, sigur Annika Restorff Holm. Um summarið 2014 verður Bjarni Restorff Holm fluttur á eina opna deild, og tað er um hetta mundið, at familjan fær at vita, at sonurin hevur fingið staðfest bipolar. – Hetta er ein sjúka, ið hann skal liva við restina av lívinum. Tað var skelkandi, tí tað fall mær aldrin inn, at hann hevði hesa sjúkuna, sigur mamman. Einki tilboð til Bjarna Sum so mangan áður, so mátti fam­iljan tó staðfesta, at tað var eingin verandi hjálp til Bjarna Restorff Holm í Føroyum. Um summarið 2014 var hann um at vera útskrivaður. – Eg var bangin. Har var einki til­boð til Bjarna, einki heim, einki sam­býli, har var einki at gera, sigur Annika Restorff Holm. Í tíðini áðrenn hann varð út­ skriv­aður aftur, var hann komin í samband við fleiri fólk, ið skuldi vísa seg at hava eina ringa ávirkan á víðari lívsleiðina hjá unga mann­ inum. – Hann kendi eitt sindur til rús­evnis­umhvørvið í Føroyum framm­an­undan, men á opnari deild kom hann í samband við fleiri fólk innan hetta umhvørvið. Tá hann so varð útskrivaður, visti hann, at stórur eftirspurningurin var eftir hansara heilivági, Retalin, sigur Annika Restorff Holm og legg­ur afturat. – Tá hann so ikki átti nakað ser­ligt av pengum, byrjaði hann at selja heilivágin, ið hann sjálvur hevði tørv á. Vit fingu varhugan av, at okk­urt var galið, tí rúsevnir gjørd­ist skjótt ein partur av dag­lig­ deg­num. Hann fekk tað tó betri, og valdi tí sjálvur at gevast við heili­ vágnum. Svølgdi rúsevnir Rúsevnismisnýtslan vant tó upp á seg, og samband hansara við rús­ evnis­umhvørvið førdi hann í aðrar trupul­leikar. – Um hetta mundið var hann í fer við at gerast maniskur aftur. Hann varð ákærdur fyri eitt harð­skaps­ mál, og nakað seinni varð hann tikin í tollinum á flogvøllinum. Tá hevði hann verið í Christiania og hevði svølgt rúsevnir, ið hann ætl­aði at taka við til Føroya, sigur Annika Restorff Holm. Saman við ymiskum øðrum lógar­brotum, ið Bjarni Restorff Holm framdi um hetta mundi, fekk hann fimm mánaðir treytaðan fongsuls­revsing fyri at hava roynt at smugla rúsevnir til landið. Tað er fyrst tá, at Kriminalforsorgin verð­ ur ein partur í lívinum hjá unga havnar­manninum. Familjan gevur upp – Nú hevði Bjarni rúsevnis­trupul­ leikar at dragast við umframt sálar­ sjúkurnar. Sum familja orkaðu vit ikki longur, og vit fingu onga hjálp frá tí almenna, so vit valdu at lukka av. Hann fekk at vita, at um hann ynskti okkara hjálp, so mátti hann søkja pláss á Heilbrigdi, greiðir mamman frá. Aftan á ólavsøku gjørdi hann sum familjan ynskti og fór á Velba­ stað. Hann gjørdist edrúur frá bæði rúsevnum og rúsdrekka, men fekk aftur trupulleikar við tunglyndi. – Hann hoyrdi røddir, var bang­ in og kendi seg ótryggan. Hann tosaði javnan um at beina fyri sær sjálvum og helt, at hann var plág­ að­ur av illum andum. Aftan á at hann hevði verið har í nakrar vikur vórðu vit innkallað til samrøðu, har vit fingu at vita, at hann var álvar­samur sjúkur og hevði tørv á sálar­liga hjálp, minnist Annika Restorff Holm aftur á. Stutt aftaná fær Bjarni Restorff Holm staðfest sína triðju sálarliga sjúku. Hesaferð er talan um Skizo- affektiv. – Vit fingu at vita frá sálar­frøð­ ingi, at talan er um eina sjúku, har hann hoyrir røddir. Tað er verri enn PERSÓNSSØGA Eg var bangin. Har var einki til­boð til Bjarna, einki heim, einki sam­býli, har var einki at gera« Annika Restorff Holm MYNDIR: PRIVAT