Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mars 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. MARS 2016 SOSIALURIN 30 9 bipolar, men sindur frægari enn skizo­froni, sigur Annika Restorff Holm. Endar aftur í misnýtslu Í hesum tíðarskeiðinum, tá Bjarni Restorff Holm er deprimeraður, upplivir familjan at hann ynskir hjálp. Hann verður tí glaður við og takkar fyri, tá hann verður inn­lagdur á afturlatna deild. Tað gong­ur tó ikki leingi áðrenn hann verður útskrivaður aftur, og sum ikki eina­ferð, so er einki tilboð til hans­ara, tá hann kemur út aftur. – Hann má fáa hjálp, men her er einki tilboð til fólk sum Bjarna, legg­ur mamman enn einaferð dent á. Ein avtala verður tó gjørd um, at hann skal møta á Eirargarði hvønn dag, so tey kunnu hava eftirlit við um hann tekur sín heilivág. Til stúran fyri familjuna, endar hann tó aftur í rúsevnisumhvørvinum. – Tað er tað lættasta í verðini at fáa fatur á hassj ella øðrum rús­ evn­um. Hann ringdi ella skrivaði til onkran á facebook, og so gekk ikki meira enn ein løta fyrr enn ein bilur stóð í túninum og seldi hon­ um tað, ið hann ynskti. Um jól­tíðir í 2015 byrjaði hann so upp á sterk­ ari rúsevnir, sigur Annika Restroff Holm. Spurningur um tíð Í januar 2016 varnast familjan, at tað var um at enda galið hjá Bjarna Restorff Holm. – Vit síggja, at tað fer at ganga galið. Vit ringja til kommunu­ lækna, læknavaktina og aðrar mynd­ug­leikar, tí hann er heilt man­iskur. Men har er eingin hjálp at heinta, sigur mamman. Í tíðarskeiðinum millum nýggj­ ár og 22. januar eru fleiri tilburður, har ungi maðurin verður meldaður fyri ymiskt, og tað merkti eisini fam­iljuna. – Tað var so, at vit bara bíðaðu eftir, at útvarpið ella portalarnir bóru tíðindi um onkran hending við honum. Fýra ferðir varð hann inn­lagdur, men varð útskrivaður hvørja ferð, tí mett varð ikki, at hann var til vanda fyri onnur. Sjálvur var hann maniskur, og tá hann er tað, heldur hann ikki, at hann hevur tørv á hjálp. Tá er vand­in størst, tí tá kann eingin hjálpa honum, sigur mamman. At enda gekk so galið. 22. jan­uar varð Bjarni Restorff Holm nevn­ iliga handtikin av løgregluni fyri fleiri tilburður av harðskapi og hótt­anir um harðskap. Sendur til Danmarkar Bjarni Restorff Holm varð hand­ tikin eitt fríggjakvøld og førdur fram fyri ein dómara leygardag, har hann varð dømdur til fýra vik­ ur í varðhaldi. – Tað var ein lætti fyri familjuna, tí endiliga kom hann undir eftirlit. Vit høvdu eina vón um, at hann endiliga fór at fáa viðgerð frá før­ oyska samfelagnum fyri sínar trupul­leikar, men endin gjørdist ein heilt annar, sigur Annika Restorff Holm. Annika Restorff Holm greiðir frá, at tá hon vitjaði sonin í Mjørka­ dali, gjørdist fangavørðirnir bilsnir yvir, at sonurin var sjúkur. Tað vóru upplýsingar, ið tey einki kendu til, og upplýsti tey, at Mjørkadalur ikki er egnað til fólk við sálarsjúku. – Vit væntaðu, at tey fóru at ringja til psykiatriska depilin, so Bjarni fór at fáa hjálp og heilivág. Í staðin fingu tey at vita, at tey ikki kundu hjálpa, og at hatta var nakað, ið læknin í Mjørkadali mátti taka sær av, sigur Annika Restorff Holm og leggur afturat. – Týsdagin fái eg so at vita, at hann skal niður í Vestre Fængsel at sita. Har skal hann sita millum rokkarar og drápsmenn, og sleppur út úr klivanum ein tíma um dagin. Fimm løgreglufólk fylgja honum við Norrøni til Danmarkar, tí Atlantic Airways vildi ikki hava hann. Hetta er hósdagin 27. januar, og leygar­dagin 29. januar doyr abbi hans­ara, ið hann er uppkallaður eftir. Annika Restorff Holm dylur ikki fyri, at søgurnar í fjølmiðlunum eru ein av orsøkunum til, at hon nú traðk­ar fram við søguni. – Tað var hart at hoyra. Abbi hans­ara lá í kistuni tann dagin, tá søgan koyrdi umaftur og umaftur í fjøl­miðlunum. Tað er ein av orsøk­ unum til, at eg vil tosa nú. Tað er ein manglandi forstáilsi fyri tí, ið hendi, og eg føli ikki, at søgurnar lýsti veruleikan. Søgan um ein ung­an drong, ið varð svikin av sam­felag­num, er ikki fortald. Tí tað varð hann, hann varð svikin av sam­felag­num, sigur Annika Restorff Holm. Eingin vil eiga Bjarna Aftaná at Bjarni Restorff Holm hevði sitið fimm vikur og tríggjar dagar í varðhaldi í Danmark, varð hann fluttur aftur til Føroya, har hann varð stillaður fyri dómara. Fam­iljan hevði tá eina sterka vón um, at tað loksins fór at eydnast at fáa sonin í viðgerð. – Vit vónaðu, at hann fór at fáa ein viðgerðardóm og Bjarni sjálvur ynskti tað eisini. Hann hugdi at dómaranum og bað um hjálp, so at hann kundi sleppa víðari við sínum lívi. Men enn einaferð, so var eingin hjálp at fáa. Bjarni fekk eitt ár í fongsul, og sendur aftur til Vestre Fængsel. Tað er ræðuligt at vita, at Bjarni skal sita í harðasta fongsli í Danmark í eitt ár og fær onga hjálp, sigur Annika Restorff Holm. Tað, sum familjan er mest for­ fard um, er at eingin vil taka ábyrgd fyri soninum longur. – Pápin hevur tosað við kriminal­forsorgina í Føroyum, og tey søgdu honum, at tað eru starvs­fólkini í Vestre Fængsel, ið hava ábyrgd­ina fyri honum. Men tá pápin var á vitjan týsdagin, spurdi starvs­fólkini har, hvussu leingi Bjarni skal vera har. Tey kendu einki til, at hann var teirra ábyrgd, sigur Annika Restorff Holm, og suffar. – Søgan endurtekur seg. Tað er gjøgnumgangandi í øllum, at einki stað er fyri Bjarna. Í Mjørka­dali vilja tey ikki hava hann, psykiatr­ iski depilin í Føroyum tykist at hava uppgivið hann og í Vestre Fængsel siga tey, at hann heldur ikki hoyrir heim har, sigur Annika Restorff Holm. Neyðarróp – Hvat er tað fyri eitt samfelag, ið ikki rúmar slíkum fólkum? Hann verður viðfarin sum eitt djór í Vestre Fængsel. Allar hansara gerð­ ir í januar hava verið eitt neyðarróp eftir hjálp. Men hann fekk aldrin hjálp­ina, í staðin fekk hann eitt ár í fongsul, sigur Annika Restorff Holm. Júst tað, at hann als onga við­ gerð fær hetta árið, ið hann situr inni, er tað, ið ørkymlar familjuna mest. – Rætturin hevur fingið skjøl, ið staðfesta, at Bjarni er sjúkur og hev­ur tørv á hjálp. Tí undrar tað okk­um, at dómarin ikki dømdi hann til nakað slag av viðgerð. Vit standa púra spyrjandi. – Vit ynsktu, at hann fekk okk­urt slag av viðgerð. Tað hevði givið meining, tí so hevði hann sitið dómin og fingið viðgerðina, ið kann hjálpa framyvir. Men við bara at revsa hann, so verður hann sleptur upp á fjall. Serliga er tað lagnan hjá son­ inum, tá hann verður leyslatin, ið elvir til stúran hjá familjuni. – Hvat hendir, tá hann kemur út aftur. Hann tosar nógv um at beina fyri sær sjálvum. Fleiri fólk í líkn­andi støðum taka lívið av sær sjálvum. Er tað veruliga tað, ið systemið ynskir? Manglandi hjálp til Bjarna og hansara líkar her í Føroyum, hevur ført við sær, at nøkur teirra hava tikið lívið av sær, sigur Annika Restorff Holm. Átta ár men eingin hjálp Hóast tað er átta ár síðani, at Bjarni Restorff Holm fyrstu ferð bað um hjálp, so metir familjan, at hann aldrin fekk ta hjálpina, ið hann hevði tørv á. – Størsti trupulleikin er tann, at hann seinastu árini hevur verið myndigur. Tað ger, at hann hevur so góð rættindi, at tað er trupult at hjálpa honum, tí hann avgerð alt sjálv­ur. Men vansin er, at hann í sinn­inum er sum ein 12-14 ára gamal drongur. – Eg eri annars sannførd um, at um hann hevði fingið rætta heili­ vágin og røttu hjálpina, so hevði hann kunna givið samfelag­num nak­að, heldur enn sum nú, at vera ein byrða, sigur Annika Restorff Holm, og leggur at enda aftrat. – Aftan á átta ár tykist tað sum, at føroyska samfelagið endaliga hev­ur avskrivað mín son. HALLUR@SOSIALURIN.FO Privat myndir frá familjuni hjá Bjarna, ið vísa ein ungan drong, ið hevði ein glaðan og róligan uppvøkstur. MYNDIR: PRIVAT