hósdagur 10. mars 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
SOSIALURIN 30
FRÍGGJADAGUR 11. MARS 2016
TEMA
Børn á alnótini
»Tey ungu nú á døgum. Sita
bara við hvør sínum paddi«.
Hvussu nógv hava ikki hoyrt
ella sagt tann setningin sein
astu árini. Men hóast vit vita
og viðmerkja, at tøknin og
internetið er ein partur av
gerandisdegnum hjá okkara
yngsta ættarliðið, so er kort
ini ábendingar um, at vit ikki
vita, hvat tað inniber.
Tey ungu hava sín sam
leika á internetinum, hava
fleiri sálarfrøðingar víst
á seinastu árini. Hóast vit
vaksnu eisini hava brúkarar
á sosialu miðlunum og á
onkran hátt ivaleyst eisini
liva eitt lív á netinum, so eru
vit helst ikki heilt varug við,
hvussu okkara ungu liva sítt
lív á netinum.
Tað er í øllum førum
greiða niðurstøðan hjá løg
regluni og barnaverndarstov
uni.
Í temasíðunum hesaferð
kanst tú lesa, at løgreglan
fær fleiri og fleiri fráboðanir
um børn, sum hava verið
fyri ágangi á netinum. Og at
løgreglan nú heitir á foreldur,
um at traðka til.
Tað var júst tað ein
mamma gjørdi, tá ið hon
varnaðist, at atburðurin
hjá 14 ára gomli dóttrini
broyttist. Vikuskiftis Sosial
urin hevur gjørt samrøðu
við mammu og dóttir, sum
ynskja at vera dulnevndar í
blaðnum. Tær hava upplivað,
at trýst á sosialu miðlunum
hevur elvt til, at 14 ára gamla
gentan kendi seg trýsta til
at senda naknar myndir
av sær sjálvari til annan
Snapchat brúkara. Og hóast
hugsanin við Snapchat er, at
myndir og boð hvørva eftir
nøkur sekund, so ber væl
til at goyma myndirnar, um
tú ert nóg kvikur. Og júst
hetta gjørdi drongurin, sum
fekk naknu myndina um
vegis Snapchat. Tað gjørdist
sostatt byrjanin til eitt langt
tíðarskeið við internetharð
skapi móti ungu gentuni og
familjuni. Mamman hevði
tær reglur galdandi, sum
flestu okkara meta sum
nøktandi. Men kortini livdi
dóttirin eitt lív á netinum,
sum í síðsta enda endaði við
at seta hana í sera trupla
støðu.
Eins og vit í dag hyggja
aftur á undanfarin áratíggju
og gruna um, hvussu tað
ber til, at vaksin fólk royktu
í høvdið á smábørnum, so
er spurningurin, um júst
atferðin og frælsið hjá okkara
ungu á internetinum verður
tað, sum vit um áratíggjur
fara at hyggja aftur á og
spyrja – hví lótu vit tey ferð
ast so frítt á netinum?
Undir øllum umstøðum
er ikki ivi um, at tað upp
vaksandi ættarliðið livir sítt
egna lív á internetinum. Eitt
lív, sum foreldur ikki kenna
vavið á.
Hóast internetið hevur verið ein fastur
partur av okkara lívið nú í nøkur ár,
so eru vit framvegis ikki fullgreið
yvir, júst hvussu internetsamleikin
ávirkar tað uppvaksandi ættarliðið
Barbara Holm
Redaktørur á Vikuskiftis Sosialinum
Hvussu er tøkniliga
lívið hjá børnunum?
BIRGITH LASSEN
M
øguliga sær tað trygt
út. Børnini sita við
telduna ella paddin
og senda fjákutar
myndir millum hvønn annan. Men
eru foreldrini í veruleikanum greið
yvir, hvørjum børnini samskifta
við?
– Foreldrini vita ikki, hvussu
sosialir miðlar eru skrúvaðir
saman, og tí eru tað ikki øll foreldur
sum eru greið yvir vandarnar, sigur
Óli Rubeksen, sum er fyribyrgjandi
ráðgevi á Barnarverndarstovuni.
Tøl úr grannalondum vísa, at
trupulleikin er alsamt vaksandi. Í
Noregi upplýsir løgreglan, at talið
av fráboðanum vaks við 80% eftir
einum ári. Hóast vit eingi tøl hava,
sum siga nakað um fráboðanir á
hesum økinum í Føroyum, er eingi
orsøk at halda, at føroysk børn eru
trygg á alnótini.
Sambært Óla Rubeksen er
trupulleikin stórur, og hann vaksur
við rúkandi ferð. Ein pástandur,
sum løgreglan kann nikka váttandi
til.
– Vit fáa javnan fráboðanir um
brotsgerðir á alnótini. Í veruleik
anum er hetta tað størsta økið
innanfyri børn og ung í løtuni, sigur
Mariann Reinert, løgreglukvinna.
Fleiri føroysk dømi
Mariann Reinert og Óli Rubeksen
eru bæði knýtt at tí sokallaða
SSP-samstarvinum. Eitt samstarv
millum skúlar, sosialar myndug
leikar og løgregluna, hvørs enda
mál er at leiða ungdóminum rund
an um trupulleikar. Fyri nøkrum
árum síðani var rúsdrekka og
herverk í miðdeplinum, men nú er
tað alnótin og sosialar miðlar sum
verða raðfestir hægst. Orsøkin er
einføld.
Flestu børn í dagsins samfelag
hava atgongd til alnótina. Tey
brúka sosialar miðlar so sum
Facebook, Snapchat, Instagram
og Ask í gerandisdegnum. Sosialu
miðlarnir verða oftast brúktir at
samskifta við vinfólk, og foreldur
eru tí ofta ikki tilvitað um, at børn
ini lættliga kunnu falla í klørnar á
fólkum, sum ikki altíð hava tað
besta í hyggju.
Hóast tað er ringt at kortleggja
hvussu umfatandi trupulleikin
er, kann VikuskiftisSosialurin
staðfesta, at dømini eru fleiri. Vit
hava millum annað tosað við unga
gentu, sum varð hótt og noydd at
senda nakinmyndir av sær sjálvari
á einum sosialum miðli. Hon kendi
seg hóttan og gjørdi sum hon var
biðin. Sakin, sum gjørdist eitt løg
reglumál, endaði við at myndin
floreraði millum ung úr øllum
landinum.
Lætt at vera brotsfólk
Foreldur eru ofta ikki tilvitaði um,
at børnini lættliga kunnu falla í
klórnar á brotsfólki. Og tað ger
lívið lætt hjá fólkum, sum vilja gera
seg inn á børn.
Løgreglan fær fleiri og fleiri fráboðanir um børn, sum
hava verið fyri ágangi á alnótini. Myndugleikar biða
nú foreldrini um hjálp at fáa tamarhald á støðuni.
ALNÓTIN
ER EITT
VANDAMIKIÐ
SPÆLIPLÁSS
Um brotsfólkið er
ein vaksin maður
ella ein ung
genta, er líka
mikið. Hvørjum
landi brotsfólki
er í, spælir
eiheldur inn. Øll
brotsfólk, sum
hava hug at gera
seg inn á børn,
hava atgongd til
børnini døgnið
runt, tí børnini
sita einsamøll við
sínari smartfon á
kamarinum«
Óli Rubeksen