Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mars 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 FRÍGGJADAGUR 11. MARS 2016 SOSIALURIN 30 – Um brotsfólkið er ein vaksin maður ella ein ung genta, er líka­ mikið. Hvørjum landi brotsfólki er í, spælir heldur ikki inn. Øll brots­fólk, sum hava hug at gera seg inn á børn, hava atgongd til børn­ini døgnið runt, tí børn­ini sita einsamøll við sínari snild­fon á kamar­inum, sigur Óli Rubeksen, fyri­byrgjandi ráðgevi á Barna­ verndar­stovuni. Óli Rubeksen greiðir frá, at brots­fólkið ofta arbeiðir sera mál­ rættað. Tað byrjar ofta við, at brots­ fólkið upprættar sær ein falskan brúkara á Facebook, Snapchat og øðr­um sosialum miðl­um. Brots­ fólk­ið vendur sær so til ávís børn og yvir tíð gerast tey bæði vinfólk. Tá barnið byrjar at fáa álit á sínum nýggja vini, fær tað boð um at gera ávíst. Tað kann vera at syrgja fyri, at tann falski brúkarin fær tilsent pengar. Tað kann eisini vera, at barnið verður biðið um at taka eina mynd av sær sjálvum. Í ógvusligasta føri endar tað við, at tann falski brúkarin biður barnið møta sær í veruleikanum. Hetta kemur tó ikki ofta fyri. Bæði sosialir myndugleikar og løgreglan heitir á foreldur at vera tilvitað um, at brotsfólkini finnast á øllum sosialum miðlum. Avleiðingarnir fylgja børnunum í fleiri ár Tá eitt barn verður lokkað út í óføri á alnótini, kunnu avleiðingarnar fylgja barninum restina av lív­ inum. – Frá tí løtuni tú hevur tikið eina mynd við tíni snildfon, hevur tú ikki longur tamarhald á mynd­ini. Onkur kann stjala ella hakka seg inn á tína telefon og stjala mynd­ ina. Og endar myndir á alnótini, kunnu hvørki tú ella vit (løg­reglan, red.) gera nakað fyri at fáa mynd­ ina slettaða, sigur Mariann Reinert, løgreglukvinna. Mariann Reinert hevur havt sam­band við fleiri børn, sum hava verið fyri ágangi á alnótini, og hon sigur, at tað tekur hart upp á børn­ ini. Ofta verða børnini illa happað og summi verða eisini hótt við lív­ inum, tí foreldur teirra hava meld­ að brotsfólkið. – Tey børn, eg tosi við, eru ofta sera kedd, meðan foreldur teirra ofta hava skuldarkenslu, tí tey ikki hava vart børnini nóg væl, sigur Mariann Reinert. Ringt at fyribyrgja uttan hjálp frá foreldrum Mariann Reinert greiðir frá, at fráboðanir frá fólki sum hava verið fyri ágangi á netinum, ikki verða bólkaðar saman. Løgreglan hyggur eftir, hvat ítøkiliga er hent, og bólk­ ar síðani fráboðanina saman við øðr­um málum. – Hevur onkur hakkað seg inn á tína bankakontu og stolið peng­ar, verður fráboðanin bólkað sam­an við vanligum stuldri. Verður barn títt lokkað til at senda eina nakin­ mynd umvegis Snapchat, verð­ ur fráboðanin bólkað saman við øðrum sexsjikanum, tí er tað ringt at siga, hvussu umfatandi trupul­ leik­in er, sigur Mariann Reinert, løg­reglu­kvinna. Men bæði hon og Óli Rubeksen leggja tó stóran dent á at draga for­ eldrini inn í leikin. Uttan hjálp frá foreldrunum, kunnu myndug­leik­ ar­nir einki gera, siga tey bæði. – Foreldrini skulu seta seg væl og virðiliga inn í tann talgilda heim­in. Tey skulu læra at broyta inn­stillingarnar hjá børnunum, so­leiðis at tey bara sleppa at sam­skifta við vinfólk, tey kenna framm­an­undan. Og so er tað eisini týdn­ingar­mikið, at foreldur og børn javnan tosa um, hvat gongur fyri seg á sosialum miðlum, sigur Óli Rubeksen. Hjá løgregluni eru tey samd í, at foreldrini spæla ein stóran leiklut. Ikki bara tá tað snýr seg um at fyri­byrgja, at børnini samskifta við fremmandafólk, men eisini at fyri­byrgja, at teirra børn fremja brots­verk á alnótini. – Alt ov ofta síggja vit, at brots­ fólkini eru onnur ung, sum sita hinu­megin skermin og kenna seg einsamøll. Eg vil tí heita á øll for­ eldur um at vera um børn teirra og fylgja við í, hvat tey gera í veruliga lív­inum eins og á alnótini, sigur Mariann Reinert, sum vónar at for­eldr­ini taka viðmælið til sín, so myndug­leikarnir kunnu fáa tamar­ hald á støðuni. ASK.fm Hetta er helst tann best umtókta síðan millum ung í Føroyum. Her kanst tú spyrja dulnevndar spurn­ingar til ein og hvønn. Fleiri álvarsmál hava verið frammi í føroyskum miðlum, eftir at grov happing er farin fram á Ask.fm. Á Ask.fm kunnu øll vitja tín profil, men tú kanst velja dul­nevndar spurningar frá. SNAPCHAT Ein serstakliga væl­um­ tóktur appur, sum flestu ung í aldrinum 13-25 brúka. Við snapchat kanst tú senda myndir ella sjónbrot við teksti. Myndin verður tikin og send til ein ella fleiri vinir. Móttakarin kann bert síggja myndina í eitt avmarkað tíðarrúm. Her kann ein brúkari vera dulnevndur, og tí er umráðandi at hugsa um, hvørjar myndir, tú deilir. INSTAGRAM Ein vælumtóktur appur sum verður brúktur at deila myndir við. Her kanst tú fylgja fólkum úr øllum heiminum, og øll kunnu fylgja tær og tínum myndum. Instagram loyvir dul­ nevndum brúkarum, men tú kanst steingja tína síðu, so tú sjálv kanst ráða yvir, hvør sær tínar myndir. FACEBOOK Tú kennir uttan iva facebook, so vit skippa lýsingina. Vælumtóktir sosialir miðlar BIRGITH@SOSIALURIN.FO »Frá tí løtuni tú hevur tikið eina mynd við tíni smartfon, hevur tú ikki longur tamar­hald á myndini. Og endar myndir á alnótini, kunnu hvørki tú ella løgreglan gera nakað fyri at fáa myndina slettaða« Mariann Reinert Mariann Reinert, løgreglukvinna Børn hava í stóran mun valt tøknina fram um reiggjur og sandkassa. Men brúka børnini alnótina uttan fyrivarni, kann trygdin vera í vága. VikuskiftisSosialurin varpar hesa ferð ljós á trygd á alnótini.