hósdagur 10. mars 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. MARS 2016
SOSIALURIN 30
12
– Eg havi altíð uppalt míni
børn til at vera sera varin við
sosialum miðlum. Tey skulu
aldrin skifta ella lata seg
úr klæðunum frammanfyri
eini teldu, sigur mamman
HALLUR AV RANA
S
osialir miðlar er møguliga
eitt av teimum meira tor
føru tingunum hjá for
eldrum at taka støðu til
og skilja. Talan er um eitt relativt
nýtt fyribrigdi, ið flestu foreldur
ikki sjálv er voksin upp við, og
kann tað sostatt verða torført at
vita, júst hvørja ávirkan tað hevur
á eins egnu børn.
Ræðusøgurnar eru tó nógvar,
og javnan hoyrist um børn og ung,
ið eru endaði í óhepnar støður, ið
mest er at líkna við reinan terror,
har myndir ella eymir upplýsingar
eru falnar í skeivar hendur. Men
við so mongum slíkum søgum er
ráðandi tankin helst, at tað aldrin
fer at henda fyri teirra børn.
Tað hugsaði Sára eisini, ið altíð
hevur lagt dent á at greiða hennara
børnum frá vandunum við sosial
um miðlum, og givið teimum leið
reglur ,í hvussu tey skulu bera seg
at. Men hóast tað, so hendi tað
óhugsandi ein dagin.
Vikuskiftis-Sosialurin hevur
tosað við eina mammu og hennara
14 ára gomlu dóttir, ið sendi eina
persónliga mynd til ein drong, ið
valdi at senda myndina víðari til
fólk kring Føroya land.
Av tí, at fleiri í familjuni hjá
gentuni ikki kenna til tilburðin,
og talan er um eitt eymt mál, eru
nøvn, aldur og støð í søguni broytt.
Trýst til at senda
nakinmynd
Sára hevur fleiri børn, og hevur
hon sum flest onnur foreldur roynt
at lært tey um sosialar miðlar.
– Eg havi altíð uppalt míni børn
til at vera sera varin við sosialum
miðlum. Tey skulu aldrin skifta ella
lata seg úr klæðunum frammanfyri
eini teldu, og um tey verða biðin
um at gera nakað, so skulu tey siga
nei og siga mær frá, greiðir Sára
frá.
– Harumframt sluppu tey ikki
at vera ov leingi á netinum og
framvegis. Men so hendi tað í eini
summarferiu, at eg sløkti lásið á
iPadinum, tí børnini vildu sleppa
at vera á honum, nú tey vóru meira
heim. Eg hevði álit á teimum, men
tað var tá, at tað gekk galið.
Sára sipar til eina hending við 14
ára gomlu dóttur síni, Marnu. Sum
flest allir aðrir tannáringar í dag,
var Marna til staðar á Snapchat,
Facebook, Instagram og øðrum
sosialum miðlum.
– Alt byrjaði við, at nakrir
dreingir royndu at trýsta meg til
at senda teimum eina nakinmynd.
Eg noktaði fleiri ferðirnar, men teir
hildu á, og byrjaðu at senda mær
nakinmyndir av sær sjálvum.
At enda føldist trýstið so stórt,
at eg varð noydd at geva eftir. Eg
sendi teimum eina mynd, sigur
Marna.
Myndin varð send á sosiala miðl
inum, Snapchat. Hóast miðilin er
gjørdur soleiðis, at myndir hvørva
eftir nøkrum fáum sekundum, so
ber til hjá fólki at taka eitt avrit
av skerminum, og sostatt goyma
sjálva myndina.
– Eg visti ikki av tí, men hesin
drongurin goymdi myndina og
víðarisendi hana til gentur og
dreingir um alt Føroya land. Ser
liga var tað á Facebook, at javn
aldrar deildu myndina við hvørj
um øðrum, og í minst fimm stórum
skúlum kring landið, hevur myndin
verið í umfar, greiðir Marna frá.
Tá eg havi frí,
brúki eg nógva
tíð og orku til at
hugsa um mítt
arbeiði. Eg fyri
reiki og eftirmeti
í míni frítið, tí
eg ikki havi nóg
nógva tíð at gera
tað í, meðan eg
eri til arbeiðis«
MARRAN
GJØRDIST
VERULEIKI
– Tað eg læs skelkaði meg. Alt klappaði saman hjá mær. At byrja við bleiv eg
fullkomiliga ill og síðani kedd, tí har var myndin, og nú skilti eg tað, ið gekk fyri
seg. Eg havi snakka so nógv við børnini um hetta, men kortini hendi tað. Eg fór
ikki at gráta, men gjørdist ill. Tað sigur ein mamma, ið Vikuskiftis-Sosialurin
hevur tosað við, um hendingina, tá ein nakinmynd av hennara dóttur varð deild
á netinum. Fyri at verja familjuni eru mammu og dóttur dulnevnd í greinini
Nakin myndir av dóttrini á netinum
MYND: ÁLVUR HARALDSEN
TEMA Børn á alnótini
Framhald á næstu síðu