Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mai 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. MAI 2016 SOSIALURIN 55 8 PERSÓNSSØGA Seinna móðurmerkinum heldur hon tí eisini eyga við, og skjótt gerst greitt, at hetta veksur skjótt og broytir lit. Um sama mundi fær ein fam­ ilju­limur hjá Elisabeth staðfest eitt held­ur ófarligt slag av húðkrabba. Tað er fyri so vítt ikki krabbi, men bert byrjanin til tað, og kann lætt­ liga lekjast. Tankanir hjá ungu dam­uni fara tí aftur til løgnu blett­ar­nar á beininum, og hon ger av at fara til lækna á sumri 2015. Men læknin heldur ikki nakað er at koma eftir. Hon verður send heim­ aftur uttan nakað hóvasták. – Men eg slepti allíkavæl ikki hesum báðum móðurmerkjunum, tí eg helt tað var okkurt galið við teimum báðum, greiður Elisabeth Vitalis Bærendsen frá. Um ársskiftið 2015/2016 fer Elisabeth aftur til lækna við somu ørindum. Læknin heldur fyri, at um tað kann geva ungu kvinnuni frið í sálina at kanna móðurmerkini, so kann hann gera tað. Tað verður gjørt, tó framvegis uttan, at læknin heldur orsøk vera til tess. Á vári í ár fer Elisabeth sostatt til ein húðlækna. Og hesin hevur eina øðrvísi mynd enn kommunu­ læknin. – Eg haldi húðlæknin beinan vegin visti okkurt var galið. Eg vísti honum myndirnar, sum eg hevði tikið seinastu árini, og hann sá, at tað seinna móðurmerkið vaks og sá heldur illgrunasamt út, greiðir Elisabeth Vitalis Bærendsen frá. Húðlæknin helt fyri, at Elisabeth skuldi fara beina kós til ein skurð­lækna, sum kundi taka burt­ur móðurmerkini og at tey eftir­fylgj­andi skuldi sendast til kann­ingar. Og so varð gjørt. – Tað vísti seg, at fyrra móður­ merkið – tað, sum eg helt var tað sjúka – var bert eitt instektbit, sum síðani hevði elvt til eina løgna reakión. Men tað seinna var ógvu­ liga illa rakt, og krabbin var farin nak­að inn ígjøgnum húðløgini, greiðir Elisabeth frá. Hesi boðini vóru tung at frætta hjá ungu tvøradamuni. Óveruligt var tað, at kós nú skuldi setast móti Ríkissjúkrahúsinum at leggjast undir skurð fyri krabbamein. Tann einasta unga Tann 25. og 26. apríl varð Elisabeth løgd undir skurð. Áðrenn hetta hevði Ríkissjúkrahúsið kannað húðina rundan um móðurmerkini og funnið fram til, at krabbin hevði spreitt seg rímiliga langt inn í húðina. Tí var vandi fyri, at lymf­urnar eisini vóru merktar av krabb­anum, og bæði húð og tríggjar lymfuknútar skuldu tí sker­ast burtur. Elisabeth kendi seg væl viðfarna á Ríkissjúkrahúsinum. Men á deild­ ini fyri húðkrabba varð løgið at sita. Einamest tí, at hon var tann ein­asta unga kvinnan í rúminum. – Restin vóru eldri, rukkut og sjúk fólk, meðan eg sat har, 22 ár og við móðurmerkjakrabba. Tað var púra óveruligt, sigur Elisabeth Vitalis Bærendsen. Áleið tríggjar vikur seinni – tann 10 mai – fekk Elisabeth so boðini um, at hon var frísk. Kanningarnar vístu, at krabbin ikki hevði spreitt seg í lymfurnar, hóast læknarnir stúrdu fyri tí. – Eg minnist ikki reiðiliga, hvat læknin segði við meg tá hon ringdi. Eg minnist bara hon segði, at boð­ ini vóru góð, sigur Elisabeth um løt­una, sum hon hevur stúrt fyri síð­ani skurðviðgerðina. – Eg havi stúrt fyri hesum boð­ unum. Um eg nú framvegis var sjúk ella ikki. Og tað fari eg ivaleyst at hugsa leingi, sigur Elisabeth Vitalis Bærendsen. Solarium og sólferiur Elisabeth er sum mong onnur ung á hennara aldri. Henni dámar væl at ferðast, liggja á strondini sunnan­fyri og njóta lívið við einari góðari bók. Og tað hevur hon gjørt hvørt ár seinastu mongu árini. Tá hon var yngri, var solarium eisini ein partur av gerandisdegnum. – Eg havi ongantíð verið brún um veturin, men hvørjaferð eg havi verið sunnanfyri, havi eg tikið sól bæði áðrenn og aftaná, fyri at halda farvuna og fyri at fyrireika húð­ina til sólina, sigur Elisabeth Vitalis Bærendsen. Tá hon var yngri gjørdist ein onnur ung genta í nær­um­hvørv­ inum sjúk júst av móður­merkja­ krabba. Í dag heldur Elisabeth tað vera ótrúligt, at tað ikki var nóg mikið fyri at fáa hana at hugsa um vandan. – Eg havi altíð hugsað, at tað ikki kann henda fyri meg. At eg eri ov ung, og at eg ansi nøkunlunda eftir mær sjálvari. Men eg havi ongantíð tikið vandarnar við sólini í álvara, sigur Elisabeth Vitalis Bærendsen. Hon hevur brúkt sólkrem, hild­ið seg frá solarium í vetrarhálvuni og ann­ars ikki nýtt solarium seinastu fimm árini ella har á leið. Hon hev­ ur helst verið sum flest onnur. – Tíbetur havi eg so eisini verið eyka ansin um sjúkur og slíkt. Ann­ ars hevði eg hildið fram á sama hátt og ongantíð varnast móður­merkja­ krabb­an, sigur Elisabeth Vitalis Bærendsen. OL, sólhat og siesta Elisabeth Vitalis Bærendsen fer við sjeikinum Teiti Tausen, systur sínari og svágrinum, Maluni Vitalis Joensen og Páli Vitalis Joensen, til Rio í summar, har Pál skal luttaka í OL. Og neyvan er stórvegis ivi um, at veðurlagið í Rio bjóðar uppá nógvan hita, strandartúrar og uttan­dura hugna. Men fyri Elisabeth skal innihaldið í øllum fram­tíðar ferium broytast. – Nú fari eg ikki longur at liggja á strondini í tímavís uttan gott sól­ krem. Eg fari ikki at vera úti mill­um klokkan 12.00 og 15.00 um dagin, tá ið sólin stendur hægst. Og eg fari at hava ein sólhat við, sum kann verja meg fyri strálunum, sigur Elisabeth Vitalis Bærendsen. Tá tú hevur havt móður­merkja­ krabba, so ert tú í vanda fyri at fáa krabban aftur, tey fyrstu tvey árini eftir lokna sjúkralegu. Tí eru komandi árini av stórum týdningi fyri Elisabeth og hennara brúnu blett­um. Og teir eru nógvir í tali. – Eg havi sera sarta húð og nógv móðurmerki og tí má eg kanska ansa mær eyka væl eftir húðini. Men tað merkir tó ikki, at eg fari at steðga við at ferðast, slær unga tvøra­daman fast. Elisabeth er ein lívsnjótari og roynir av øllum alvi at vera verandi tað. – Eg fari at royna ikki at seta meg heima, tí eg eri bangin fyri sól­ ini. Men eg má fáa eina nýggja til­ gongd til tað at ferðast, so eg kann verja meg sjálva betur í framtíðini, sigur Elisabeth Vitalis Bærendsen. Og júst tað – at vera tilvitað um sjálvverju – er orsøkin til, at Elisabeth vil siga sína søgu fyri Sosialinum, nú bert fáir dagar eru gingnir, síðani hon varð staðfest frísk. – Eg vóni veruliga, at onkur kann brúka mína søgu til at ansa bet­ur eftir sær. Til at taka vandar­ nar við sólini í álvara og ikki bara hugsa sum eg, at tað neyvan kann henda fyri ein sjálvan. Tí tað kann tað, sigur hon. Og sum ein eyka trygd kanst tú eis­ini leggja tær í geyma, at móður­merkjakrabbi mangan sæst við berum eyga. Tí er tað eitt gott hug­skot at taka myndir av tínum móður­merkjum javnan og soleiðis fylgja við í, um alt er sum tað skal vera. – Tað fari eg at gera framyvir ein fastan dag um mánaðin. Av­ bjóð­ingin hjá mær verður so, at ikki nýta ov nógva orku í at kanna og stúra, sigur Elisabeth Vitalis Bærendsen. Hóast summar, sól, OL og nógv­ar stuttligar løtur standa fyri framm­an hjá ungu kvinnuni, so er komandi tíðin eisini merkt av eftir­lits­kanningum. Elisabeth fær í næst­um at vita, hvussu leingi hon skal ganga til eftirlit, men ivaleyst er talan um triðja til sætta hvønn mánað í fimm til tíggju ár – um alt gongur væl. »Eg vóni veruliga, at onkur kann brúka mína søgu til at ansa betur eftir sær. Til at taka vandarnar við sólini í álvara og ikki bara hugsa sum eg, at tað neyvan kann henda fyri ein sjálvan. Tí tað kann tað« Elisabeth Vitalis Bærendsen Hóast summar, sól, OL og nógvar stuttligar løtur standa fyri framman hjá Elisabeth, so er komandi tíðin eisini merkt av eftirlitskanningum PRIVATMYND