Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mai 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. MAI 2016 SOSIALURIN 55 9 MÓÐURMERKJAKRABBI Tað finst sjálvsagt einki garanti fyri, at tú kanst síggja frísk ella sjúk móðurmerki við berum eyga. Kortini hava serfrøðingar í krabbamein av hesum slag gjørt eina sokallaða abcde reglugerð, har tú kanst nýta ymiskar hættir til at halda eyga við støðuni hjá tínum móðurmerkjum ...og abcde eftirlitsreglurnar BARBARA HOLM A symmetriskt Frísk móðurmerki og frøknur eru oftast symmetriskar. Tað vil siga, at um tú teknar eina linju gjøgnum móðurmerki, eigur tú at hava tvær eins hálvur. Eitt sjúkt móður­merki er hinvegin mangan asymmetriskt og sostatt fært tú ikki javnar hálvur, um tú teknar striku ígjøgnum. B order Kantarnir á einum sjúkum móður­merki eru ójavnir ella knorklutir. C olour Liturin á móðurmerkjunum hevur eisini stóran týdning. Hevur títt móðurmerki meira enn ein lit burdi tú tosað við læknan. Sunn móður­merki hava oftast bert ein lit. D iametur Ummátið á móðurmerkjunum kann mátast við einum blýanti. Er títt móðurmerki størri enn endin á ein­um blýanti – tað vil siga um 6 mm í ummáti – skalt tú ansa ser­ stak­liga væl eftir broytingum. E levation Um móðurmerkið hevjar seg upp­um húðina ella hevur eina ójavna flatu, eigur tú at fara til læknan. Vandabólkur Tú ert í størri vanda fyri at útviklað krabba í húðini, um tú hevur nógv móðurmerki, ert ljóshærd/ur ella reyðhærd/ur, hevur blá eygu og eina bleika og ljóssarta húð. Um tú hevur verið sólbrend/ur fleiri ferð­ir ella nýtur solarium, so ert tú eisini í størri vanda. KELDA: CANCER.DK Siesta Millum klokkan 12.00 og 15.00 ger sólin størsta skaðan. Tí er vert at finna uttandura ítriv hesa løtu, sum eru í skugganum, ella enn betur – at bert halda seg innan­dura. Sólhat Keyp tær ein stóran sólhat, sum verjir andlit, oyru og nakka. Lat teg í leys, tættvovin klæði og keyp tær einar góðar sólbrillur, um túrurin gongur suðureftir í summar. Sólkrem Nýt sólkrem, sum verjir bæði móti UVA og UVB strálum, við í minsta lagi faktor 15 verju. Hev­ur tú sarta húð og hevur lætt við at brennast, vel so ein hægri faktor. At nýta sólkrem er ikki ein umbering fyri at sita ov leingi í sólini. Lat vera við at nýta sólkrem sum fremstu verju – lat klæðini og hattin verja teg frá strálunum, og síð­ani smyr sól­krem har, sum klæðini ikki strekkja til. Nýt ríkiligt av sólkremi. Tummil­ fingur­reglan er – ein kropp­ur, ein full hond av sól­kremi. Sløkk solarium Ivaleyst vita tey flestu okkara nú, at solarium er skaðiligt fyri húð­ina. Tí er allar best, at tú bara sløkkir solarium. Nýtir tú solarium, so økir tað munandi um møgu­leikan fyri at fáa krabba­mein í húðina. SLØKK SOLARIUM! Seinastu árini hava vit fingið nógv góð ráð um, hvussu vit skulu bera okkum at í summarmánaðunum, tá ið vit ivaleyst eru meira í sólini enn annars. Nú summarið nærkast er umráðandi at hava í huga, hvussu tú best ansar tær, tá ið summarfrítíðin kallar MODELLMYNDIR Keyp tær ein stóran sól­ hat, sum verjir andlit, oyru og nakka