hósdagur 12. mai 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. MAI 2016
SOSIALURIN 55
10
TEMA
Fyrsta tingsetan
Men hvussu hava flokkarnir
klárað seg, nú tingið er farið
í summarfríð og politisku
leikvøllurin fer í steðg fram
til ólavsøku?
Eftir fleiri ár í andstøðu
eru Javnaðarflokkurin, Tjóð
veldi og Framsókn komin
aftur til valdið. Flokkarnir,
sum løgdu misálitsuppskot
fram, søgdu seg umboða ein
øðrvísi politik, søgdu seg vilja
eitt annað slag av politiskum
handverki og løgdu eina
ørgrynnu av málum fram
fyri tingið, eru nú tey, sum
sita við avgerðunum. Men
tað er munur á at sita við
valdið og at sita uttanfyri
ávirkan. Tað er lætt at hava
greiðar hugsanir, tá ið tú ikki
bestemmar. Soleiðis vil tað
vera.
Eitt greitt dømi um tað
er uppskotið, um at geva
familjum í fátækraváða
eitt fíggjarligt ískoyti.
»Tað var einki problem at
gjøgnumføra, og alt annað
var politisk undanførsla«,
søgdu táverandi andstøðu
flokkarnir, sum nú sita við
valdið.
Kortini er tað ikki fyrr
enn í hesi vikuni, at fíggjar
liga sperdar familjur hava
fingið hjálp frá CEF. Og
orsøkin verður søgd at vera
júst tann, sum táverandi
landsstýriskvinna í al
mannamálum, Annika Olsen
segði – at tað er trupult at
administrera reint praktist.
Í temasíðunum hesaferð
fara vit afturum tað, sum
samgongan hevur fingið av
skafti, síðani hon tók við 14.
september í fjør. Vit varpa
ljós á tað, sum er stungið út í
kortið fyri framtíðina og vit
vísa á teir brølarar, sum sam
gongan hevur gjørt.
Politiska avrikið verður
mett og vigað og vit geva tær
innlit í politiska veruleikan
í dag.
Úrslitið á valdegnum 1. september
gjørdi greitt, at eitt stjórnarskifti
skuldi fara fram í Føroyum
Barbara Holm
Redaktørur á Vikuskiftis Sosialinum
Samgongan
Fyrsta ting
setan hjá nýggju
samgonguni
ÁRNI GREGERSEN
T
á ið samgongan tók
við og mannaði lands
stýrissessirnar, vóru tað
tingfólk við royndum,
sum Aksel V. Johannesen, løg
maður, peikaði út.
Talan var um tingfólk, sum í
mong ár hava virkað í Løgtinginum,
men í langa tíð, umboðandi and
støðuna.
Aksel V. Johannesen er sjálvur
formaður í Javnaðarflokkinum og
hevði undan hesum valskeiðnum
nakað av royndum, sum lands
stýrismaður.
Tað sama kann sigast um Høgna
Hoydal, Tjóðveldi, meðani hini
seks landsstýrisfólkini ikki hava
umsitingarroyndir úr landsstýr
HVAT GEKK
VÆL OG
HVAT MIS
EYDNAÐIST
Royndu lands
stýrisfólkini
høvdu nóg mikið
við sjálvi at seta
seg inn í málsøkir
og høvdu tí ikki
stundir at sam
skifta og læra
nýggju ting
fólkini«
Óroynd tingfólk hjá samgonguni, gjørdu fyrstu
tingsetuna buldruta og ósamanhangandi
Tjóðveldi skuldi hava
trý nýggj inn fyri
landsstýrisfólkini og
ein fyri Magna Arge,
sum fór í Fólkatingið
MYND: ÁLVUR HARALDSEN