Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. apríl 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. apríl 2016 · Nr. 41 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eg vil halda lógina Marjus Dam fyrrverandi løgtingslimur Undirritaði ynsk­ ir at halda lógina. Tí skal bummurin burt, tá lánið er niðurgoldið. Sum brúkarar finna vit okkum ikki í, at Landstýrismaðurin gongur á odda at bróta eina heilt greiða av­ talu. Ein avtala skal haldast, hvørki meir ella minni. Rættartrygdin hjá borgarunum er fokin eins og álitið á politisku skipanina, um slíkur arbeiðsháttur vinnur frama. Ein arbeiðsháttur, har ein bummur verður brúktur sum »mjólkimaskina« til íløgur aðra­staðni, grundað á eitt undir­ fíggjað landsvegakjervið. Føroyingar eiga at fáa svar uppá ein spurning. Nær er láns­upp­ hæddin til Vágatunnilin útgoldin? Tí tá skal bummurin takast niður. Sambært lógini. Fyrst í Vágum og umleið 2 ár seinni um Leirvíksfjørð. Til stóra gleði, gagn og framburð fyri allar borgarar landsins. Greiða avtalan er staðfest í lóg­ini um Fast samband um Vest­ manna­sund og Leirvíksfjørð. Fleiri núverandi politikarar eins og fyrr­ verandi politikarar verða kall­aðir bæði líkt og ólíkt av blað­stjór­ anum á Sosialinum. Bert tí, teir/ tey vilja hava, at avtalan og lógin verður hildin av politiska mynd­ug­ leikanum. Tað skal heldur ongin ivi vera um, at økini, talan er um, als ikki góðtaka, at lopið verður frá av­ taluni. Politiskt var greitt, at bummurin skuldi burtur, tá lánini vórðu aftur­ goldin. Lógin sigur tað sama, hóast lógarteksturin kundi verið greiðari. Men tá viðmerkingarnar í lógini fyri Vágatunnilin og Norðoyatunnilin verða lisnar fyri at skilja lógina betri, so er als ongin ivi: Bummurin burt, tá lánið er niðurgoldið. Um partapeningurin(innskotið frá land­inum) skuldi gjaldast aftur, hevði tað verið brot á alla siðvenju, og tí hevði tað verið nevnt positivt í lógini um partapeningurin skuldi gjaldast aftur. Tað er ikki nevnt, tí tað var ikki ætlanin. Púra greið felagsfatan Anfinn Kalsberg táverandi løg­ maður, Karstin Hansen, táverandi fíggjarmálaráðharri, Finnbogi Arge táverandi landstýrismaður í vinnumálum, Edmund Joensen fyrrv løgmaður, Jørgen Niclasen tá­verandi landstýrismaður, Al­fred Olsen táverandi limur í vinnu­ nevndini, Marjus Dam, tá­verandi varalimur í vinnu­nevndini og Jóannis Nielsen, táverandi løg­ tingslimur, fyri bert at nevna nakrar úr hópinum, kunnu vátta at so var. Somuleiðis teir, ið smíðaðu lógina á sinni. Soleiðis kann ein halda á. Almenna Pf Vágatunnilin var eisini av tí fatan, at tá lánið varð goldið, so skuldi ikki gjaldast um bummin longur Nyttan av anlegginum kemur ikki til sjóndar, fyrr enn nú tað verður frítt at koyra. Útjaðarin má tryggjast Vit hava ein stóran trupulleika. Nevniliga at bæði útoyggjar og oyggjaleiðir eru um at bløða út vegna eina alt ov kostnaðarmikla farleið. Men tað hevur púrt onki at gera við vegin um Vestmannasund og Leirvíksfjørð. Tvørturímóti er tað ein uppgáva at lyfta fyri allar føroyingar. Hvørki meira ella minni. Í Vágum og Norðoyggjum hava vit ongan trupulleika at vera við til at lækka prísirnar á t.d. Suðuroyarleið og øðrum leiðum. Vit kenna alt til forðingina og tí vilja vit hava hesa burtur - eisini í Suðuroy, Sandoy og øðrum oyggjum. Men vit ynskja, at øll skulu vera við til at lyfta hesa uppgávu í felag. Vit bøta ikki um viðurskiftini í einum útjaðaraøki við at út­ skriva ein rokning til eitt annað út­jaðara­øki. Hetta verður gjørt við fram­halda­ndi at krevja inn gjald við bummarnar, eftir at lánið er niðurgoldið. KJAK Hví LGBT hevur havt slíkan viðvind seinastu áratíggjuni Vegna Ja til hjúnabandið Vegna Ja til hjúnabandið Ann Dahl Hansen Arni Zachariassen Helgi Abrahamsen Karl Johannesen LGBT og líknandi rørslur hava havt eina so einastandandi framgongd í vesturheiminum seinnu ára­tíggj­ uni, at hetta má metast at vera eitt av mest bergtakandi fyri­brigd­ unum í okkara tíð. Í ovurstóra ameri­kanska samfelagnum flutti sam­kyndleiki seg upp á minni enn tjúgu ár frá at vera kærleikin, ið ikki mátti takast upp á tungu, til at vera miðdepilin í gerandisdegnum hjá amerikanarum. Dagsskráin hjá LGBT-felagsskapum fekk tí nógv betri undirtøku, enn teir mest ágrýtnu forsprákararnir høvdu vænt­að. Í Føroyum hevur tað eis­ ini gingið skjótt, og ein sosial og moralsk kollvelting av hesum slagi krev­ur eina frágreiðing. Ein partur av frágreiðingini kann sporast aftur til 1989, tá bók­ in After the Ball: How America Will Counquer Its Fear and Hatred of Gays in the 90s varð givin út. Høv­ undarnir vóru tveir samkyndir ameri­kanarar, Marshall Kirk og Hunter Madsen, sum høvdu tikið útbúgving á kenda lærustovninum Harvard. Í bókini – hon var eitt slag av stevnuskrá, sum samkynd skuldu nýta gjøgnum 1990’ini – lýsa teir eina greiða ætlan fyri, hvussu tað skal eydnast at fáa almenningin at góðtaka alternativar kynsliga sam­leikar og atferð sum nakað heilt vanligt. Við at hyggja nærri eftir tí, sum teir skriva, kunnu vit betur skilja, hví almenna hugsanin um hetta umstrídda evni er broytt upp á lutfalsliga stutta tíð. Báðir vóru teir serfrøðingar innan yrki, ið vóru ógvuliga við­ komandi fyri søkina. Kirk í sálar­ frøði, og Madsen í at ávirka hugs­ anina hjá almenninginum. Mál teirra við bókini var »at broyta kensl­ur, vit og vilja hjá miðal amer­i­kanaranum gjøgnum eitt til­ ætlað psykologiskt álop, ið skuldi fremjast við at fóðra tjóðina við propaganda gjøgnum miðlarnar.« Við øðrum orðum tosa vit altso um at manipulera almenningin.[1] Hetta skuldi altso gerast við at føra seg snildisliga fram. M.a. skuldu samkynd tosa púra opið og »altíð« um samkyndleika. Eisini skuldu tey lýsa samkynd sum offur, ið høvdu tørv á verju, tí so fóru hins­kynd av sær sjálvum at fáa lyndi til at verja samkynd. Henda »offurlýsing« skuldi »umvenda« fólk, so at tey fóru at taka undir við samkyndum livihátti. Tað var eisini týdningarmikið at siga, at samkynd vóru fødd soleiðis – hóast kynslig orientering fyri menniskju flest tykist vera eitt úrslit av einum fløktum sam­ an­spæli millum, (1) hvat vit av náttúru hava lyndi til og (2) okkara umhvørvi í barna- og ung­dóms­ árunum. Og so skuldu tey, sum ikki tóku undir við sam­kyndum livi­ hátti, verða skýrd »homo­hatarar«, »avoldað« o. s. fr. Ikki kann sigast annað, enn at hesin ódámligi framferðar­hátt­ ur hevur eydnast væl í vestur­ heiminum, tí fleiri lond hava broytt hjúnabandslógina umframt nógvar aðrar lógir, sum hava samband við eina broytta hjúnabandslóg. Og nú standa Føroyar næst í røðini. Les eina longri útgávu av grein­ini her: https://hjunaband. org/2016/04/09/hvi-lgbt-hevur- havt-slikan-vidvind-seinastu- aratiggjuni/ [1] At ávirka tankar og hugburðir hjá øðrum við at nýta snildar og ofta óreiðiligar hættir (Den Danske Ordbog, mín týðing).