mánadagur 11. apríl 2016síða 7
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 11. apríl 2016 · Nr. 41
Marjun Manuela Behrens
praktikantur
Seinnapartin í gjár lá Teistin
uttanfyri Gomlurætt móti
Kirkjubø við opnari lúku.
Fólk í Kirkjubø varnaðust
hetta, og hetta fekk tey at
undrast.
In.fo hevur tosað við skip-
aran umborð á Teistanum, og
hann visti at siga, at tað bert
var ein følari til portrið sum
var farin.
– Tað var følarin, sum
regulerar portrið, so tað
kann latast upp og aftur,
sum var farin. Vit bíðaðu
eina løtu, meðan følarin varð
skiftur, og trupulleikin var
ikki størri enn tað, fortelur
skiparin á Teistanum.
Trupulleikin varð skjótt
loystur, og ávirkaði ikki sigl
ingina hjá Teistanum, og
hann siglir sum vanligt.
TÍÐINDI
Gott úrslit
hjá Keyp
samtøkuni
– Hóast lítil ella ongin
vøkstur er í innflutningi
av matvørum, og hóast
hørðu
kappingina
á
matvøruøkinum
hevur
Føroya
Keypssamtøka
megnað at økt um søluna
í øllum handlunum kring
alt landið.
– Føroya Keypssam
tøka er millum størstu
limafelagsskapir í Før
oyum. Endamál keyps-
samtøkunnar er at útvega
limunum í felag og undir
so góðum treytum sum
gjørligt góðar og óspiltar
vørur, og á annan hátt
gagna áhugamálum brúk
aranna.
Soleiðis skrivar Føroya
Keypsamtøka í tíðinda
skrivi, nú roknskapurin
er klárur.
Samlaða
nettosølan
hjá Keypsamtøkuni er
í 2015 økt við sløkum 9
prosentum. Úrslitið áðr
enn rentur v. m. var 6,6
mió.kr., og er tað besta
úrslitið hjá Føroya Keyps
samtøku seinastu 10 árini.
Eginpeningurin vaks við
12,3 prosent.
– Føroya Keypssam
tøka má metast sum ein av
størstu limafelagsskapum
í Føroyum. Longu nú
hava 8.500 ognað sær
nýggja limakortið, sum
vit byrjaðu at bjóða út í
oktober, skrivar Keyp
samtøkan.
Stjórn og leiðsla fegn
ast um ta góðu undir
tøkuna, Keypssamtøkan
hevur fingið frá limum
og viðskiftafólki annars,
og fara tey framhaldandi
at arbeiða fyri, at limir og
viðskiftafólk fáa bestu
vørurnar fyri so lágan
prís sum gjørligt, sam
stundis sum vit veita
bestu tænastuna.
– Føroya Keypssam
tøka hevur ein góðan og
støðugan starvsfólkahóp,
sum veitir limunum og
viðskiftafólki eina góða
tænastu. Umroknað til
fulltíðarstørv starvaðust
118 starvsfólk hjá Føroya
Keypssamtøku, og vuksu
lønarútgjaldingar við 2
mió.kr. í 2015.
Føroya Keypssamtøka
hevur átta handlar kring
landið við fimm lima
nevndum, sum limirnir
á ársfundum í teimum
ymisku økjunum velja.
Stjórnarlimirnir
verða
somuleiðis valdir á árs
fundinum, og valini góð
kend á ársaðalfundinum.
2015 var besta árið hjá
Keypsamtøkuni seinastu 10 árini
HEVÐI TRUPUL
LEIKAR VIÐ LÚKUNI
Í dag byrjar Beatles vikan
við einum brakið, tá bólkurin
hjá Signari í Homrum futtar
eitt frálíkt Beatles-sett av á
Beatles-torginum í SMS.
Signar sigur:
“Tað byrjaði faktisk við, at
beiggi mín Poul Eli, sum er
tvey ár eldri enn eg, kom og
segði við meg, tá eg var seks
ára gamal, at onkur hevði
skotið John Lennon. Tá visti
eg ikki hvør John Lennon
var, men skilti í hvussu er, at
okkurt ræðuligt var hent.
Síðani kom tónleikurin
hjá the Beatles at fylla
meira og meira, fyrst gjøg
num beiggjan Poul Eli, sum
rímiliga
skjótt
átti
allar
útgávurnar, og síðani gjøg
num mítt egna stereo-anlegg.
Tónleikurin hjá the Beatl-
es hevur síðani gjøgnum
árini givið mær so ómetiliga
nógv, og tað sum kanska er
mest løgið, er at tá eg enn í
dag lurti eftir tónleikinum,
so fangi eg meg sjálvan í at
hugsa, at hatta havi eg ikki
lagt merki til fyrr!”
Manningin:
Signar í Homrum: sang og
akk gittar
Høgni Fagraberg: gittar og
kór
John Johansen: bass og kór
Henning Hjalt Nicodemus
sen: trummur og kór
The Beatles – Ein
tónlistarlig lýsing
Kl 16.30 verður konsertfyri
lestur har Per Wium fortelur
og Stanley Samuelsen, syng
ur og spælir
Stanley Samuelsen, gittar
og sang
Per Wium, frásøgumaður
The Beatles byrjaðu í 1962
og alt var longu liðugt í 1970.
Per greiðir skemtiliga og
undirhaldandi frá tí tón
listarligu menningina, um
røddirnar, um tónleikin, um
samstarvið millum Lennon
og McCartney, um leiklutin
hjá Harrison.
Um árskiftið 1964-1965
vóru The Beatles á palli í
London so at siga hvørt
kvøld. Á skránni vóru løg
sum “Twist And Shout”,
"Baby's In Black", "Can't
Buy Me Love", "I Feel Fine",
"A Hard Days Night", "Rock
And Roll Music" og "Long
Tall Sally".
Árið eftir fingu Beatlarnir
nýggjan íblástur og fóru at
gera royndir við nýggjum
ljóðførum og stíli í sínum
tónleiki.
Hetta var eitt ár við
stórum broytingum. Tónleik
urin broyttist øgiligt, og
teir gjørdu av at gevast við
almennum konsertum.
Per Wium og Stanley
Samuelsen eru báðir upp
vaksnir við The Beatles og
hava fingist heilt nógv við
tónleik teirra.
Báðir eru royndir tón
leikarar við rót í 60’ara
tónleiki, og teir geva tær
serliga vitan um tónleikin
hjá bólkinum, og akust
isku tulkingarnar hjá Stan
ley geva tær høvi at njóta
sangirnar við tónlistarligum
smálutum og kenslubornari
virðing fyri upprunaverk
unum.
Per Wium er tónleikari
og
musikkjournalistur.
Han
hevur
arbeitt
sum
vertur
í
tónleikadeildini
hjá danska kringvarpinum
DR. Í dag fæst han mest
við
at
halda
fyrilestrar
um The Beatles og tónleik
teirra. Hann hevur skriva
bókina “Beatles for alle – en
introduktion til gruppens
musik”, sum kom út í 2010.
Bókin varð endurprentað
við eykatilfarið í august 2015.
Flestir føroyingar kenna
Stanley Samuelsen. Fødd
ur í Fuglafirði og hevur
upptraðka sum sangari og
guitaristur síðan 1964, og
hann gjørdist av álvarar
kendur í Føroyum við bólk
inum
Silly
Boys.
Hann
hevur útgivið seks fløgur
við
egnum
tónleiki
og
sangum. Stanley spælir bæði
einsamallur og við bólki og
hevur drúgvar royndir sum
studiotónleikari og hevur
sjálvur framleitt fleiri av
sínum egnu fløgum.
Beatles vika í SMS