Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-31, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. august 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 164 - 31. august 2004 Metkapping í Vági Vikuskiftið 28 og 29 aug varð metkapp- ingin 2003/2004 hildin í Vági. Hetta er ein opin kapping, t.v.s. at svimjarar í øllum aldri kunnu luttaka. Henda kapping hoyrir tó til svimjiárið SVIMJING Tíðindaskriv Vikuskiftið 28 og 29 aug varð svimjikapping í Vági. Hetta er ein opin kapping, t.v.s. at svimj- arar í øllum aldri kundu luttaka, men tey yngstu vórðu um 12 ár. Henda kapping hoyrir til svimjiárið 2003/2004 so svimjarar sum skullu skifta bólk fáa ein møgu- leika afturat at seta met í gamla bólkinum, tí verður kappingin rópt Metkapp- ingin. 44 kappingar vórðu svomnar, og tvey nýggj bólkamet blivu sett. Sum ikki einaferð verð tað Elspa Mørkøre úr FS í setti eitt nýtt bólkamet, og tað var í 200m frí svimj- ing við tíðini 2.19.3, og hitt meti setti Petur Mcin- tosh úr HS í 50m fir- valdssvimjing við tíðini 0.31.7. Annars gjørdist úrslitið av kappingini soleiðis: Gull Silvur Bronsa Nr 1 HS 28 18 6 Nr 2 FS 15 11 8 Nr 3 Flot 2 3 12 Nr 4 VS 1 0 4 Nr 5 TS 0 4 7 Næsta svimjikapping verður í Klaksvík um 14 dagar, fyri bólkarnar 1-2- 3. Annars á www.ssf.fo VENJARASTARV Stefan í Skorini Venjaraspurningurin hjá HB komandi kappingarár er svaraður. Heine Fern- andez og HB hava gjørt av at halda fram við samstarv- inum eitt ár afturat. Leygar- kvøldið skrivaðu Birgir Enghamar, formaður í Havnar Bóltfelag, og Heine Fernandez undir eina eitt ára avtalu. Heine Fernandez hevur verið leikandi venjari í ár, og hesum leiklutinum held- ur hann væntandi fram í. Partarnir eru væl nøgdir við úrslitini higartil í ár, og tí gjørdi nevndin í HB av at leingja samstarvið. Heine Fernandez hevur havt góð úrslit við HB í ár eftir eina heldur trilvandi byrjan. Á ólavsøku vann HB løgmanssteypið, og í løtuni liggur HB sera væl fyri í oddinum í 1. deild. Nógv bendir á, at Christian Høgni Jacobsen fer at spæla við B36 komandi kappingarár FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Hóast eingin vil vátta tíð- indini enn, veit Sosialurin frá álítandi keldum, at áleyparin Christian Høgni Jacobsen eftir øllum at døma verður at síggja í hvítu troyggjuni hjá B36 næsta ár. Christian Høgni fekk ein álvarssaman knæskaða fyrr í ár, og hann spælir tí ikki fótbólt aftur í ár. Felag hansara Vejle boðaði tá frá, at tað ikki vildi leingja sáttmálan, sum Christian Høgni hevði við felagið. Hetta hevur við sær, at áleyparin nú leitar sær heimaftur á klettarnar. Christian Høgni segði í Útvarpi Føroya fríggja- kvøldið, at hann kom heim- aftur at spæla, men hann vildi ikki gera nakrar við- merkingar til spurningin, hvat felag hann fór at um- boða. Formaðurin í B36, Kristjan á Neystabø, vil hvørki vátta ella avsanna tíðindini um hetta leikara- skiftið. Eitt kann tó sláast fast, og tað er, at feløgini longu eru farin undir fyri- reikingarnar til komandi kappingarár, og at samband hevur verið millum B36 og Christian Høgna. Framherjin á landsliðn- um hevði júst funnið mál- tevið í donsku 1. deild, tá hann meiddi sær knæið, og tí kom skaðin serliga illa við hjá honum. Hann var toppskjútti hjá Vejle um hetta mundið. Eingin ivi er um, at hetta er ein styrkur hjá B36. Um John Petersen verður ver- andi í B36, kunnu teir báðir gerast eitt vandamikið álopspar. Spæla mitt í viku FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Bara ein dystur var á skránni í bestu íslendsku fótbóltsdeildini sunnu- dagin. ÍBV hevði á Heimey vitjan av Víkingi, sum ikki er væl fyri í botninum. Víkingur fór longu leiðina úr oyggjun- um og til Reykjavíkar við 3-0 tapi. Í gjárkvøldið vóru tríggir dystir í sekstanda umfarinum á skránni. Tá var skráin henda: Fylkir- KA, Grindavík-FH og ÍA- Keflavík. Sambært skránni skuldi Fram-KR eisini verið spældur í gjárkvøldið, men tann dysturin er fluttur til í kvøld. Sambært okkara upplýsingum er Fróði Benjaminsen leikbann- aður ímóti KR, og Hans Fróði Hansen er ikki á liðnum. Við sannførandi sigrin- um á Víkingi lyfti ÍBV seg fram í ovasta plássið. Men FH legði seg aftur fremst, um teir í gjárkvøldið fingu stig ímóti Grindavík. At Vík- ingur tapti í oyggjunum ber við sær, at Fram kann sleppa upp um strikuna, um teir vinna býarupp- gerðina ímóti KR. jh Christian Høgni uppá tal í B36 HB og Heine halda fram Birgir Enghamar, formaður í HB, og Heine Fernandez hava júst skrivað undir sáttmálan, sum hevur við sær, at Heine Fernandez heldur fram í HB komandi kappingarár Mynd: www.hb.fo Christian Høgni Jacobsen verður eftir øllum at døma at síggja í álopinum hjá B36 komandi kappingarár Savnsmynd C M Y K 26 Nr. 164 - 31. august 2004 27 Ellis- & avlamis- heimið í Vágum Starvsfólk til røktina Sjúkrarøktarfrøðing til fast hálvtíðarstarv í skift- andi vaktum, í løtuni mest seina vakt og dagvakt,at byrja skjótast tilber. Sjúkrarøktarfrøðing til farloyvisstarv á 0.7 í skift- andi vaktum frá 1. okt. 04. til 1. febr. 05. Dentur verður lagdur á at umsøkjarin hevur góð samstarvsevni, hevur hegni og hug at veita brúkar- anum eina góða tænastu, sambært teim møguleik- um, ið eru. Umsókn við neyðugum prógvi v.m.verður at stíla til stýrið og senda til heimið áðrenn 16. sept. 04. Lønartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmála- ráðið og avvarðandi felag. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til leiðaran fyri heimið tilf. 332600/601. P. S. Gerast umsóknirnar ov fáar frá sjúkrarøkt- arfrøðingum, eru onnur røktarstarvsfólk væl- komin at søkja ístaðin til eitt tíðaravmarkað vikariat uppá 4 mánaðir. Suðuroyar Ellis- & Røktarheim 800 Tvøroyri Sjúkrarøktar- frøðingar og Sjúkrahjálparar/- heilsuatstøðingar Tvey størv sum sjúkrarøktarfrøðingur,uppá fulla tíð eru leys til setan frá 1. oktober 2004. Eitt starv sum sjúkrarøktarfrøðingur, við einari ar- beiðstíð uppá 0,5 er leyst til setan frá 1. oktober 2004. Tvey størv sum sjúkrahjálparar/heilsuatstøðingar, við einari arbeiðstíð uppá 0,7 eru leys til setan frá 1. oktober 2004. Løn og setanartreytir sambært sáttmálum millum avvarðandi fakfeløgum og Fíggjarmálaráðið. Nærri upplýsingar viðvíkjandi størvunum fáast við at venda sær til fyristøðukvinnuna Sunnevu Peter- sen tlf. 371666 lokal 147. Umsóknir við avriti av prógvum v.m. skulu sendast til: Suðuroyar Ellis- og Røktarheim Postrúm 51 800 Tvøroyri. innan 15. september 2004. Postboðavloysari m/k til posthúsið í Miðvági Søkt verður eftir einum tímaløntum avloysara m/k at bera post út í Miðvági skjótast møguligt. Arbeiðið fevnir um avloysing í postútberingini í sambandi við frítíð, sjúku og aðra fráveru. Viðkomandi má vera røkin,álítandi og kundavinar- ligur. Nærri um arbeiðið fæst at vita frá posthúsleiðaran- um í Miðvági. Løn eftir sáttmálanum millum Føroya Landsstýri og Føroya Postfelag. Skrivlig umsókn við møguligum tilmælum verður at senda til: Postverk Føroya Avgreiðsla og Søla Óðinshædd 2 · 100 Tórshavn www.sosialurin.fo 27