týsdagur 31. august 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 164 - 31. august 2004
Nr. 164 - 31. august 2004
29
Familjubilur til sølu
Toyota Corolla Verso árg. mars/2002. Koyrt 46.000 km
Hevur m.a. sentrallás, innb. barnasetur aftan,
el-rútar framman. Hevur verið til øll tænastueftirlit.
1/2 árs garanti er eftir.
Eyka sett av felgum við vetrardekkum fylgja við.
Sera vælegnaður sum familjubilur.
Prísuppskot 170.000,-
Tel 21 14 39
Umsjónarmaður
Søkt verður hervið eftir umsjónarmanni til
kommunalar bygningar v.m. í Miðvágs komm-
unu at byrja 1. oktober 2004 ella eftir nærri
avtalu.
Lønin er sambært 3. lønarflokki í sáttmálanum
millum Starvsmannafelagið og Kommunala
Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
kommunuskrivstovuna á tlf. 332429 ella borgar-
stjóran tlf. 221429.
Umsóknir vera, saman við upplýsingum um
útbúgving, royndum og møguligum viðmælum,
at senda til Miðvágs kommunu, 370 Miðvágur í
seinasta lagi 16. september 2004 kl. 15.00.
Bygdaráðið skilar sær rætt til, um ikki nøktandi
umsóknir eru, at lýsa starvið av nýggjum.
Miðvágs kommuna
Kunngerð
Sambært gr.6 í løgtingslóg nr.13 frá 21.mai 1954
um býarskipanir og byggisamtyktir, verður við
hesum gjørt kunnugt, at Miðvágs bygdaráð á
fundi 24. august 2004 samtykti at broyta
býarplanin fyri Miðvágs kommunu soleiðis,at ein
partur av matr. nr. 104, 326b, 292a, 252a og 254a
Niðri á Tjørn í Miðvági verður broyttur til A-øki og
ein annar partur av somu matr.nr.verður broyttur
til C-øki.
Kort, sum vísir broytingina liggur frammi til
alment eftirlit á bygdaráðsskrivstovuni í arbeiðs-
tíðini frá hósdegnum 26. august 2004 til hós-
dagin 16. september 2004 báðir dagar íroknaðir.
Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu
skrivliga vera bygdaráðnum í hendi í seinasta lagi
mánadagin 29. november 2004.
Miðvágs kommuna
Alheims 1.hjálpar-
dagur 11.sept.2004
Reyði Krossur Føroya skipar fyri skeið í 1. hjálp í
húsi felagsins,Vágsbotn nr. 9.
1) 12 tímar grundskeið: kostnaður kr. 700,-
11. sept. kl. 10.00-17.00
12. sept. kl. 14.00-17.00
16. sept. kl. 18.00-21.00
2) 3 tímar endurútbúgving 13. sept.
kl. 19.00-22.00. Kostnaður kr. 100,-
3) 20 tíma víðka skeið (fortreyt: grundskeið ella
endurútb. ikki eldri enn 3 ár).
19. sept. kl. 14.00-18.00
20. sept. kl. 19.00-22.00
27. sept. kl. 19.00-22.00
30. sept. kl. 19.00-22.00
02. okt. kl. 09.00-17.00.
Kostnaður: 1.0254,-
Tilmelding 31. aug. og 1. sept. kl. 19-21.
Tlf. 319630 · Fax 311217
Teldupostur: redcross@redcross.fo
Stór hús til sølu
Um hóskandi boð fæst eru eini stór hús í Sørvági til
sølu.
Tlf. 332825 og 333012
Kunngerð
Sambært gr.6 í løgtingslóg nr.13 frá 21.mai 1954
um býarskipanir og byggisamtyktir, verður við
hesum gjørt kunnugt, at Miðvágs bygdaráð á
fundi 24. august 2004 samtykti at broyta býar-
planin fyri Miðvágs kommunu soleiðis, at ein
partur av matr. nr. 408 og ein partur av matr. nr.
417 í Vatnsoyrum verður lagt sum B-øki.
Kort, sum vísir broytingina liggur frammi til al-
ment eftirlit á bygdaráðsskrivstovuni í arbeiðs-
tíðini frá hósdegnum 26. august 2004 til hós-
dagin 16. september 2004 báðir dagar íroknaðir.
Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu
skrivliga vera bygdaráðnum í hendi í seinasta lagi
mánadagin 29. november 2004.
Miðvágs kommuna
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
Avloysari fyri
pedagog
í barnsburðarfarloyvi til
Útibarnagarðin í Trongisvági
Stovns og stovu lýsing:
Útibarnagarðurin er partur av Dagstovninum Mýri-
fípan.Stovnurin er skipaður í 5 eindir,1 vøggustova,
3 barnagarðsstovur, har ein er hálvdagsstova, og
ein útibarnagarðsstova sum heldur til í øðrum
bygningi.
Útibarnagarðurin er normeraður til 21 børn í aldr-
inum 5-7 ár. Har arbeiða 4 starvsfólk 30 tímar um
vikuna.
Starvið:
Vit søkja eftir einum pedagogi til útibarnagarðin,at
arbeiða 30 tímar um vikuna fyri pedagog í barna-
burðarfarloyvi. Arbeiðstíðirnar eru millum kl. 7.30-
18.00. Starvið er tíðaravmarkað fyribils í tíðar-
skeiðnum 1.10.04-31.3.05.
Um eingin pedagogur søkir starvið,verður hjálpar-
fólk sett, tíðaravmarkað, ístaðin.
Vit vænta av tær:
• At tú ert við til at menna tað námsfrøðiliga
arbeiði á stovuni.
• At tú hevur góð samstarvs og samskiftisevnir.
• At tú ert álítandi, støðug/ur og dugir at taka
ábyrgd.
• At tú vísir virðing fyri børnum, foreldrum og
starvsfeløgum.
• At tú sýnir arbeiðsgleði.
• At tú ert nærverandi og dugir at vísa umsorgan.
• At tær dámar væl at vera nógv úti allar árstíðir.
Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi arbeiðspláss,
har útilív og arbeiðsgleði er í hásæti.
Lønarviðurskiftir:
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagog-
felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Meira fæst at vita við at venda sær til Doris
Rasmussen, virkandi leiðara, á tlf. 372700.
Umsókn, saman við upplýsingum um útbúgving,
arbeiðsroyndir og møguligum viðmælum, skulu
vera Dagstovninum Mýrufípuni í hendi í seinasta
lagi 15.09.04.
Tvøroyrar kommuna
Fyrsti upp-
stillingarfundur
Fyrsti uppstillingarfundur hjá Havnar Framburðs-
felag til býráðsvalið 2004 verður á Landsbókasavn-
inum mikudagin kl.20.00.Nýggir limir kunnu tekna
seg, møtið fjølment.
Havnar Framburðsfelag
valfelag Fólkafloksins í Suðurstreymi
C
M
Y
K
29
28