Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. apríl 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. APRÍL 2016 SOSIALURIN 43 18 Soleiðis hentar tú tara: Fyri at siga sum er, so veit eg ov lítið um tara til at geva tykkum nakra ordiliga vegleiðing. Men áðrenn eg fór út at henta fyrstu ferð – eg og Anna Malan hava verið nakrar ferðir eftir hondini - so spurdi eg meg fyri hjá ymiskum kønum fólki. Tey søgdu øll, at so at siga øll tarasløg kring Føroyar eru etandi, so lítil vandi er. Eg taki mær tó onga ábyrgd, so spyrjið endiliga køn folk, tit kenna, áðrenn tit fara í gongd. Tvey góð preið eru hesi: • Henta tara um várið, tá eru tarabløðini nýggj og smakka best. • Hugsa um at henta tara har tú metir at sjógvurin er reinur. Matgerð Kulinariska ævintýrið hjá Onnu Maluni TJÓÐHILD PATURSSON T að er langtsíðan eg havi smakkað fliðu, sigur Anna Malan og gloypir eina skoldaða fliðu. Hon hevur verið og heintað tara, og nú hon stoytti kókandi heitt vatn yvir taran, flotnar ein fliða. Djórið loysnar frá skelini og flýtur omaná – bara eina lítla løtu; nú er fliðan ávegis oman í búkin á Onnu Maluni. – Eg og babba royndu einaferð at gera fliðusuppu. Tað eydnaðist ikki so væl. Tá var mikroovnurin í hæddini, og fliðurnar eksploderaðu í mikroovninum … Skulu vit fara at gera fliðu-suppu í morgin, Tjóð­ hild? Eg royni, eg veruliga royni at vera jalig og taka ímóti øllum hug­ skotum – og allar oftast fellur tað mær natúrligt. Men onkuntíð, sum hesuferð, so ber tað ikki til. – Fliðusuppu …? Hvussu er tað at eta fliðu? Er tað ikki eitt sindur sum at eta ein snigil, spyrji eg, og hugsi um ein av hasum longu svørtu sniglunum, eg plagi at síggja ávegis heim vátar summardagar. – Sniglar … Eg minnist ikki heilt hvussu teir smakka, sigur Anna Malan. Hon grópar eitt sindur í plantu­kassanum uttanfyri – eg velji at trúgva at hon IKKI leit­aði eftir einum snigli. Ímeðan for­telur hon víðari um síni fyrstu kuli­ narisku ævintýr við fliðusuppu, torva­trøllum og grasormum. Tað rennir mær kalt niður eftir rygg­ in­um. Men eg veit samstundis, at fliðu­ suppan, grasormarnir og torva­ trøllini eru sjálvt grundarlagið undir tí forvitni, sum nú ger, at hon so ómakaleyst ein týsdag um døgurða­tíð kann fara oman í fjør­una at henta0 tara, og skjótt umvæla tað til deiligt tarasalat – sum var tað hitt mest natúrliga í heiminum. Júst hendan dagin høvdu vit á Kunningarstovuni í Nólsoy vitjan av nøkrum av internationellu KOKS-kokkunum (teir komu inn at drekka kaffi, javna fyri sjóverk­ið teir fingu umborð á Norðlýsinum – ella onkra aðrastaðni – hvør veit). Áh tilvildin, tilvildin! Eg mundi skrædn­að í látri, tá ið Anna Malan kom aftur úr fjøruni. Henda unga kvinnan við teimum kláru barna­ eygunum við fullum posa av tara – sum var tað hitt mest natúrliga í verðini. Hon átti havt bjóðað teim­ um eina fliðu, tað hevði set prikkin yvir i’ið. – Is that KELP?’, spurdi ein teirra. – Ja, segði Anna Malan bara. – What are you going to use it for?, spurdi hann so undrandi. – Seaweed salad, svaraði Anna Malan stutt og fór uppá loft við taranum. Teir sótu undrandi eftir niðri undir, ella undraðust teir als ikki, men halda ístaðin nú, at flestu føroyingar eta tara til døgurða – sum ikki er nakað býtt at halda, tí tað hevði verið snilt av okkum at gjørt. Snilt, tí tað er lokalt, tað veksur væl í Føroyum (droppa bara at royna at fáa salat at vaksa – et tara ístaðin!), hann smakkar væl og er ókeypis. Sjálv havi eg mest brúkt tara til søtt – ís og sjokolátu og lakress við tara. Tað er gott. Tarasalat havi eg gjørt nakrar ferðir og eisini roynt meg við eini suppu við tara (sum tó krevur nakrar ábøtur, áðrenn hon kann etast ;)). Eg eigi eitt sovorðið barn, sum gongur og smakkar uppá tara, tá ið vit eru niðri á sand­inu­m. Fitta, løgna, undurfulla barn­ið! Hesuferð fáa tit uppskriftina uppá tarasalatið hjá Onnu Maluni. Á middegi ótu vit tað bert, tað var gott! Seinni um kvøldið ótu vit tað við grillaðum røstum kjøti. Tað hóskaði seg væl. MYNDIR: TJÓÐHILD PATURSSON Tarasalat til døgurða á arbeiðssteðginum FRÁ FLIÐU-SUPPU TIL TARASALAT Anna Malan heintar tara Anna Malan ávegis heim við fonginum