hósdagur 14. apríl 2016síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. APRÍL 2016
SOSIALURIN 43
19
Umleið 4 tarabløð (soleiðis eitur
tarin Anna Malan heintaði
hendan dagin. Tað ber eisini til
at brúka annan tara. Møguliga
kókitíðin skal tillagast eittsindur).
Tað skal vera upp í ein lítlan bolla.
• 0.5 dl sesamolja
• 0.5 dl súrepkaedikkur
• 1 hvítleyksfet
• 0.5 dl sesamfræ
• salt, sitrónsaft og sukur at
smakka til
Lat teg úr gummistúlvunum og
skola síðani taran væl í vask
inum. Sker hann í munnbitar
– mær dámar best langar tunnar
strimlar, men bitar sum á mynd
unum er eisini fínt. Koyr tara
bitarnar í eina grýtu og stoyt kók
andi vatn útyvir. Kóka hetta upp,
og sløkk síðani undir plátuni.
Rista sesamfræ saman við
eittsindur av salti á eini turrrari
pannu. Blanda saman dressingin
av sesamolju og súreplaedikki.
Pressa hvítleyksfetið niður í
dressingin og smakka til við salti,
sukuri og sitrónsaft – t.d eitt nips,
eina teskeið og eina súpiskeið
av ávikavist salti, sukuri og
sitrónsaft.
Legg taran í eina skál og
vend honum við dressinginum
og teimum ristaðu sesamkjarn
unum. So er klárt.
Prei
Um tær dámar
væl heitan mat,
er gott við
chiliflykrum
Tara
salat