Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. apríl 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. APRÍL 2016 SOSIALURIN 43 20 Marionett leikur í Norðurlandahúsinum Dansa so væl leingi. Marionett leikur: Eleonora hevur bara ein dreym: At dansa. Spøl hennara eru dansur, og sjálvt besti vinurin hevur ilt við at skilja eldhuga hennara. Ein lívssøga um at fylgja sínum innasta dreymi. Rakel Helmsdal er dukkuførari og leikritshøvundur. Leygardagin 16. apríl klokkan 12 í Norðurlandahúsinum. DANJAL AV RANA T að var í farnu viku, at Kringvarp Føroya visti at siga frá, at ein stórur oljuleki var í mið­ býnum í Havn. Talan er um 1.400 litrar av gassolju, sum er likið úr einum oljutanga, og tó at sløkki­ liðið hevur skolað væl við vatni, stingur roykurin enn í nasarnar í grannalagnum. Og oljulekin er nú farin at hótta ólavsøkuna hjá nógvum. Mong munnu tey vera, ið hava bílagt vøru frá Hondarbeiðsbúðini í Tróndargøtu, men orsaka av olju­lekanum hevur Gisleyg Dahl Bonde verið noydd at stongja handilin fyribils. Orsøkin er, at ymiskar kann­ ingar og umvælingar skulu gerast í kjallaranum. Allarhelst verður neyð­ugt at taka taka gólvið upp eis­ini. Meðan arbeiðið stendur á, verður einki virksemi í hølunum. Gisleyg Dahl Bonde váttar, at hetta kemur illa við hjá nógvum. – Tað kanst tú ætlan, nú skúl­ arnir verða lidnir og ólavsøkan stendur fyri durum. Hetta er rættiliga óheldigt, sigur hon. Hon hevur nógv toy, vestar og silki liggjandi, sum fólk hava bílagt. Mikudagin vóru fólk og tømdu handlilin fyri vøru. – Eg komi tíverri at svíkja nógv fólk, men eg kann ikki flýggja nakað út, sum støðan er nú. Eg veit ikki enn, hvussu vøran er, hon hevur jú staðið í oljudampi í 14 dagar nú. Vandi er tí fyri, at hon hevur tikið skaða av tí. Eg vil so ikki útleverað hana til fólk, uttan at eg veit, at hon er í ordan, sigur Gisleyg Dahl Bonde. Enn veit hon einki um, nær handilin letur upp aftur. Hetta hendir... MANGT OG HVAT Hetta er eitt stuðulstiltak til frama fyri Beran og Felagið Pinkubarnadeyða, sum virkar undir Beranum. Nógv kenna ikki til felagið, og vilja tey tí varpa ljós á tað góða arbeiði tey gera fyri foreldur, sum hava mist. Tónleikarnir verða hesir: Jessica H. Joensen Jens Marni Hansen Tummas Eivind og Hans Arni v/bólki Elinborg Pálsdóttir Vegna Beran / Felagið Pinkubarnadeyði kemur Oddvør Poulsen, leiðari at siga nøkur orð, og Eyðun Christiansen fer at greiða frá, hvussu Berin hjálpti hansara familju, tá ið tey mistu barn. Peningur sum kemur inn, fer óskerdur til at gera upplýsandi tilfar til for­ eldur, ið missa pinku­børn, og til avvarð­andi teirra. Øll eru hjartaliga vælkomin – tey, sum hava mist pinku­børn, tey, sum kenna onkran, sum hevur mist og tey, sum bert ynskja at vita meira um evnið. Tiltakið verður í Reinsa­rí­ num sunnudagin 17. apríl kl. 16:00-19:00. Gloym meg ei Eg komi at svíkja nógv fólk, tí eg kann ikki útflyggja nakra vøru, sigur Gisleyg Dahl Bonde í Hondarbeiðsbúðini – Eg komi tíverri at svíkja nógv fólk, men eg kann ikki flýggja nakað út, sum støðan er nú, sigur Gisleyg Dahl Bonde MYNDIR: BIRGITH LASSEN