hósdagur 14. apríl 2016síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. APRÍL 2016
SOSIALURIN 43
21
KLUMMAN
Eirikur í Jákupsstovu
Stjórnarkreppa á
facebook og á gøtunum
Tað var áhugavert at síggja, hvussu
íslendingar í síðstu viku partvíst fóru av
facebook og út á gøturnar fyri at krevja
forsætisráðharran í landinum frá.
So skjótt tað kom fram, at forsætisráð
harrin hevði ein leiklut í skjølunum, sum
eru likin frá panamansku advokatskriv
stovuni Mossack Fonseca, vóru fleiri
túsund íslendingar uttanfyri Altingið og
mótmæltu. Tey skrivaðu ikki bara dagfør
ingar um, at tað er langt úti at snýta í skatti.
Eina løtu vóru eini 22.000 fólk úti á
gøtunum og mótmæltu at ein av politikar
unum, sum var við til at koyra landið á
heysin fyri fáum árum síðan, seinni varð
fyrigivin og síðsta val kom aftur til valdið,
nú aftur var í einari peningagølu. Óndar
tungur halda enntá uppá, at fjaldi pen
ingurin er tikin frá borgarunum í Íslandi á
onkran sera snildan hátt fyri nógvum árum
síðan.
Tá forsætisráðharrin vildi vaska talvuna
púra reina við einum nývali, har hann og øll
hini kollektivt kundu fáa fólksins dóm fyri
hansara gerðir. So hendi tað áhugaverda,
at forsetin, sum annars mest er ein kransa
køkufigurur, noktaði fyri hesum. Bara
forsætisráðharrin skuldi frá.
Tað gjørdi hann so, men tað skuldi bara vera
fyribils. Ein annar ráðharri skuldi taka yvir
í eina tíð, og sum John Oliver vísti á síni
sending, so er hirarkiið á ráðharrum ikki
sum aðrastaðni, har fíggjarmálaráðharrin
hevur næst mest at siga. Í Íslandi – og
Føroyum, freistast onkur at leggja afturat –
er veruliga valdið hjá tí, sum stýrir fisk
inum. Tí skuldi fiskimálaráðharrin taka
yvir!
Men hóast tey høvdu sæð onkra avleiðing,
so vóru fólkini í Íslandi ikki nøgd, og tann
síðsti boðskapurin eg havi fingið við er, at
val verður í heyst.
Nógv kann sigast um javararnar, men mann
kann ikki lata vera við at hava virðing fyri,
at nøkur ting fáa avleiðingar og at fólkini
ikki eru bangin fyri at siga sína hugsan um
valdsharrarnar, sjálvt um samfelagið er
lítið. Kanska fara vit føroyingar eisini at
koma hartil.
Men eitt er tó, sum kundi mint eitt sindur
um, um vit nú endiliga skulu samanbera
Føroyar og Ísland: Fráfarni forsætisráð
harrin, Sigmundur eitur hann, var rættiliga
skjótur á facebook og greiddi frá, at tað var
synd í familjuni hjá sær og at so nógv trýst
varð lagt á seg og konuna. Tann dagføringin
fekk nøkur hundrað likes.
Fyribils hava fólkini á gøtunum við eggum
og bananum – kanska er tað effektivari
enn karamellublikk – vunnið á Facebook.
Men í politikki kunnu ting henda skjótt.
Fyri tveimum vikum síðan var Panama eitt
land við einari siglingarveit og íslendski
forsætisráðharrin ein tryggur maður í
stólinum.
Bindi
festivalurin
í Fuglafirði
Bindifestivalurin í Fuglafirði
byrjaði hóssdagin og heldur á
til sunnudagin við verkstov
um, kaffistovum, sølubásum,
gallakvøldi og øllum tí, ið
hoyrir einum bindifestivali
til. Til verkstovurnar verður
dentur lagdur á at fáa
kreativar og dugnaligar
undirvísarar – føroyskar og
útlendskar. Kaffistovurnar
verða karmar um áhuga
verdar fyrilestrar, pallborð
og lættari undirhald. Allar
dagarnar verður høvi at fáa
sær ein góðan bita. Ynskja
festivalluttakararnir at gista
í Fuglafirði, so verður eisini
møguleiki fyri tí. Kunnað
verður nærri um tey einstøku
tiltøkini seinni – og eisini um,
hvussu tú ognar tær atgongd
til Bindifestivalin.
Yvirtøka av
útlendinga
málum
Hvussu skulu vit umsita
hetta málsøkið? Hvussu
nógv fer tað at krevja? Og
fara føroyskir myndugleikar
at megna at standa ímóti
trýstinum, tá menniskjalig og
moralsk atlit mugu setast til
viks, um lógin skal fylgjast?
Fyri at fáa greiðu á týdning
inum og avbjóðingunum
í samband við yvirtøkuna
av útlendingamálum bjóða
føroysku fólkatingslimirnir,
Magni Arge og Sjúrður Skaale,
til almenna ráðstevnu, har
millum annað tvær gentur,
sum ikki vita, um tær sleppa
at verða verandi í Føroyum
ella ikki, fara at greiða frá
síni støðu. Ráðstevnan verur í
Østrøm fríggjadagin klokkan
13.00, og øll áhugað eru
vælkomin.
Ævintýraferðin í Norðurlandahúsinum
Ævintýraferðin hevur útgivið 8 fløgur. 53 sangir. 53 sangir er 169 minuttir. 169 minuttir eru 10.140
sekund. Herav hava 551 sek. verið nógv at hoyrt í útvarpinum. Sipað verður til sekundini Grækaris
Grashøvd og Snedigt. Hesi 551 sekundini pluss 3280 sekund, fer stóra Ævintýraferð orkestrið saman
við Dánjali og Búa at framføra. Sunnudagin 17. apríl klokkan 15 í Norðurlandahúsinum.