hósdagur 14. apríl 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. APRÍL 2016
SOSIALURIN 43
22
SAMFELAG
Emma Holten
VIÐURKENNA
IKKI KVINNU-
RÆTTINDI
– Eg varð skelkað yvir hvussu nógv fólk deildu nakinmyndirnar,
løgdu eftir mær, skiltu ikki álvara ella royndi at gera tað til
einkis. Tað lat míni eygu upp fyri manglandi rættindum
hjá kvinnum, men eisini hvørji manglandi rættindi vit
hava á netinum. Tað sigur Emma Holten, sum sunnudagin
heldur fyrilestur um kynsligt samtykki í Føroyum
HALLUR AV RANA
S
um einans átjan ára gom
ul upplivdi danska Emma
Holten marruna hjá nógv
um kvinnum, tá ein teldu
sníkur fekk atgongd til hennara
teldupost, og lak privat tilfar hjá
henni út á alnetið.
Harímillum vóru naknar
myndir av henni sjálvari, ið hon
hevði tikið árið frammanundan.
Myndir, ið vóru ætlaðar hennara
sjeiki, lógu til øll at síggja á alnet
inum saman við hennara navni,
bústaði og øðrum viðkvomum
upplýsingum.
Næstu mánaðirnir gjørdist ein
sonn marra fyri ungu kvinnuna.
Fremmand og vinir, ung og gomul,
lærd og ólærd, danir og útlendingar,
deildu naknu myndirnar av Emmu
Holten. Fyrst royndu hon at steðga
útbreiðsluni av myndunum, men
eftir einum ári gav hon upp, og
ásannaði, at tað var vónleyst at
strika allar myndirnar av alnet
inum.
Trý ár seinni tók hon málið í
egnar hendur. Í eini roynd at vinna
valdið yvir sítt egna lív og kropp,
og vísa, at hon var meira enn tær
myndirnar, ið lógu á alnetinum,
fór hon í holt við eina verkætlan.
Undir navninum Samtykki gav
Emma Holten út 10 nakinmyndir
og eina grein, har hon varpar ljós
á hevndarporno.
Fimm ár eru liðin síðani fyrst
myndirnar vórðu lagdar út á al
netið, og tvey ár eru farin síðani, at
hon legði tær næstu myndirnar út
á alnetið. Hennara søga er fortald
um allan heim, og sjálv er hon
vorðin ein feministisk talskvinna,
ið ferðast heimin runt og heldur
fyrilestrar um samtykki.
Vikuskiftis-Sosialurin hevur
tosað við Emmu Holten, nú hon um
vikuskiftið skal halda fyrilestur í
tiltaki hjá Amnesty International
Føroya deild.
Virða ikki kvinnurættindi
Í Føroyum er ætlanin, at Emma
Holten skal halda ein fyrilestur
við serligum atliti til kynsligt sam
tykki.
– Eg skal tosa um samtykki,
bæði tá tað viðvíkir neyðtøku og
plágan. Tað verður eisini viðgjørt,
um talan er um eitt politiskt evni,
og hví tað er so týdningarmikið at
seta evnið á dagsskránna, sigur
Emma Holten.
Tað er týðiligt, at talan er um
eitt evni, ið Emma Holten hevur
gjørt sær nógvar tankar um síðstu
árini. Hon er eisini skjót at svara,
tá hon verður spurd um hvat tað
týdningarmesta var, ið hon lærdi
av hendingini.
– Vit liva ikki í einum samfelag
har vit virða kvinnurættindi. Eg
varð skelkað yvir hvussu nógv
fólk deildu nakinmyndirnar, løgdu
eftir mær, skiltu ikki álvaran ella
royndu at gera tað til einkis. Tað
lat míni eygu upp fyri manglandi
rættindum hjá kvinnum, men
eisini hvørji manglandi rættindi
vit hava á netinum, sigur Emma
Holten avgjørd.
Kynsligur harðskapur sum
hevndarporno, neyðtøka og mangl
andi samtykki er ein trupulleiki, ið
serliga rakar kvinnur, sigur Emma
Holten.
– Tað er serliga ein trupulleiki
fyri kvinnur. Hagtølini vísa, at tað
serliga eru tær, ið eru offur fyri
neyðtøku og hevndarporno. Men
evnið er relevant fyri øll, óansæð
um tey sjálvi hava upplivað tað ella
ikki vita nakað serligt um evnið.
Vita ikki hvørji tey eru
Eitt sum skelkaði Emmu Holten,
tá hon sá hvørji tey vóru, ið deildu
hennara myndir, og sum vendu
sær til hennara eftir at myndirnar
vórðu lagdur út á alneti var, at
talan var um vanligar persónar.
– Tað var ein skelkur. Eg helt, at
tað vóru seytjan ára gamlir dreingir
í kjallaranum hjá mammu sínari, ið
deildu slíkt. Men í veruleikanum
vóru tað pápar, væl útbúgving
fólk, stjórar, vælhavandi persónar,
eldri menn, vanlig arbeiðsfólk
o.s.fr. Har vóru eisini seytjan
ára gamlir dreingir, men eg varð
bilsin yvir hvussu ymisk fólkini í
veruleikanum vóru, sigur Emma
Holten.
Júst tað, at fólk hava eina ávísa
mynd av, hvørji tey eru, ið fáast
við slíkt virksemi á alnetinum,
kann gerast ein forðan fyri at loysa
trupulleikan, metir Emma Holten.
– Tað er lættari at hugsa um
teir sum taparar, men tað eru teir
ikki. Hetta hendir í øllum sam
felagsløgum, og tað mugu vit seta
Tað, sum vit
mugu varpa
ljós á, er ikki
hvat ofrini føla,
men hvat tey, ið
fremja ágangin
hugsa. Stað
festast kann, at
um allan heim er
persónar, ið ikki
virða kvinnu
rættindi, eins
og tað um allan
heim eru per
sónar, ið virða
kvinnurættindi«
Emma Holten