hósdagur 14. apríl 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. APRÍL 2016
SOSIALURIN 43
23
orð á. Vit mugu vekk frá vanligu
ímyndunum, og ásanna, at vit vita
ikki hvørji hesi eru. Vit mugu fáa
betri innlit í teirra tankagongd og
viðganga, at tey ikki eru so løtt at
fanga, sigur Emma Holten.
Ikki mentanarligt treytað
Tað vakti ans um allan heim, tá
tíðindini bórust, at fleiri kvinnur
høvdu verið fyri kynsligum ágangi
í týska býnum Køln á nýggjárinum.
Vitnir vildu tá vera við, at tað
vóru menn av arabiskum ella
norðurafrikanskum uppruna, ið
høvdu gjørt seg inn á kvinnurnar.
Sjónarmiðið, at tað var manglandi
virðingin fyri kvinnur í teirra
mentan, ið var orsøkin til, at teir
høvdu gjørt seg inn á kvinnurnar,
vann skjótt hevd á sosialum miðl
um.
Emma Holten metir tó ikki, at
manglandi samtykki ella kynsligur
ágangur eru avmarkað til nøkur fá
lond ella mentanir.
– Trupulleikar við kynsligum
harðskapi og manglandi samtykki
finnast í øllum mentanum, íroknað
vesturlendskum londum. Tað hev
ur bara ikki verið so sjónligt áður.
Um Danmark verður brúkt sum
dømi, so eru t.d. eingin hagtøl fyri
neyðtøku í Danmark, sigur Emma
Holten og leggur afturat.
– Men um hugt verður eftir
hagtølunum í Evropa, so liggur
Danmark sera høgt, tá kvinnur
verða spurdar, um tey hava verið
offur fyri kynsligan harðskap. So
eg haldi ikki, at talan er um eitt
evni, ið er serligt fyri muslimar ella
arabar. Tað er nakað, ið vit øll mugu
tosa um, tí tað er ein trupulleiki í
øllum mentanum.
Neyðugt við
hugburðsbroyting
Emma Holten er sannførd um, at
skal kynsligur ágangur basast, so
krevur tað eina hugburðsbroyting.
Útgangsstøðið skal ikki takast í
ofrunum, men í teimum, ið fremja
ágangin.
– Tað, sum vit mugu varpa ljós
á, er ikki hvat ofrini føla, men hvat
tey, ið fremja ágangin hugsa. Stað
festast kann, at um allan heim er
persónar, ið ikki virða kvinnurætt
indi, eins og tað um allan heim eru
persónar, ið virða kvinnurættindi.
Spurningurin er, hvussu vit broyta
hugsanir hjá teimum, ið ikki virða
tey.
Ikki óvæntað, so nevnir Emma
Holten sítt egna heimland sum
dømi, tá hon skal nevnda eitt land
við manglandi javnrættindi.
– Sjálvt um vit hava lógir í DK,
ið sigast at tryggja javnrættindi, so
eru fólk, ið ikki halda at lógirnar
veita rættindi ella hava gildið. Tað
vísir mín søga og onnur líknandi
mál. Ein hugburðsbroyting er
neyðug. Vit mugu finna útav hví
fólk halda kynsligur ágangur er í
lagi. Er tað mentan, er tað sjónvarp,
er tað familja, er tað vinir. Vit vita
ikki hvat orsøkin er, men helst
er tað ein blanding av øllum,
sigur Emma Holten og leggur
afturat.
– Tí mugu vit seta sjóneyka á
evnið. Halda øll í samfelagnum, at
kynini eru líka? Mín uppfatan er,
at tað halda fólk ikki. Nógv halda
at kvinnan hevur skyldina, um hon
verður neyðtikin ella at hevndar
porno ikki er so ringt. So leingi tey
fólkini eru til, so mugu vit tosa um
hetta.
Einasta loysnin er, sambært
Emmu Holten, at leggja dent á
týdningin av javnrættindum frá
ungum árum av.
– Tað er eingin løtt loysn. Hetta
fer at taka langa tíð, men málið er
týdningarmikið.
Neyðugt er at gera vart við hetta
í útbúgvingini. Vit mugu tosa um
javnrætt við ung børn. Vit mugu
syrgja fyri, at øll í samfelagnum
skilja, at tað er teirra ábyrgd. Um
man hoyrir ella sær harðskap ella
at kvinnur verða illa viðfarnar, so
er neyðugt at stíga fram og taka
ábyrgd. Vit mugu øll taka ábyrgd.
Sjálvt um vit ikki eru kvinnur.
Fyrimunir við alnetinum
Hóast tað var á alnetinum, at lívið
hjá Emmu Holten varð kollvelt, so
metir hon í dag, at alnetið kann
vera eitt gott tól fyri kvinnur, ið
hava verið útsettar fyri neyðtøku
ella kynslig brotsverk.
– Tá eg var offur fyri kynsligt
brotsverk á netinum, so var tað
týdningarmikið fyri meg at síggja,
at tað vóru onnur offur á netinum.
Ofrini eru mangan einsamøll og
stúra fyri at deila teirra søgu. Men
á netinum er møguligt at vera dul
nevnd, og har síggja vit, at fólk
deila teirra royndir, sigur Emma
Holten og leggur afturat.
– Samstundis mugu vit ásanna,
at talan er um ein stóran trupul
leika, ið vit muga gera nakað við.
Brotsverk, ið hava verið ósjónlig,
verða nú við alnetinum sjónlig.
Loksins ber til at tosa um slíkt
uttan at skammast ella vera bangin
fyri avleiðingunum.
Tá tað er sagt, so ásannar Emma
Holten eisini, at tað er nøkur viður
skiftir, ið kundu verið betri á alnet
inum.
– Í øllum støðum har fólk møtast
og samskifta, eru tað møguleikar
fyri, at góð ella keðilig ting henda.
Hevndarporno er eitt úrslit av al
netinum. Størsti trupulleikin er, at
eitt offur hevur ongan møguleikan
at strika myndini ella fáa rættvísi. Í
staðin møta tey manglandi virðing
og verða spottað fyri at vera offur.
Vit mugu finna útav, hvussu vit
verja hesi fólkini við lóg, og hvussu
vit sum samfelag kunnu hjálpa
teimum, sigur Emma Holten at
enda.
■ Tiltakið verður leygardagin
klokkan 19.30 í Perluni í Havn.
»Vit liva ikki í einum samfelag har
vit virða kvinnurættindi. Eg varð
skelkað yvir hvussu nógv fólk
deildu nakinmyndirnar, løgdu
eftir mær, skiltu ikki álvaran ella
royndu at gera tað til einkis. Tað
lat míni eygu upp fyri manglandi
rættindum hjá kvinnum, men
eisini hvørji manglandi rættindi
vit hava á netinum«
Emma Holten
– Eg skal tosa um samtykki, bæði tá tað viðvíkir neyðtøku
og plágan. Tað verður eisini viðgjørt, um talan er um eitt
politiskt evni, og hví tað er so týdningarmikið at seta
evnið á dagsskránna, sigur Emma Holten, sum skal halda
fyrilestur í tiltaki hjá Amnesty International Føroya deild