Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-14, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. apríl 2016síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. APRÍL 2016 SOSIALURIN 43 24 Stórur eftirspurningur var eftir atgongumerkjum, tá Stanley Samuelsen og Kári P. løgdu leiðina framvið Føroyahúsið seinasta leygarkvøld SIGURJÓN EINARSON T ann 9. apríl í 1940 varð Danmark hersett av týskarum, men sein­ asta leygarkvøld – 9. apríl – kendist tað eins og høvdu før­oyingar hertikið Vestur­ brúgv eina løtu. Nógv fólk vóru komin í Føroyahúsið at lurta eftir teimum báðum tónleika­úr­mæl­ ing­unum, Stanley Samuelsen og Kára P. Ja, somikið stórur var eftirspurningurin eftir at­gongu­ merkjum, at tað mátti ein eyka­ konsert til. Hugsast kann væl, at tað saktans hevði verið møguligt at fylt húsið einar tvær til tríggjar ferðir afturat, um so var. Tað er ikki á hvørjum degi, at Kári P. trínur á pall, og tí var hetta kanska ein av høvuðsgrundunum, at salurin var útseldur uppá so stutta tíð. Skemtingarsamur og lítillátin Konsertin skuldi byrja klokkan 19.30, men sjálvt útisetar – og eisini útisetar, ið hava búð uttanlands í nøkur ár, hava enn lyndi til at blíva rakt av føroysku sjúkuni, at fyriskipararnir gjørdu av at útseta konsertina í eitt korter, so seinastu áhoyrararnir kundu koma inn og finna sær sín sess. Tá konsertin byrjaði, vóru tað enn nøkur, ið komu í »føroyingatíð«. Hetta órógvaði eitt sindur fyri hin­ar áhoyrararnar, men tá tey flestu eisini vóru føroyingar, eru tey nokk von við hetta. Stanley Samuelsen trein fyrst­ ur á pallin, og tað hoyrdist við tað sama, hvussu tryggur og væl Stanley riggar til at standa á ein­ um palli. Tekniska støði á gittar­ spælinum var í hásæti, og sjálvt teir áhoyrararnir, ið ikki hava tann stóra kunnleika til tónleikin hjá Stanley, tóktust viðurkenna júst hetta. Stanley spælir eini 50 konsertir um árið í Norðurlondum og Evropa, har hann framførir egin løg og sangir á føroyskum. Eisini hevur hann útgivið seks føroyskar stakfløgur og eina sangbók, so væl kann sigast, at maðurin ikki heilt er ókendur við at standa á palli. Eisini riggaði tað væl fyri kon­ sertina, at Stanley var seg sjálvan. Lítillátni fuglfirðingurin brúkti eyð­kenda skemtingasemi úr heim­ bygdini millum løgini, og var hetta viðvirkandi til eitt bleytt umskifti, ið hóskaði sera væl til hansara fram­førslu. Stanley spældi nøkur løg, har hann hevur latið eldri og nýggj­ari yrkingar hjá eitt nú J.H.O. Djur­ huus, Jóannis Patursson, Hans Andreas Djurhuus, Andrass Sam­ uelsen, Mikkjal á Rýggi og Fríðriki Petersen, umframt nøkur av sínum egnu løgum. Ein merkti eisini væl á fjøldini, at tey høvdu fingið eitt jaligt upp­ livilsi frá fuglfirðinginum. Felagssangur við Kára P. Eftir at Stanley var liðugur við sína framførslu, trein Kári P. á pallin. Nú skulu dagar ikki takast millum Stanley og Kára P., men tað er kanska ein sannroynd, at grundin til, at so nógv høvdu funnið sær vegin til Føroyahúsið hetta leygar­ kvøldið 9. apríl anno 2016 var, at tey vóru komin fyri at hoyra Kára P. Tað er ikki á hvørjum degi, at ein so fólkakærur trubadurur sum Kári P. trínur á pall Boðskapurin hjá fólkatón-leik- ararnum er einfaldur og beinrakin. Fólk kenna hansara sangir, tí tað eru løg, har øll kunnu syngja við. Og tað gjørdu tey so sanniliga eisini hetta kvøldið, tá hann sang løg úr báðum plátunum, Vælferðavísur frá 1978 og Hinumegin Ringvegin frá 1991. Áhoyrararnir tóktust dáma væl sangirnar hjá Kára P., og til tíðir varð sungið væl við. Serliga tá »Súrligar Nætur í Keypmannahavn« bleiv framførdur, sungu øll hart við. Onkur vil vera við, at hesin sangur er blivin útisetasangurin yvir øllum. Sangurin verður javnan sungin til veitslur. Kanska er tað tí, at sangurin er kenniligur fyri túsundtals av føroyingum, har sangurin á ein ella annan hátt rakar tann einkulta, soleiðis at sangurin talar júst til tey. Tað er nokk soleiðis, at eitt lag gerst eitt hitt. Tekniska støði á røddini og gittarspælinum hjá Kári P. haltaði kanska eitt lítið sindur til tíðir, men ikki so at tað bilti ella gekk útyvir konsertupplivilsi. Hann átti fjøldina, og fjøldin sang undir. Millum løgini tosaði Kári eitt sindur um, hvussu tilvildin hevur ávirkað báðar útgávurnar hjá honum, og tað var áhugavert at hoyra. Hetta vakti mín áhuga, so vón­andi fer høvið at vísa seg, tá hann sleppur at greiða meira frá hesum. Kanska er tað eisini sama tilvild, hann ikki framførir so ofta. Kanska er Kári P. ein, ið skal skumpast eitt sindur ígongd. Stuttligt hevði verið at hoyrt okkurt nýtt tilfar frá fólkakæra skaldinum, ið hevur stórar skaldsligar dygdir, har hann ofta hevur tann meiniga mannin við í ljóðmyndini. Einasta neiliga við konsertini var, at barrin var opin meðan konsertin var, har fólk kundu keypa sær eitthvørt leskandi, men í tí standi Føroyahúsið er í, er tað skiljandi – nú tey royna at samla inn til eina tiltrongda yvirháling av húsinum. Høvi verður at hoyra á Stan- ley Samuelsen og Kára P. á Reinsa­ rí­num í juli mðr., tá teir fara at framføra saman við Martini Joen­ sen og Hanus G. Kanska tá fáa vit meira at vita um tilvildina hjá Kára P. Eg eri í hvussu so er forvitin at vita. TÓNLEIKUR EIN FARRI AV LÍTILLÁTNI OG FELAGSSANGUR FYRI REST