Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-18, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. apríl 2016síða 51

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 16 • 18. APRÍL 2016 27 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Suðuroy Vilmund Jacobsen T að er fámjiningurin, Arnbjørn í Smiðjuni, sum frammanundan røkir Bygdarleiðir fyri Strand­ ferðsl­una, ið hevur latið upp bil­verk­ staðið AÍS í Øravík og er stjóri í fyri­ tøkuni. Verkstaðurin liggur út móti lands- vegnum, og ætlanin hjá Arnbirna er, at verkstaðurin skal gerast ein miðstøð í einum størri virksemi hjá eigaranum. – Vit hava nú havt opið í eina tíð, og her hevur verið rímiligt at gera. Tveir mans eru á verkstaðnum, og ætl­anin er, at vit við tíðini skulu gerast fleiri. Á verkstaðnum gera vit alt van­ ligt mekaniskt arbeiði, skifta bremsur, skifta rútar, útstoyt, dynamo, kopling – og gjarna ein heilan motor, um tað skal vera. Vit hava eisini allar tær van­ ligu gerandistænasturnar við olju-og dekkskifti. Eitt serstakt tilboð Arnbjørn í Smiðjuni hevur eisini sett eitt serligt tilboð saman. Tilboðið snýr seg um, at bileigarar kunnu koma á verkstaðið at kannað sær bremsurnar, og íroknað tilboðið er at skifta tað, sum skiftast skal fyri einans 100 krónur fyri alt, um bara eykalutirnir verða keyptir frá AÍS. – Vit ætla eisini at seta okkum á dekkmarknaðin í Suðuroy. Við góð­um avtalum havi eg tryggjað mær, at eg kann halda ein sera lágan dekk­prís. Saman við skjótari levering og áseting meti eg okkum at vera sera kappingarførar við dekkum og dekk­skifti. Innflyta bilar Stjórin á AÍS hevur stórar ætlanir í Øra­vík. Ein av tænastunum, hann longu er byrjaður upp á, er at innflyta nýggjar og brúktar bilar. – Bilar eru longu innfluttir gjøgnum AÍS-verkstaðið, og seinasti bilurin var ein kranabilur við stórum krana. Arnbjørn í Smiðjuni sigur, at skip­ an­in við bilainnflutningi er hon, at fólk fara á týsku heimasíðuna www. mobile.de, har leita tey eftir tí nýggja/ brúkta bilinum, ið tey so brennandi ynskja sær. Eisini átaka vit okkum at leita bilarnar fram, so kundin kann velja og vraka. – Tá kundin so hevur valt sær bilin, avgreiða vit alt, bæði flutning, pappírir og skráseting, tá bilurin kemur til Føroya, sigur stjórin í bilverkstaðnum, AÍS í Øravík. – Vit hava sett eitt serligt tilboð saman, har bilaeigarar kunnu koma á verkstaðið at kanna sær bremsurnar. Íroknað tilboðið er at skifta tað, sum skiftast skal fyri einans 100 krónur, um bara eykalutirnir verða keyptir frá okkum, sigur stjórin í AÍS bilverkstaðnum í Øravík, Arnbjørn í Smiðjuni Øravík miðstøð fyri verk­stað og bilainnflutning Arnbjørn í Smiðjuni eigur og rekur bilverkstaðið, AÍS í Øravík Myndir: Birgir W. Høgnesen B Í A R V E G U R 9 8 · F O - 8 5 0 H V A L B A · T L F . : + 2 9 8 5 6 6 2 3 1 · F A X . + 2 9 8 3 7 5 2 9 1 · S H - B Y G G @ H O T M A I L . C O M Uppseting av timbur-elementum Egna last- & kranabil til alt atbeiði Møguleiki er at leiga last- & kranabilin Vit gera alt lendis-, bori- og spreingiarbeiði – og stoypiarbeiði Vit átaka okkum alt timburarbeiði, nýbygging og umvælingararbeiði Í sambandi við nýbygging, hava vit møguleika at smíða element inni í Høllini í Lopra, og síðani at seta tey upp. Hevur element-eigarin áhuga, er møguleiki at mála klædningin, áðrenn hann verður settur upp Við góðari forskalling stoypa vit fundament, bygningar, tilbygningar og sethúsagrundir Ring og spyr Hóast nógv er at gera í løtuni, eru fólk altíð vælkomin at ringja til Herman tlf. 566231 og spyrja seg fyri