mánadagur 18. apríl 2016síða 52
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 16 • 18. APRÍL 2016
28
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Suðuroy
Vilmund Jacobsen
U
m nakrar dagar fara nøkur fólk
hjá virkinum niður til Brüssel
á eina árliga fiskivinnumessu,
sum verður í døgunum 26.-28. apríl.
Við sínum fiskavørum og útboði
verður virkið við á føroyska landabási
num, sum Vinnuhúsið samskipar.
– Tað er umráðandi hjá okkum
at vera við á slíkum messum, har vit
møta teimum, vit samstarva við og
selja okkara fiskavørur til. Søludeildin
hjá okkum ferðast kring um heimin til
slíkar messur, og sølufólkini eru eis
ini í aðrar mátar úti í heimi og vitja
kundar.
Ólavur Bjarkhamar vísir á, at um
framt at Varðin Pelagic selur sínar
fiskavørur í útlandinum, er felagið
eisini keypari av eitt nú maskinum,
pakkitilfari og logstikki, og slíkum
verður eisini hugt at á fiskivinnu
messum.
Nýggjan skrivstovubygning
Í løtuni byggir Varðin Pelagic upp
í verandi bygning á havnalagnum
á Tvøroyri. Hetta er ein skrivstovu
bygningur í tveimum hæddum á 600
fermetrar hvør hæddin.
Frammanundan hevur Varðin Pe
lagic sítt skrivstovuvirksemi til leigu á
Tvøroyri, tí bygningurin á havnalagnum
er í sínum uppruna ikki innrættaður til
stórvegis skrivstovuvirksemi.
– Skrivstovuparturin var ikki við,
tá virkið varð bygt, men tá henda
útbygging er liðug, verður alt skriv
stovuvirksemi, søludeild og logstikkur
undir einum og sama taki.
Ólavur Bjarkhamar sigur, at skriv
stovuparturin, sum nú verður bygdur
aftrat, kemur at prýða munandi um
samlaða bygningin – og serliga um
útbyggingina av frystigoymsluni, sum
er gjørd frammanundan.
– Tá alt verður liðugt, túnið er
gjørt, og byggiplássið verður riggað
av, fer alt at síggja nógv betri út, og
hetta er eisini tann leistur, sum Søvn
Landsins hava góðkent.
Ólavur Bjarkhamar vísir á, at út
byggingin av frystigoymsluni og nýggi
skrivstovuparturin er líka sum næsta
byggistig á stóra uppsjóvarvirkinum.
Hevur gingið væl
Virkisleiðarin á Varðanum Pelagic,
sum hevur drúgvar royndir í fiska
framleiðslu, sigur, at tað skuldu stórir
íleggjarar til fyri at reisa stóru verk
ætlanina á Tvøroyri á føtur.
– Íløgan er rættiliga stór, og tað
er váðin eisini, tí hetta er í ávísan
mun ein high-risk marknaður, sum vit
arbeiða á. Men, vit kunnu fegnast um,
at tað hevur gingið væl síðan byrjan.
Tað hevur sum heild eisini gingið
væl at selja okkara fiskavørur, og vit
fegnast um at hava fingið góðan fisk.
Ólavur Bjarkhamar sigur, at higartil
í ár hevur Varðin Pelagic keypt 6000
tons av lodnu og 11.000 tons av
makreli.
– Seinastu vikurnar hevur verið
steðgur í framleiðsluni, men vit ætla
okkum at keypa svartkjaft, tá fiskurin
í næstum kemur í føroyskan sjógv.
Tá svartkjaftafiskiaskapurin byrjar
aftur, ætla vit okkum eisini at gera
nakrar royndir í samband við okkara
surimi-verkætlan, sigur virkisleiðarin á
Varðanum Pelagic á Tvøroyri.
Vikublaðið kann leggja aftrat, at
ætlandi verður surimi-verkætlanin á
Tvøroyri liðug 1. januar 2017.
– Eg trúgvi upp á hesa verkætlan,
men hetta verður hart arbeiði, sigur
Ólavur Bjarkhamar.
20 fólk til arbeiðis
Tá eingin framleiðsla er á Varðanum
Pelagic, eru kortini eini 20 fólk til ar
beiðis, sum fáast við tekniska partin
á virkinum. Nú útbyggingin fer fram,
brúkar virkið sínar egnu elektrikarar
og el-instalatør til innlegging av øll
um el-instalatiónum.
Vikublaðið vitjaði í síðstu viku inni á gólvinum hjá Varðanum Pelagic á
Tvøroyri, har vit hittu Ólav Bjarkhamar, virkisleiðara
Varðin Pelagic
byggir út
– Tá alt verður liðugt, túnið er gjørt, og byggiplássið verður riggað av,
fer alt at síggja nógv betri út, sigur Ólavur Bjarkhamar
Ólavur Bjarkhamar er virkisleiðari á Varðanum Pelagic á Tvøroyri
Mynd: Vilmund Jacobsen