Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. september 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 166 - 2. september 2004 Nr. 166 - 2. september 2004 5 Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, vil hava løgmann at svara uppá, hvussu tað ber til, at fiski- loyvi skulu fyri á pol- itiskum landsstýris- fundi, áðrenn tey verða latin brúkaran- um. Løgtingsmaðurin heldur ikki, at hetta er í tráð við andan í stýrisskipanarlógini. Løgmaður sigur, at talan er um kunning og ikki um at útflýggja nøkur loyvi FISKILOYVI Edvard Joensen Fiskiloyvi skulu fyri á pol- itiskum landsstýrisfundi, áðrenn tey verða latin til brúks. Tað stendur í áseting hjá løgmanni, sum sæst á heimasíðuni hjá landsstýr- inum. Hetta er beint í móti and- anum í stýrisskipanarlóg- ini, sum er, at gangast skal burtur frá kollektivum av- gerðum, og at málini skulu leggjast út til hvønn lands- stýrismann og aðalstýri sær at avgreiða, sigur Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldisflokkin, sum vil hava løgmann at svara sær uppá, hvussu hetta skal skiljast, og hví hendan áset- ingin er komin. Tórbjørn Jacobsen hevur sett Jóannesi Eidesgaard spurningin munliga, og løgmaður skuldi svara í tinginum seinnapartin mikudagin. Tórbjørn Jacobsen sigur, at hetta er at taka málsvið- gerð frá umsitingini, og kann leiða til tann tanka, at nú skal politiski myndug- leikin gera av, hvør skal sleppa at fiska undir Føroy- um. Tá er eisini skjótt til tann ræðandi tanka, at tað ræður um at hava rættan politiskan lit fyri at sleppa á flot. – Vit minnast øll jamm- urin, sum varð av Jógvan S málinum har meira enn einaferð varð lagt upp til, at tað fiskiloyvið varð givið av politiskum grundum, sigur Tórbjørn Jacobsen. Tá sat Folkaflokkurin á fiskivinnumálunum. Í dag er tað Sambandsflokkurin, sum umsitir hesi mál, men Fólkaflokkurin er framveg- is í samgonguni. Eg spæli mær við tankan, hóast tað ikki kann prógvast, at møguleiki er fyri, at Fólka- flokkurin eisini stendur aftan fyri hesa ásetingina um at fáa fiskiloyvini á landsstýrisborð, soleiðis at teir kunnu gera sína ávirkan galdandi har. Tað kann vera, at hetta er ein treyt fyri at skipa samgongu? Hvør veit? spyr løgtings- maðurin. Tórbjørn Jacobsen vil eisini hava at vita frá løg- manni, hvussu hendan við- gerð skal fara fram. Hvør skal ábyrgdast, um ikki alt fer rætt fram? spyr hann. Hava teir brent seg so illa av Jógvani S, at teir vilja gardera seg við at gera avgreiðsluna kollektiva, so eingin veit, hvørjum farast skal eftir, um okkurt óregl- uligt fer fram? – Tað eru ógvuliga nógv- ir spurnignar í hesum mál- inum, sum eg haldi vera rættiliga prinsipiellar og fegin vil hava svaraðar, sigur tjoðveldistingmaður- in. Tað er ikki tí, at hann hevur hoyrt um nakað ávíst fiskiloyvi, sum latið er, síð- an hendan ásetingin varð gjørd, sigur Tórbjørn Jacobsen. Men prinsippið í hesum metir hann kunna undirgrava stýrisskipanar- lógina, sum júst ásetur tað øvugta. Nevniliga at leggja avgreiðsluna út á avvarð- andi umsiting. Jóannes Eidesgaard, løg- maður, sigur við Sosalin, at her má okkurt vera mis- skilt, um løgtingsmaðurin heldur, at hendan ásetingin merkir, at fiskiloyvini skulu adresserast á lands- stýrisfundi. Tí tað er ikki ætlanin við ásetingini. – Tað, sum hetta snýr seg um, er at landsstýrismaður- in við fiskivinnumálum kunnar landsstýrið um tey loyvi, ætlanin er at geva, sigur løgmaður. Á sama hátt, sum hildið varð, at tað var rætt at boða landsstýr- inum frá, hvørjar nevndir og ráð, ið setast skuldu, heldur løgmaður, at tað er rætt at landsstýrið fær at vita, hvørji fiskiloyvi eru ávegis, sigur løgmaður, sum metir fiskiloyvini at vera rættiliga prinsipiell. Spurdur, um tað eru fingramerkini hjá Fólka- flokkinum, sum enn standa á fiskiloyvunum, soleiðis sum Tórbjørn Jacobsen ímyndar sær, svarar Jóann- es Eidesgaard, at tað er tað avgjørt ikki. – Hetta havi eg sum løg- maður einsamallur ásett, sigur hann. Hvussu tryggur er bilur tín? Tíðindaskriv Ráðið fyri Ferðslutrygd Í álitinum um Null- hugsjónina stendur: Kap 30.1 EuroNCAP Miðskeiðis í 90- árunum tóku fremstu bileigarafelagsskapir í Evropa seg saman og fóru undir verkætlan- ina »European New Car Assessment Programme«, stytt EuroNCAP. Í fyrsta umfari varð biðið um samstarv við svensku og bretsku ríkisstjórnirnar. Endamálið við verk- ætlanini var at fáa bilaframleiðarar at betra um trygdina á bilum við m.a. at gera samanstoytsroyndir við øllum nýggjum bilum, so hvørt teir komu fram, og geva teimum eina virðis- meting ella »stjørnu- rating«, sum tað verð- ur rópt, alt eftir, hvussu væl teir stóðu seg í royndunum. Ikki so óvæntað, vóru bilaframleiðar- arnir ikki ovurfegnir um hetta stigið. Men, hvussu var og ikki, so hava teir tó allir roynt at gera bilarnar so tryggar, at teir stóðu royndirnar sum best. Í fyrstuni var van- ligt, at bilar fingu tvær stjørnur, men nú er eingin bilaframleiðari nøgdur, fyrr enn nýggi bilurin fær 4 stjørnur. EuroNCAP roynir nú at hækka støðið enn meira og arbeiðir við einum »5-stjørnu- prísi«. Kanningar prógva, at EuroNCAP longur hevur bjargað manna- lívum í túsunda tali. Tórbjørn spyr um politisk fiskiloyvi Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, vil hava løgmann at siga sær, hví fiskiloyvi skulu fyri á politiskum landsstýrisfundi… Mynd: Jan Müller Løgmaður sigur, at talan er um kunning og ikki um at taka nakrar avgerðir Noreg og Svøríki kunnu vísa á sera góð úrslit við arbeiðnum at fyribyrgja harðskap og óskil á skeinkistøðum. Men í Føroyum eru ongar ítøkiligar ætlanir um at gera nakað líknandi RÚSEVNA- RÁÐSTEVNA Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Týsdagin endaði 20. norð- urlendska rúsevnaráðstevn- an í Norðurlandahúsinum, sum fyribyrgingarráðið í Føroyum hevur verið vertur fyri. Kjakast hevur verið um flest øll evni innan trupulleikar og fyribyrging av ovurnýtslu, men tað var týðiligt, at tað er stórur munur á, hvussu langt tey ymsu londini eru komin við arbeiðinum. Og tað er neyvan ov nógv sagt, at før- oyingar hava rættiliga nógv eftir at læra, ikki minst tá tað ræður um at skapa trygg skeinkiumhvørvi og at royna at ávirka hugburð- in til nýtslu av rúsdrekka. Men, sum Hans Pauli Strøm, heilsumálaráðharri segði, tá hann setti stevn- una, so er ovurnýtsla av rúsdrekka ein av óhepnu eyðkennunum við vælferð- arsamfelagnum, sum ikki fer burtur av sær sjálvum. Tí er tað umráðandi, at vit ikki bara yppa øksl og lata standa til, men royna at læra av royndunum hjá hvørjum øðrum. Sjálvur trýr Hans Pauli ikki uppá ræðumyndir og lyftar peiki- fingrar, men heldur uppá eitt samstarv, har nýggj vitan og upplýsing eru hornasteinarnir. Tað er har, tað fyribyrgjandi arbeiðið skal seta sítt álit, og ikki á hvørki politiska ella fólks- liga undirtøku fyri at rús- drekkalógin skal herðast, segði Hans Pauli. »Ábyrgdarfull skeinking« Eitt av høvuðsevnunum á ráðstevnuni var fyribyrging av harðskapi og óskili í sambandi við skeinking. Føroyar, Svøríki og Noreg stóðu fyri hesum partinum av ráðstevnini undir heitin- um »Ábyrgdarfull skeink- ing«, eitt heiti, sum var tik- ið frá eini norskari verk- ætlan, sum byrjaði í smáum í Kristiansand í 1997, og sum nú fevnir um stórar partar av Noreg. Í Svøríki hava tey havt eina líkandi verkætlan í fleiri ár, og í báðum londum er talan um eina varandi skipan og also ikki einstøk átøk. Hornasteinurin í skipan- ini er, at hon er eitt sam- starv millum heilsumála- ráð, býráð, politi, ferða- vinnu og skeinkistøð. Endamálið er í stuttum at gera fólk tilvitaði um ta ítøkiligu ábyrgd, sum skeinkistøð hava fyri at bæði starvsfólk og gestir kunnu kenna seg so trygg, sum møguligt, á matstovuni ella vertshúsinum. Góða stemningin í fokus Marianne Virtanen greiddi frá norska átakinum, har fyrsta stigið er at øll starvs- fólkini á skeinkistaðnum, líka frá duravørðum til ovastu leiðslu fáa upplær- ing í at handfara rúsaðar persónar og óhepnar støður, sum kunnu gerast vanda- miklar. Á ráðstevnuni fingu luttakarnir høvi at síggja bæði faldarar og videobrot, sum vóru partar av frálæru- tilfarinum. Felags fyri til- farið er ein rættiliga frísk og øðrvísi tilgongd til evn- ið, sum allatíðina setur góða stemningin í fokus. Í einum av faldarnum verður til dømis sagt, at á teimum serligu »Skori-barrunum«, har fólk serliga koma fyri at hyggja sær eftir eini damu ella sjeiki, er sjálvandi alt- avgerandi at ein, sum ikki fær meir at drekka, ikki verður eyðmýktur ella gjørdur til láturs. Har verð- ur álagt starvsfólkunum at brúka skemt og humor og annars royna at syrgja fyri, at onnur ikki varnast, hvat gongur fyri seg. Reyði tráð- urin í átakinum er at sleppa undan moralprædikum og ræðumyndum, og politiið vísir seg bara á staðnum til eitt hugnaligt prát við starvsfólki, tá lítið er at gera – og so annars bara, tá tað verður boðsent. Góð reklama Fyribils vísa úrslitini, at tal- ið á harðskapsfráboðanum frá skeinkistøðum er mink- að við 28% í miðal fyri tey einstøku skeinkistøðini, og í løtuni verður arbeitt við at fáa størri partar av landin- um við í skipanina, bæði í Svøríki og Noreg. Spurdur um, hvat skeinkistøðini halda um átakið, sigur sviin Mikael Bentzer, at tað ongin ivi er um, at tey fata tað sum ein stóran fyrimun í hørðu kappingini millum skeinki- støð, at fólk vita, hvørjar matstovur ella vertshús eru við í átakinum. – Fólk tíma ikki at fara út at fáa sær eina øl ella at eta á einum stað, har lítið og onki verður gjørt fyri at sleppa undan ov fullum og órógvandi gestum. Tí er tað avgjørt eitt pluss fyri stað- ið, at hava glasundirløg og annað við áskriftini »Ansvarligt vertsskap« og »Nokk er nokk« liggjandi frammi. Slíkt er eftirhond- ini ein av bestu reklamun- um hjá matstovum og verts- húsum í Stockholm, sigur Mikael Bentzer. Føroyar – ongar ítøkiligar ætlaninr Jenny Lydersen frá skeinki- loyvisnevndini umboðaði Føroyar í hesum partinum á ráðstevnuni, og greiddi hon frá, hvussu nevndin arbeið- ir, og hvørjar lógir og reglur hon hevur at ganga eftir. Onki skipað eftirlit er við, um lógin verður hildin, og sum er, ger hvørki løgregl- an ella loyvisnevndin nakað fyrr enn ein fráboðan um brot á lógina fyriliggur. Sambært Jenny Lydersen, sum eisini er limur í fyri- byrgingarráðnum, hevur trupulleikin verið uppi og vent í ráðnum, men enn eru ongar ítøkiligar ætlanir á borðinum, sum líkjast teim- um norsku og svensku. Steðga »rá- koyringini« Tíðindaskriv Ráðið fyri Ferðslutrygd Norðmenn ganga nýggjar leiðir í roynd- ini at bøta um ferðslu- trygdina. Teir eru farn- ir at nýta motorsport at fyribyrgja vanlukkum. Fyri at steðga »rá- koyringini« á lands- vegunum, vilja teir gera eina roynd, at fáa hesar bilførarnar inn á øki, ið eru ætlað til hetta endamálið. Hes- ar miðstøðirnar skulu rekast privat, men kommunurnar ætla eisini at gjalda ein part av rakstrinum treytað av, at tað kann skjal- prógvast, um átakið bøtir um ferðslusiðin hjá limunum. Lóg um handilstiltøk mótvegis Somaliu Tíðindaskriv Løgmansskrivstovan Á landsstýrisfundi týs- dagin tann 31. august vóru m.a. hesi evni fyri: • Uppskot til løg- tingslóg um handilstil- tøk mótvegis Somaliu (løgmaður) • Uppskot til løgtings- lóg um broyting í lóg um almenna forsorg (landsstýrismaðurin í almanna- og heilsu- málum) • Upprit um at seta á stovn ein dagstovn til børn við serligum at- ferðar- og tilknýting- artrupulleikum (landsstýrismaðurin í almanna- og heilsu- málum) • Upprit um at broyta kommunuvallógina (landsstýrismaðurin í innlendismálum) • Upprit um felags endurskoðan av g y m n a s i a l u miðnámsútbúgvingun um (landsstýrismaðurin í mentamálum) • Uppskot til kunngerð um veiðidagbøkur fyri føroysk fiskifør (landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum) Upplýsingar um omanfyrinevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella a v v a r ð a n d i landsstýrismanni. »Ábyrgdarfull skeinking«: Tá nokk er nokk Fráboðanirnar um harðskap eru minkaðar við 28% í miðal á norskum skeinkistøðum, eftir at átakið »Ábyrgdarfull skeinking« varð sett í verk í 1997, greiddi Marianne Virtanen úr Noreg frá Loyvisnevndin ger onki, fyrr enn ein politifrá- boðan um brot á lógina fyriliggur. Og sum er, hevur fyribyrgingarráðið ongar ítøkiligar ætl- anir, sum líkjast átakinum »Ábyrgdarfull skeinking«, sigur Jenny Lydersen, limur í skeinkiloyvisnevndini og fyribyrgingar- ráðnum. Hvørki ein herd rúsdrekkalóg, moralprædikur ella lyftir peikifingrar fáa syrgiligu avleiðingarnar av misnýtslu at hvørva, segði Hans Pauli Strøm millum annað, tá hann setti 20. norðurlendsku rúsevnaráðstevnuna í Norðurlandahúsinum. Tað er mest sum vorðið eitt góðskumerki fyri matstovur og vertshús í Stockholm at vera við í átøkum fyri ábyrgdarfullari skeinking, segði sviin, Mikael Bentzer C M Y K 5 4