Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. september 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 166 - 2. september 2004 Nr. 166 - 2. september 2004 7 Formaðurin í Føroya- nevndini, Pia Larsen, væntar ikki, at Dansk Folkeparti fer at nema við skerjingina av heildarveitingini í samband við fíggjar- lógarsamráðingarnar við stjórnina HEILDARVEITINGIN Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Formaðurin í Føroyanevnd- ini, Pia Larsen, sum um- boðar stjórnarflokkin Ventre í Fólkatinginum, væntar ikki, at Dansk Folkeparti fer at gera álvara av sínum ætlaninum um at krevja eina skerjing av heildarveitingini í samband við samráðingarnar um fíggjarlógina 2005. – Handan søgan fekk bert bein at ganga á, tí TV2 hevði eina sending fulla við villeiðandi og ósonnum tíðindum. TV2 hevur rætt- að mistakið, og tí er søgan eftir mínum tykki deyð. Eg ivist stórliga í um Kristian Thulesen Dahl hevur somu áskoðan um heildarveiting- ina, eftir at TV2 rættaði mistakið, sigur Pia Larsen. Hon tekur tí ikki útsagn- irnar hjá Per Dahlgaard, limi í fíggjarnevndini fyri Dansk Folkeparti, fyri fult. Per Dahlgaard segði við Sosialin týsdagin, at Dansk Folkeparti kundi als ikki útihýsa møguleikanum fyri, at flokkurin fór at krevja eina skerjing av heildar- veitingini í samband fíggj- arlógarsamráðingar við stjórnina. – Eg beri ótta fyri, at Per Dahlgaard ikki er dag- førdur. Hann hevur eftir øllum at døma ikki fingið við, at søgan hjá TV2 var bygd á ósannandi, og tískil vórðu útsagnirnar hjá Dansk Folkeparti eisini bygdar á skeivar fortreytir, heldur Pia Larsen. Samráðingar- spurningur Eins og føroysku fólka- tingslimirnir á Christi- ansborg, Høgni Hoydal og Lisbeth L. Petersen, søgdu í Sosialinum týsdagin, legg- ur Pia Larsen dent á, at spurningurin um heildar- veitingin fyrst og fremst er ein spurningum millum donsku stjórnina og før- oyska landsstýrið. – Vit hava jú eina avtalu fram til 2006 um at blokk- urin er góðar 600 mió. krónur. Spurningurin um heildarveitingina kann tí ikki gerast til eitt inn- anhýsis danskt mál í sam- band við fíggjarlógarsam- ráðingarnar, men ein sam- ráðingarspurningur millum stjórnina og landsstýrið, vísir Pia Larsen á. Borgarstjórin í Tórs- havnar kommunu, Jan Christiansen, heldur, at galdandi kommunuvallóg riggar væl. – Hon er so demokratisk sum gjørligt. Fyrst verður tú vigaður av fólkin- um og síðani av hin- um býráðslimunum, áðrenn tú kanst kalla teg borgarstjóra, sig- ur Jan Christiansen BÝRÁÐSVAL Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Eftir býráðsval er altíð kríggj um at koma í sam- gongu og at ogna sær borgarstjórasessin. Søgan sigur okkum, at tað er rein tilvild, hvør endar við borg- arstjórasessinum. Verður borgarastjórasessurin gjørdur til eitt beinleiðis val, fær fólkið tann persón, tey ynskja í borgarstjóra- sessin, og tað má verða betur enn at tilvildin ræður. Í Sosialinum mikudagin mælti býráðslimurin í Havn, Heðin Mortensen, til at gera valið av borgarstjóra til eitt beinleiðis val. Hann helt, at tað í ov stóran er politiska telvingin og ikki fólksins vilji, ið ger av, hvør endar sum borgarstjóri í teimum ymisku kommun- unum. Á seinasta kommunuvali í Havn valdi meirilutin í Tórshavnar býráð at peika á Jan Christiansen sum borg- arstjóra, hóast hesin endaði á triðja plássi á Fólka- flokslistanum í Havn. Bæði Jákup Suni Joensen og Bjarti Mohr fingu fleiri atkvøðu enn sitandi borgar- stjóri. Vit hava spurt borgar- stjóran í Havn seinastu fýra árini, hvat hann heldur um hugskotið hjá Heðini Mortensen. Tryggari Jan Christiansen heldur, at galdandi skipan riggar væl, og hon er eisini tryggari enn ætlanin hjá Heðin Mortensen. – Galdandi skipan er so demokratisk sum gjørligt. Fyrst verður tú vigaður av fólkinum og síðani av hinum býráðslimunum, áðrenn tú kanst kalla teg borgmeistara, sigur Jan Christiansen Hann leggur afturat, at tað er eisini tryggleiki hjá hinum býráðslimunum at at hava ávirkan á, hvør skal stýra kommununi. – Gerst valið av borgar- stjóra til eitt beinleiðis val, krevst av valevnunum, at tey hava gott fólkatekki og møguliga nógvar pengar at profilera seg við, meðan evnini at samstarva enda í aðru røð. Ímynda tær, at flokkurin hjá valda borg- arstjóranum endar í minni- luta, so er skjótt, at klandur og kegl fara at eyðkenna býráðsarbeiðið, og tá er lítið vunnið, heldur Jan Christiansen. Dahlgaard er ikki dagførdur Galdandi skipan riggar væl Áhuga- vert sjónar- mið Landsstýrismaðuri n í kommunumál- um, Jógvan við Keldu, heldur, at tað eru bæði fyri- munir og vansar við at velja borgar- stjórar á beinleiðis vali BÝRÁÐSVAL Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Tað er einki nýtt í ætl- anini hjá Heðini Mort- ensen. Tað er eitt aftur- vendandi kjak um vit eiga at gera valið av borgarstjóra til eitt beinleiðis val. Eg haldi tankin er ógvuliga áhugaverdur, og eg eri ikki ósamdur við hans- ara sjónarmiðum. Landsstýrismaðurin í kommunumálum, Jógv- an við Keldu, vísir ikki hugskotinum hjá vara- borgarstjóranum í Havn, Heðini Mortensen, at velja borgarstjórar bein- leiðis í framtíðini frá sær. Bæði og Landsstýris- maðurin sær bæði fyri- munir og vansar við at velja borgarstjórar á beinleiðis vali. – Eg eri ikki ósamdur í, at tað ofta er tilvildin, sum avgerð, hvør verður borgarstjórar. Kortini er tað ikki meir tilvildar- ligt, at ein borgarstjóri altíð má hava ein meir- luta aftanfyri seg. Tað kann kortini tykjast løg- ið, at ein tann persónur, ið fær fægst atkvøður kann enda sum borgar- stjóri bara tí ein politisk telving skal ganga upp. Eg seti tó eisini spurn- ing við um eitt bein- leiðis val hevði gjørt valið meir rættvíst enn við galdandi skipan, sig- ur Jógvan við Keldu Landsstýrismaðurin sigur, at eftir ætlan verð- ur vallógin umrødd í hesi setuni, og spurning- urin um borgarstjórar skulu veljast beinleiðis í framtíðini verður eisini viðgjørdur. – Ímynda tær, at flokkurin hjá valda borgarstjóranum endar í minniluta, so er skjótt, at klandur og kegl fara at eyðkenna býráðsarbeiðið, og tá er lítið vunnið, heldur Jan Christiansen. Mynd: Savnsmynd – Eg beri ótta fyri, at Per Dahlgaard ikki er dagførdur. Hann hevur eftir øllum at døma ikki fingið við, at søgan hjá TV2 var bygd á ósannandi, og tískil vórðu útsagnirnar hjá Dansk Folkeparti eisini bygdar á skeivar fortreytir, heldur Pia Larsen, formaður í Føroyanevndini – Ein orsøk til upp- søgnina er avgerðin um at selja Skipa- felagið til Eimskip. Men Skipafelagið hevur verið eitt sera gott arbeiðspláss, sigur hann UPPSØGN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Árni Dam hevur nú sagt upp á Skipafelagnum. Hann hevur arbeitt á Skipafelagnum í 44 ár og meiri enn nakar annar, hev- ur hann verið ímyndin av hesum aldargamla felagn- um. Men nú hevur so hann kortini sagt seg úr starvi og er farin til hús. Tað sama gjørdi øll hini trý fólkini, sum arbeiða á deildini hjá Árna Dam. Hetta er deildin, sum hevur við útlendsk skip at gera. Hóast hann er farin til hús, er hann tøkur, skuldi okkurt serligt stungið seg upp. Hann leggur dent á, at Skipafelagið hevur verið heimsins besta arbeiðs- pláss. Hann er eisini fáorðaður um uppsøgnina. Men hann viðgongur kortini, at ein orsøk til uppsøgnina, er, at Skipafelagið nú er selt Eimskip. Hóast Árni Dam situr í nevndini í Skipafelagnum, visti hann nevniliga als onki um ætlanina at Selja Skipafelagið til Eimskip. – Eg visti ikki av nøkr- um, fyrrenn avtalan var klár at skrivað undir, sigur hann. Tað heldur hann er løgin framferð, tí hann sat í nevndini í Skipafelagnum. Men hann sigur eisini, at hann er eisini hart ímóti, at Eimskip skuldi sleppa at yvirtaka Skipafelagið. – Skipafelagið er eitt gamalt felag og eg haldi, at tað skuldi víst rygg og verðið verandi eitt felag fyri seg sjálvt, sigur hann. – Annars eri eg komin upp í árini. Samstundis eru nógv ung fólk í felagnum, so tað var kanska bara ein spurningur um tíð, áðrenn eg bleiv uppsagdur, sigur hann. Àrni Dam fylti 68 ár sunnudagin, so hann held- ur, at sum so er onki løgið í, at hann fer úr starvi nú. Og tað hevði heldur ikki verið løgið um hann varð upp- sagdur, so at onkur yngri slapp framat. Byrja møguliga sjálvir Sum sagt hava øll hini trý fólkini á deildini, sum av- greiðir útlendsk skip, eisini sagt upp. Tað hevur ljóðað, at tey fýra nú ætla at byrja fyri seg sjálvi og at stovna eitt felag at avgreiða tey útl- endsku skipini, sum Skipa- felagið fyrr hevur avgreitt. Àrni Dam sigur, at ongin avgerð er tikin um tað, men at tey kanna málið. Og tað eru útlit til, at stovna tey egið felag at avgreiða útlendsk skip, fara tey at fáa nóg mikið at gera, tí Skipafelagið hevur av- greitt eini 600 útlendsk skip um árið hesi seinastu árini. Av teimum hava eini 400 skip verið russisk og hini hava verið úr ymsum lond- um. Men hann vísir á, at før- oyska samfelagið er við at missa nógvar inntøkur av fremmandum skipum, tí reglarnar eru so óliðiligar. – Nógv skip koma til Føroya at lossa vøru, sum skal víðari til onnur lond. – Allur fiskur, sum verð- ur uppskipaður í Føroyum, skal um eina bip-støð.Tað er eitt krav frá ES. Sjálvt triðjalandsfiskur, sum kemur upp á land í Føroyum og sum skal send- ast víðari til onnur triðja- lond, skal um eina bip-støð. – Enntá grønlendsk skip, sum leggja fisk upp í Før- oyum, skulu bippa vøruna inn, hóast vit eru í ríkisfel- agsskapi. – Hetta er alt ov tvørligt og óliðiligt og er við at for- koma okkum hendan inn- tøkumøguleikan, sigur Árni Dam. Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Skipa- felagnum, áðrenn blaðið fór til prentingar Leygardag tann skipa Kunningar- stovurnar í Suðuroy fyri gongutúri av Hestinum oman í Kasparsholu og oman í Akraberg GONGUTÚRUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Leygardagin skipar ferðavinnan í Suðuroy enn einaferð fyri gongu- túri úti í teirri stórfingnu náttúruni. Hesuferð er túrurin av Hestinum, oman í Kasp- arsholu og oman í Akra- berg. Túrurin byrjar við Hestin, gingið verður ikki eftiir varðagøtuni, men eftir fjallarøðini til hagapartin í Sumba sum eitur »Blæðing«. Her er sermerkt lendi við gróti, ið minnir um eina malastrond. Her eru fleiri holur, eitt nú Kjøtholan og Kaspars- hola. Vit fara fyrst inn í Kjøtholuna har tað sigst at Kaspar goymdi kjøtið. Á ferðini víðari oman í Akraberg er gott og ser- merkt útsýni til Føroya syðstu klettar Munkin og Flesjarnar, so vónandi verður klárt í veðrinum. Túrurin er lættur at ganga, tí tað er undan- brekka næstan allan veg- in. Men tey vænta kort- ini, at túrurin tekur einar fýra tímar. Staðkend heimildar- fólk eru við á túrinum og tey fara uttan iva at for- telja søgnina um brøð- urnar Kaspar og Sjúrð, sum fjaldu seg í Kasp- arsholuni. Bussur koyrir av kunn- ingarstovuni á Tvøroyri klokkan 10.00 og av kunningarstovuni í Vági klokkan 10.30 niðan á Hestin. Tá ið túrurin er liðug- ur, koyrir bussur úr Akra- bergi aftur til Vágs og Tvøroyri. Tilmelding og prísur Kostnaður fyri gongutúr- in og busskoyring er 100 krónur fyri vaksin men fyri børn er tað ókeypis. Bindandi tilmelding til túrin skal gerast á kunn- ingarstovuni í Vági á tlf. 374342/ 284342 ella á kunningarstovuni á Tvør- oyri tlf. 372480/ 284480 í seinasta lagi fríggjadag- in kl. 16.00. Tað er altíð klókt at hava heit og góð klæði við, góðar skógvar ella styvlar og tað kann eisini vera hugnaligt at hava matpakka og ein drekka- munn við. Hevur tú kik- ara og eitt kort yvir økið har gingið verður við tær, gerst túrurin óiva meiri áhugaverdur. Nú eru bara tveir gongutúrar eftiri í summar í Suðuroy. Tann 11. september verður gingið úr Hvalba til Sandvíkar, og seinasti túrurin í ár er 18. septem- ber úr Øravík til Vágs. Árni Dam sagt upp á Skipafelagnum Fara ein lættan gongutúr í Suðuroy Meiri enn nakar annar, hevur Àrni Dam verið ímyndin av Skipafelagnum. Hann heldur, at tað hevur verið heimsins besta arbeiðspláss, men samanleggingin við Eimskip hevur nú fingið hann at siga upp: Hini trý fólkini á deildini, sum avgreiðir tey útlendsku skipini, sum Skipafelagið umboðar, hava eisini sagt upp Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 7 6