Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-02, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juni 2016síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 03. JUNI 2016 SOSIALURIN 63 24 Matgerð TJÓÐHILD PATURSSON M hhh! Tað er tað besta, eg veit. Ein dagin, tá eg fór mær oman í handilin at fáa mær mítt vanliga »dope«, svaraði maðurin handan diskin, at nú var summarið av, so nú seldu tey ikki meira ís fyrr enn í næstaár. What?! Skal árstíðin nú diktera nær eg eti ís? Áh? Tað er soleiðis man ger alla aðrastaðni? Man etur ís, tá ið tað er heitt úti, og IKKI um veturin? Soleiðis er tað altso ikki í Føroyum. Í Føroyum er best. Í Føroyum kann man keypa soft-ice alt árið. Kanska er tað tí at tað er so lítil munur á summari og veturi? Ja, kanska er tað tí at vit føroyingar eta ís alt árið. Men hóast eg ikki kann góðtaka svenska ísmarknaðin, so haldi eg at tey hava fatur í onkrum – tí ísur smakkar allar best sólríkar dagar. Og heppnu, heppnu vit. Eg havi klípt meg í armin hvønn morgun – kann tað veruliga passa at tað er sól aftur í dag? Vit hava havt nógvar sólríkar dagar seinastu tíðina. Og tí havi eg havt góða tíð at gera ís: Rómaís, saftís, fruktís, nøtuís. Mmhh… skulu vit nevna juni­mánaða ÍS- mánaða? Ja, lat okkum taka eina ísrøð. Vit byrja við bananísinum (ógvuliga óføroyskt – apropos hina greinina hjá mær í blaðnum… íslend­ing­ar veksa bananir, man tað fara at bera til í Føroyum eisini?). Bananísur var eitt tað fyrsta, dóttur mín át – og ja, tað var um veturin. Eg át tað til millummála næstan hvønn dag, eftir at eg gjørdi hetta fyrstuferð. Tí hesin ísurin er veruliga ein sovorðin sum er ok at eta til millummála… hann er gjørdur úr bananum. Eg minnist at sum barn plagdi eg onkuntíð at frysta hálvar bananir, og síðani eta tær sum eitt slag av ísi. Bananir fáa ein so lekkran konsistens, tá ið tær eru frystar, og saman við eitt sindur av kakao-pulvuri ella jarð­berum, so smakkar hann eisini fantastiskt. Bananísur - Grundin: Til ein persón brúkar tú tvær bananir, ella tríggjar, um tær eru smáar. Flys bananirnar, sker tær í 4-5 bitar og legg tær í frystiboksina. Tá ið bananairnar eru frystar er klárt at gera ísin. Ger hetta kvøldið fyri, ella ger nógv niðurfyri, so er altíð klárt til ein ís. Legg bananirnar (+ møguligan smakk, sí niðanfyri) í ein sterkan blendara ella hvirlu. Blenda til tað er mjúkt sum soft-ice. Liðugt. Tað finnast eingin mørk fyri hvussu nógv tú kanst variera hendan ísin. Niðanfyri eru nøkur hug­skot. Eg geri allar oftast sjoko­ láta-bananís, ofta við nøkrum hassil­nøtum = eyka luksus. Vaniljuísur: 2 frystar bananir 1 nips av vanilju Møguliga eitt sindur av vatni/ mjólk Sjokolátaísur 2 frystar bananir 1 spsk av kakaopulvuri Møguliga eitt sindur av vatni/ mjólk Grønur spinatísur (børn halda tað vera stuttligt við tí grøna litinum) 2 frystar bananir 2 kúlur av frystum spinati Møguliga eitt sindur av vatni/ mjólk Jarðberjaísur 2 frystar bananir 1 dl av frystum jarðberjum Møguliga eitt sindur av vatni/ mjólk Jarðnøtuísur 2 frystar bananir 1 stór spsk av jarðnøtusmøri hakkaðar jarðnøtir at stroyða útyvir Møguliga eitt sindur av vatni/ mjólk Mintuísur 2 frystar bananir 10 myntubløð Møguliga eitt sindur av vatni/ mjólk Sitrónísur 2 frystar bananir Skal og saft av eini hálvari sitrón Møguliga eitt sindur av vatni/ mjólk Lakrtitsísur 2 frystar bananir 1 tsk av lakritspulvuri Møguliga eitt sindur av vatni/ mjólk JUNI ER ÍS-MÁN Nei, í Føroyum eta vit ís alt árið!