hósdagur 9. september 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 171 - 9. september 2004
Nr. 171 - 9. september 2004
9
Tað fyrsta, ið stóru
fótbóltsstjørnurnar
síggja, tá tær koma út
gjøgnum tollin á
Flogvøllinum, er
smílandi snýðið á
Elin Christiansen.
Hon hevur nevniliga í
fleiri ár starvast sum
guide fyri fótbólts-
sambandið. Hetta
arbeiðið áleggur
henni at fylgja við
útlendsku liðunum
og syrgja fyri, at um-
støðurnar eru í lagi,
og at alt gongur sum
tað skal
LANDSLIÐ
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Fyrstu ferð Elin arbeiddi
sum guide hjá nøkrum
landsliði, var í 2000, tá NM
kappingin fyri ungdómslið
var hildin í Havn. Tá hevði
Elin sjálvonnur ábyrgdina
fyri norska ungdómslands-
liðnum.
– Tað var av tilvild, at eg
bleiv biðin at vera guide tá.
Tað komu átta landslið til
Havnina, og tey skulu øll
hava ein kontaktpersón
knýttan at sær. So tá mangl-
aði FSF hjálparfólk. Onkur
kendi onkran, sum kendi
meg, og soleiðis kom tað í
lag. Mær dámdi tað ógvu-
liga væl, og eg havi hjálpt
til við landsliðum at kalla
síðani, greiðir Elin Christi-
ansen frá.
Trupulleikaloysari
Tá landslið eru á vitjan hjá
hvør øðrum eru nakrar
ógvuliga strangar reglur,
sum skulu fylgjast av vert-
unum. M.a., at ein lokalur
persónur skal taka sær av
og fylgja við gestaliðnum
allatíðina.
– Mín uppgáva er at vera
millummaður ímillum Fót-
bóltssambandið og útiliðið.
Áðrenn teir koma, fái eg
eina ógvuliga neyva skrá
frá FSF, har allar venjingar,
máltíðir o.a. er skrivað upp.
Men onkuntíð ynskja teir at
broyta skránna. Til dømis
vilja teir ikki venja á teim-
um tíðunum, sum FSF hev-
ur givið teimum, ella teir
vilja sleppa ein sightseeing
túr, ið ikki er tilrættislagdur
frammanundan. Øllum tí
skal eg taka mær av og fáa í
lag, sigur Elin.
Hon skal sostatt lofta øll-
um
trupulleikum,
sum
stinga seg upp, og loysa
teir.
Hon sigur, at hon er biðin
um mangt og hvat hesi
árini, hon hevur verið
guide.
– Mín arbeiðsdagur er frá
9 um morgunin til 22-23
um kvøldið. Og tá havi eg
kanska ein hálvan tíma
pausu ígjøgnum allan dag-
in. Og tú veist ongantíð
hvat tú kanst koma út fyri,
tí tað avhongur av, hvat
gestirnir ynskja. So tað er
strævið, staðfestir Elin.
Hon sigur, at hon hevur
gjørt alt frá at keypa sjokol-
átu tíðliga um morgunin
fyri túsindavís av krónum,
skaffað pressukort til yndis
journalistarnar hjá venjar-
unum, til at renna ørindi og
vera sightseeing guide á
einum busstúri, sum hon
sjálv skipaði fyri. Hon
leggur flennandi afturat, at
tíbetur hevði hon ein góðan
busssjafør, sum visti nógv
at fortelja um tað, tey sóu.
– Einaferð var eg við ein-
um liði á veg inn á Svanga-
skarð, har dysturin skuldi
vera. Men tá vit høvdu
koyrt eina góða løtu, kom
málmaðurin í tankar um, at
hann hevði gloymt mál-
manshandskarnar eftir á
Hotel Føroyum. So eg mátti
fara av bussinum, saman
við einum liðleiðara, með-
an liðið helt leiðina fram til
Toftir. So at ringja og fáa
fatur í onkran, sum kundi
koma eftir okkum og koyra
okkum eftir handskunum
og síðani inn á Svanga-
skarð, minnist Elin.
Tey smærru krevja
meiri
Síðani hon fyri fyrstu ferð
var guide hjá norska U-15
landsliðnum, hevur hon
tikið sær av nógvum lands-
liðum. Hon hevur verið
guide hjá Sveits, Luxem-
burg, Slovenia, Skotlandi,
Íslandi, Týsklandi, Litavia,
Malta, Kasakstan, Licthen-
stein og í hesum døgum
rennur hon eisini fyri
fronsku stjørnurnar.
Hon sigur, at tað er ógvu-
liga ymiskt, hvussu nógv
hesi ymisku liðini forlanga
og vilja broyta.
– Rudi Völler, venjarin
hjá Týsklandi var óalmindi-
liga fittur at arbeiðia saman
við. Eisini venjarin hjá
Fraklandi, Raymond Do-
menech, er sera lættur at
hava við at gera, greiðir
Elin frá. Hon hugsar eina
løtu, áðrenn hon heldur
fram, – Faktiskt er tað so, at
tað eru tey smærru liðini, ið
eru tey strævnastu at ar-
beiða fyri. Tað vísir seg
ofta, at teir venjararnir eru
strangari og ynskja fleiri
broytingar, enn tey størru
liðini gera. Men tað hevur
sikkurt eisini sínar forklár-
ing-ar, heldur Elin.
Størru liðini hava kanska
ikki sama trýstið á sær, tá
tey koma til Føroya, sum
tey smærru liðini. Tað er
eisini lættari hjá smáu
liðunum at broyta skránna.
– Tey stóru liðini, sum
t.d. Frakland, hava nógvar
stjørnur í heimsklassa. Tey
hava tí eisini nógv security
fólk við, sum skulu fylgja
liðnum
allastaðni.
Tað
krevur eitt nógv størri ar-
beiði at skula broyta okkurt
hjá teimum, enn um tað
bara er eitt lið við ongum
stjørnum, og harvið ongum
security fólki afturat, sigur
Elin.
Hon sigur, at trupulleikin
við hesum smáu eystur-
lendsku londunum ofta er
hann, at tey duga sera illa at
práta enskt. Og tá kann tað
gerast trupult at hjálpa
teimum.
– Á liðnum hjá Kasak-
stan, var bert ein, ið dugdi
eitt sindur av enskum. Hinir
prátaðu kasakstanskt við
meg, sigur Elin. – Men tað
gekk allíkavæl við tekn-
máli og góðum vilja.
Hon heldur eisini, at tá
liðini síggja at man roynir
at vera professionellur og at
gera alt fyri tey, so vera tey
meiri takknemmilig og
minni forlangandi.
– Tú ert tað einasta kenda
andlitið í landinum fyri hesi
fólkini, og tey blíva ofta
góð við teg. Serliga liðleið-
ararnir, sum eg havi mest
við at gera. Eftir eina tíð
verða teir ofta bekymraðir
um meg. T.d. spyrja teir um
eg havi etið og bjóða mær
við til borðs, tá liði fer at
eta, sigur Elin.
At liðini veruliga eru
takknemmilig fyri tað stóra
arbeiðið, hon ger, merkir
hon eisini.
– Eg royni at gera tað,
sum teir ynskja. Um tað er
ein trupulleiki, so loysi eg
hann við einum smíli. Tað
ger alt nógv lættari. Men eg
fái eisini fantastiska hjálp
frá FSF, sum eg altí ð kann
ringja til, um á stendur,
sigur hon.
Tann ringa síðan
Men tað er ikki altíð bara
stuttligt at vera guide. Elin
verður nevniliga eisini ofta
millumlið ímillum stjørn-
urnar og føroysku fjeppar-
arnar.
– Tað er ræðuliga ringt at
nokta hesum fittu smá-
dreingjunum, sum eg ofta
kenni væl, at sleppa í kon-
takt við hesar stóru fót-
bóltsspælararnar. Men tað
eri eg noydd til. Týsdagin,
tá Frakland skuldi venja á
Tórsvølli vóru eini 200-300
børn komin saman, og
vildu sleppa inn í bussin til
leikararnar.
Leikararnir
mundu ikki sloppið at vant,
tí børn vóru allastaðni. Tá
mátti eg vera tann óreina,
sum kúsjaði børnini burtur,
og noktaði teimum at møta
idolunum, greiðir Elin frá.
Hon sigur, at tað er ein
partur av hennara arbeiði,
sum hon noyðist at gera.
– Nógv børn vórðu ras-
andi inn á meg, og tað vóru
fleiri mammur eisini. Men
hatta er mítt arbeiði. Um
leikararnir
ikki
sleppa
framat vøllinum, verða
security-menninir hjá teim-
um í øðini, og tað gongur í
fyrstu atløgu út yvir meg,
og í aðru atløgu út yvir FSF.
Tí tað stendur øllum útilið-
um frítt at klaga til FIFA
um fótbóltsuppihaldi í ein-
um øðrum landi ikki hevur
verið nøktandi, sigur Elin.
Hon sigur, at tað tók
Thierry Henry einar 15-20
minuttir at ganga frá buss-
inum og oman til vøllin. Og
tað er ikki nøktandi.
Hóast tað, so heldur hon
at liðini sum oftast hava
verið sera nøgd við uppi-
haldið í Føroyum.
– Eg havi ongantíð spurt
um autograf frá nøkrum
spælara, men allíkavæl havi
eg fingið nógvar. Tá Týsk-
land var her, góvu teir mær
eina landsliðstroyggju við
øllum autografunum á. Eg
havi fingið gávur, e-mailar
ella blómur frá øllum liðun-
um, sum hava verið her. Tað
er ein góð kensla, at tá tú
hevur gjørt alt, sum tú hev-
ur kunnað fyri hesi liðini, at
tey so eisini vísa, at tey eru
takksom, sigur Elin Christi-
ansen at enda.
Telefonin hevur ringt
fleiri ferðir, ímeðan vit
hava tosað, og nú má hon
skunda sær niðan á Hotel
Føroyar, at taka sær av
stjørnunum, áðrenn dystin í
kvøld.
Elin tekur sær av stjørnunum
23 ára gamla Elin Christiansen úr Havn hevur í hesum døgum úr at gera við at renna fyri
fronsku stjørnurnar. Hon skal syrgja fyri at alt er í lagi hjá teimum
Mynd: Jens Kr. Vang
Rætting
Í blaðnum í gjár stóð at Randi Vang og Jónhild
Johannesen stóðu fyri tiltakinum Hendur og Hugflog.
Hetta er sjálvandi ikki heilt rætt, tí tað var í samstarvi
við Menningarstovuna og Føroya Heimavirkisfelag.
eys
Eftir at tað er komið
fram, at eitt nú
íslendsk nótaskip,
sum royna við troli,
hava havt eina ávísa
hjáveiði av toski,
hevur Fiskiveiði-
eftirlitið kannað, um
hjáveiða eisini er í
veiðini hjá føroysku
nótaskipunum
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað hevur nevniliga ljóðað,
at hjáveiðan hjá íslendskum
nótaskipum stundum hevur
verið so stór, at skipini hava
verið noydd at siglt undan
toski.
Áður hevur veiðan hjá
nótaskipunum verið rætti-
liga rein, men síðan tey
nýggju skipini, sum hava
rættiliga stóra tóvmegi, eru
vorðin effektivari, er uppí-
blanding av øðrum fiska-
sløgum vorðin ein ávísur
trupulleiki.
Nevnt hevur eisini verið,
at ein onnur orsøk til, at
toskur og upsi í størri mun
eru uppi í veiðini hjá nóta-
skipunum, er, at fiskurin
hevur havt ov lítið at eta, og
at hann tí gongur uppi í
svartkjaftinum.
Veikt grundarlag
Elmar Højgaard, leiðari á
Fiskiveiðieftirlitinum, sig-
ur, at teir í summar hava
gjørt nakrar kanningar av
nótaveiðini hjá føroyskum
skipum, men grundarlagið
er ov veikt til tess, at hann
dugir at siga, hvussu stórur
ella lítil trupulleikin við
hjáveiði er.
Sum skilst, er lítil svart-
kjaftur veiddur í føroyskum
sjógvi, síðan Fiskiveiði-
eftirlitið fór undir sínar
kanningar. Men stovnurin
hevur kannað lastir, ið skip-
ini, sum hava veitt í ísl-
endskum sjógvi og altjóða
sjógvi, hava lagt upp í Før-
oyum. Í summum førum
hava hesi skip fiskað ein
part av veiðini í føroyskum
sjógvi, men meginparturin
er veiddur í íslendskum
sjógvi og altjóða sjógvi.
– Jú, vit hava gjørt nakrar
kanningar, men eg haldi, at
grundarlagið er ov veikt til
tess at gera nakra niður-
støðu. Tískil fara okkara
kanningar av hesum viður-
skiftum at halda fram.
Elmar ásannar, at før-
oysku nótaskipini hava havt
eina ávísa hjáveiði, men
hann torir ikki at geva nak-
að boð uppá, hvussu stór
hendan er.
Hann heldur ikki, at talan
er um prosentir, men vil
kortini ikki hefta seg við
nakað tal, tí enn er ikki
komið á mál við kanning-
unum.
Stórar nøgdir
– Fiskurin verður pumpað-
ur upp í skipini, og tá ið
hann verður landaður, fara
eini 120 tons eftir band-in-
um um tíman. Tað einasta,
vit kunnu gera, er at eyg-
leiða fiskin og taka myndir
av tí, vit síggja. Nøgdirnar
eru so stórar, at ógjørligt er
at taka hjáveiðina burtur úr
samlaðu veiðini.
Hann sigur, at Fiskiveiði-
eftirlitið arbeiðir við at gera
tað lættari at kanna hjáveið-
ina hjá nótaskipunum, og
hann væntar, at grundarlag-
ið undir metingini verður
betur sum frá líður.
– Tá ið nógvur fiskur er
at fáa, er skjótt at fylla skip-
ini, harav tey størstu taka
eini 2500-2700 tons. Er
minni at fáa, sum tað hevur
verið í seinastuni, verður
tóvað leingi um stór økir,
og eg trúgvi, at tað serliga
er í slíkum føri, at hjáveiða
er uppi í fiskiskapinum hjá
nótaskipunum, sigur Elmar.
Hann sigur, at tað, sum
Fiskiveiðieftirlitið
hevur
sæð uppi í veiðini hjá før-
oysku nótaskipunum, ser-
liga er góður og miðalgóð-
ur upsi, kongafiskur og
rognkelsi.
– Hinvegin hava vit sæð
lítið av toski, sigur hann.
Elmar Højgaard sigur, at
vanliga plagar fiskiskapur-
in eftir svartkjafti í føroysk-
um sjógvi at taka seg upp-
aftur síðst í september, og
tá fer Fiskiveiðieftirlitið
eisini at hava eyguni eftir
møguligari hjáveiði.
Hjáveiðan hjá nótaskipum:
- Vit hava ikki nóg gott grundarlag
MATSTOVUVIRKSEMI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á býráðsfundi týsdagin
samtykti Runavíkar býráð
við seks atkvøðum fyri og
einari ímóti at viðmæla eini
umsókn um skeinkiloyvi í
sambandi við matstovu-
virksemi í hølunum, har
John’s Resturant áður helt
til í Saltangará.
Uppgávan hjá býráðnum
er at gera sítt ummæli av
umsóknini, og síðan er tað
Loyvisnevndin, sum eigur
avgerðina, um loyvi skal
gevast ella ikki.
Rodmundur
Nielsen,
borgarstjóri, sigur, at tá ið
býráðið í hesum førinum
hevur samtykt at viðmæla
umsóknini, plagar Loyvis-
nevndin at fylgja tilmæl-
inum.
Tí væntar hann, at tað
gongur ikki long tíð, til ein
matstova aftur letur upp í
Runavíkar Kommunu.
Síðan John’s Resturant
læt aftur í apríl, og Runa-
víkar Sjómansheim læt
aftur, 1. september, hevur
einki
matstovuvirksemi
verið í triðstørstu komm-
unu í landinum.
Men nú bendir so alt á, at
Stokkastovan í Saltangará
letur uppaftur við mat-
stovuvirksemi og skeink-
ing.
FUGLAVEIÐA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nú man havhestatíðin sig-
ast vera farin at halla, hóast
enn ikki er farið av allari
tíð.
Veðrið í havhestatíðini í
ár hevur verið, sum tað
plagar, um vit so kunnu
siga; onkur góður dagur
hevur verið, men fleiri dag-
ar hevur verið ov frískur
vindur.
Hjá teimum, sum vóru
eftir havhesti í bestu tíðini
og fingu teir bestu dagarnar
til veður, vignaðist hampi-
liga væl. Aðrir, sum ikki
sluppu avstað teir góðu
dagarnar, men noyddust at
velja sær ein dag við ov
nógvum loti, vignaðist
minni væl.
Og soleiðis er tað vanliga
á hvørjum ári.
Teir bestu dagarnar fingu
menn upp í fleiri hundrað
havhestar, men í hesi vik-
uni hevur lítið verið at fing-
ið, tí nú er so nógv útliðið.
Týsdagurin og mikudag-
urin í síðstu viku vóru tveir
góðir dagar, og tá fingu
menn nógvan fugl.
Fiskiveiðieftirlitið hevur staðfest, at føroysku nótaskipini hava eina ávísa hjáveiði, men enn er ov tíðliga at siga, hvussu nógv talan
er um. Myndin, sum er av Tróndi í Gøtu, er tilvildarlig
Mynd: Vilmund Jacobsen
So er farið at halla við
havhestinum
Runavíkar býráð samtykti
at viðmæla skeinkiloyvi
Hendan myndin er tikin norður úr Ennibergi á havhestaveiði í
ár
Mynd: Vilmund Jacobsen
Runavíkar býráð samtykti at viðmæla umsóknini um skeinki-
loyvi í hesum hølunum, har nýggj matstova ætlandi letur upp-
aftur til heystar
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
9
8