Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juli 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 13 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 132 - 13. juli 2000 Nr. 132 - 13. juli 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Edvard Joensen Ta› murrar í ve›urhanan- um, sum melur í vindinum beint yvir okkum. Vit sita úti á eggini vi› vitan nor›ast á Kallsoynni. Vitin ver›ur rik- in vi› vindmegi, og ta› eru veingirnir á vindmylnuni, sum ger ravmagni›, i› gera hetta ljó›i›, sum er so hvølt yvir okkum. Her er høgt til loft og vítt til veggja, hóast veggirnir eru rættiliga høgir stutt frá okkum. Vit síggja inn í bergi vestantil á Borgaranum. Hesum 531 metra høga fjallinum, sum Páll Fangi í síni tí› bey› sær at lesa seg upp fyri, um hann fekk frælsi afturfyri. Her, vit sita og hyggja inn í bergi› í dag, er ilt at trúgva, at nakar kann hava rokna› vi› at koma livandi frá at lesa seg eftir línu upp fyri her. Men rímiligt hevur ma›urin hildi›, at hann ta› sama kundi brá›doyggja vi› at detta oman her á kendum heimalei›um sum at rotna spakuliga upp í onkrum donskum fongsli. Ta› er fríggjadagur, og vit eru komin vi› Barsskor úr Klaksvík beint eftir middag. Hendan dagin er fer›aætl- anin solei›is, at til ber at sleppa inn aftur seinnaprtin, um ein ikki ætlar at gista í Kalsoynni. Hjá tí, sum kemur innan av landinum, er ney›ugt fyrst at fara vi› Dúgvuni úr Leirvík. Bí›a› ver›ur so eina løtu í Klaksvík, til Barsskor klokkan knapt eitt fer í Kalsoynna. Hugnaligt er at standa í st‡rihúsinum á aldurs- forsetanum í føroyska strandfaraflotanum og práta vi› skiparan, Sørin Daniel- sen, sum saman vi› Jógvani Joensen, motorpassara er manningin í dag. Samla›a manningin er tríggir, siga teir. Teir skifta fríggjakvøld, solei›is at al- tí› ein hevur frí. Í kvøld eig- ur Sørin frítørn. Og hann gle›ir seg. Ája, vit koma yvir á Sy›- radal, har lagt ver›ur inn í móti lendingini, me›an eitt einstakt fer›afólk fer í land. Sí›an ver›ur siglt nor›ur á Húsar, har restin skal av. Vi› Bygdalei›um ver›ur so koyrt nor›ur á oynna, har vit hava avtala› vi› Jógvan á Nesi at fylgja okkum út til vitan. Tá bussurin kemur út úr nor›asta berholinum, stend- ur ma›ur fyri okkum, og vit fara úr. Ein t‡skur fer›a- ma›ur er vi› í bussinum, men hann vil heldur fara oman í sjálva bygdina. Vit tríggir, Jógvan og mynda- ma›urin, fara so beinanveg til gongu. Vit ganga eftir sløttum haga, og ta› ver›ur gingi › eftir sløttum allan vegin heilt út til vitan. Fyrsta vit eru farnir til gongu, byrjar Jógvan at siga frá. Vit frætta um sta›ar- nøvn, vit síggja, og um søgu og søgn úr oynni. Hann veit væl og dugir væl at bera fram, so tann forvitni fer›a- ma›urin fær nógv at vita, sum ikki hev›i komi› vi›, um ikki frálíki fer›alei›arin var vi› okkum. Rættiliga hvussu gomul bygd Trøllanes er, er helst eingin, sum veit. Søguliga ber til at fara so langt aftur, sum skriva›ar keldur eru til skjals, og tá vóru í hvussu er tvey húsarhald á Nesi, sum teir her nor›uri í oynni nevna bygdina. Ikki hevur altí› veri› líka lætt at búleikast á plássi- num. Líti› er upplandi›, og einki torv solei›is. Nes- menn máttu tí av oynni at fáa torv, og ta› fingu teir á Gó›adali nor›an fyri Fugla- fjør›, grei›ir Jógvan frá. Og hann veit at siga, at okkurt er, sum bendir á, at so var, tí á Gó›adali vísa teir á Nes- hei›ar, sum eina grei›a á- bending um, at her var› trøllanestorvi› skori› og røkta›. Jógvan metir, at fuglfir›ingar hava fingi › fugl frá nesmonnum aftur- fyri. Sum vit ganga út gjøg- num dalin legst landi› eyst- an fyri opi› fyri okkum. Stórbært er, má sigast. Jógvan grei›ir frá um sta›- arnøvn og søgur og hend- ingar. Vit síggja yvir á Kun- oynna, har Hestmúlin er so sjónskur. Og eystan fyri stingur Enniberg seg so há- bærsligt fram undan. Júst hendan dagin er ve›ri› ikki ta› allarbesta, og eitt sindur támut er. Vit ste›ga á og líta aftur um okkum. Har stendur Nestindur so hóttandi reyst- ur beint yvir okkum. 787 metrar beint upp í luftina. Men lættur at koma upp á kortini, sigur Jógvan og grei›ir okkum frá, hvønn veg fari› ver›ur. Og beint nor›an fyri er Borgarin, sum her eystantil er valla›ur líka á toppin. Vit fylgja sey›arásini nor›ureftir. Og knappliga liggur ein grønur, væl vall- a›ur dalur fyri okkum. Og er dalurin grønur, er kjálkin nor›an fyri uppaftur grøn- ari. Hatta er Høvdin, grei›ir Jógvan frá. Stóri Høvdi, ver›ur hann nevndur her. Lítli Høvdi er uttan fyri vit- an, sum vit síggja uppi á rø›ini. Eitt, vit sakna eitt sindur, er fuglur, Hann er ikki tann nógvi her. Onkur einstakur kjógvi og spógvi, er ta› mesta vit hoyra og síggja. Men komnir ni›an á rø›- ina, er aftur fyri fuglur at síggja í berginum vestan- fyri. Nú er turt og klára› er væl upp. Ta› er kortini bara ein gó›ur hálvur tími sí›an, vit fóru úr bussinum. Jógvan sigur, at ta› er ikki skjótt gingi›, um vit ikki hava pjaka› okkum kortini. Men vanliga ver›ur rokna› vi›, at ta› tekur ein hálvan tíma at ganga úr bygdini út á vitan. Ta› lotar enn eitt sindur ni›an móti rø›ini, so vit fara vestur um og setast eitt sind- ur oman móti upsini, me›an Jógvan grei›ir frá tí stórs- lignu sjónini vit her síggja. Vestur eftir síggja vit inn á Funning. Múlan, Rivtanga, Risan og Kellingina og nak- a› væl inn á Ei›iskoll. Longri burtur er Tjørnuvíks- stakkur so t‡›iligur at síggja, tí har stendur sólin júst nú á, me›an M‡lingur og Skei›i› gerast bakgrund. Undir okkum er lív. Rita, lomvigi, lundi og havhestur er ta› mesta vit síggja. Beint undir her, vit sita, er Kalls- berg, grei›ir Jógvan frá. Og innari er Kallsvík. Vit kika og síggja, at naka› av lom- viga er í berginum, men ikki tann nøgd, Jógvan helst vildi kortini. Aftur fara vit til gongu. Ganga runt vitan og út á høvdan. Vit síggja ni›ur á helluna nor›an fyri, har Kallurin, sum gav oynni navn, hevur sta›i›. Men Kallurin er ikki til meira. Kallurin var ein drangur, sum fór av brimi einafer› í 20’unum, sigur Jógvan, men hann veit ikki at siga ári›. Gingi› ver›ur út eftir Høvdanum, oman dalin og beina lei› at húsum, har vit bí›a, til bussurin kemur eftir okkum og koyrir okkum aftur til Húsar, ha›ani vit fara vi› Barsskor til Klaks- víkar. Frítt er úti á Eggjum Gongutúrurin av Trøllanesi út til vitan Úti á Eggjum er túrur, øll klára. Men gott er at hava sta›kent fólk vi› Hvat hendir í Føroyum? www.kunning.fo Mynd: Jens Kristian Vang Jógvan Joensen sigur frá um sta›arnøvn og grei›ir frá ymsum søguligum Mynd: Jens Kristian Vang Vit síggja yvir á Kunoynna, har Hestmúlin er so sjónskur. Og eystan fyri stingur Enniberg seg so hábærsligt fram undan Mynd: Jens Kristian Vang Fakta: Gongutúrur av Trøllanesi út á vitan Úti á Eggjum. Lættur túrur. Umlei› hálvan tíma at ganga á sløttum haga. Havi fer›alei›ara vi›. Ta › loysir seg. Nógv fæst at vita. Ansi› eftir í upsini. Einki hegn er, sum verjir fyri, hvussu langt oman ein kann fara. Fer›alei›ari: Jógvan Joensen, Trøllanes tlf. 45 66 65. Kostna›ur: kr,. 20,- fyri hvønn Eftir stovnandi a›alfund tann 10. mai, kom n‡valda nevndin saman fyri at skipa seg og fyri at stinga út í korti›, hvørji tiltøk felagi › eigur at taka stig til – einsa- malt ella saman vi› ø›rum. Nevndin hevur skipa› seg solei›is: Ingvør Nolsøe, forkvinna Jan Mortensen, næstforma›ur Geir Atle Rishovd, kassameistari Martin V. Heinesen, skrivari Alex Buvik Longu á fyrsta fundinum, var› skjøtil settur á at fyri- reika tiltøk fyri limirnar. Ætlanin er at hava ikki færri enn tvey tiltøk til heystar. Enn eru tiltøkini bert á fyrireikingarstigi, men ætl- anin er at stu›la eftir føri- muni einari oljurá›stevnu, i› líkist henni, sum Eurofor- um skipa›i fyri heysti› ’99. Dentur ver›ur lagdur á, at føroysku sjónarmi›ini skulu koma meira til sjóndar í oljuhøpi. Um ta› mundi oljurá›- stevnan ver›ur, vita vit helst hvørji oljufeløg hava fingi › leitingarloyvi. Og tí metir nevndin ta› vera rættliga vi›komandi, at fáa gli› á eitt ítøkiligt kjak um hvønn leiklut føroyskar fyritøkur skulu hava. Ætlanin er at bæ›i operatørar og veitarar skulu taka lut á rá›stevnuni. Eitt anna› tiltak, i› vænt- andi ver›ur á skránni, er at bjó›a einum av operatørun- um, i› hevur fingi› tilluta› leitingarloyvi, at grei›a frá arbei›sætlanunum vi› ser- ligum atliti til leiklutin hjá føroyskum veitarum. Enda- máli› er, at fáa eina ítøkiliga mynd av, um ætlanir standa mát vi› veruleikan. Somu- lei›is er ætlanin at skipa fyri temadøgum vi› m.a. før- oyskum veitarum av tænast- um og vørum. Nevndin í Oljutinginum setti sær tí fyri, at fara undir at fyrireika tiltøkini beinan vegin og at kunna limirnar so hvørt, sum arbei›i› kem- ur undir land. Nevndin hevur eisini valt eitt búmerki til Oljuting. Búmerki› ímyndar ein ting- pall úr gróti. Føroyingar hava drúgva si›venju at seta ting og gróti› er ímyndin av fláunum, har tilfeingi› ligg- ur. Vinarliga Nevndin Oljutingi› hevur skipa› seg OLJUTINGIÐ Petroleum Association of the Faroe Islands Or› og myndir: Jóhan Jacobsen Mánakvøldi› vór›u fyrstu tónarnir frá Fólkatónleik- arastevnuni spældir; eitt sera væl eydna› konserttil- tak í Losjuni í Gøtu. Hetta kvøldi› var› samskipa› vi› tónleikafelagnum Grót, sum hevur havt fleiri tiltøk í sí›stuni. Losjan í Gøtu er ikki, sum tær heilt stóru ítróttarhøllir- nar, har dansur og konsertir ofta ver›a hildnar, heilt mótsatt. Júst hetta gevur tónleikinum gó›ar umstø›- ur, ljó›i› er nær og ein fær meir burturúr. Húsi› var fultsett, yvir hundra› fólk, ta› bleiv kanska heldur trongligt. Men tó ikki minni hugnaligt, kaffi og køkur vóru at fáa. Skráin hetta kvøldi› var vi› heili fimm nøvnum; Shalder Geo, Økusól, Han- us G. Johansen, Enekk og trummuleikarin Malick Jag- ne úr Gambia. Shalder Geo leg›i fyri. Bólkurin er manna›ur vi› He›in Z. Davidsen, el-guit- ar, Høgna Klakkstein, trummur, Mikael, kontra- bass og Kristian Blak á klaver. Her hoyrdi ein spennandi, lættar og spælis- ligar tónar, frá dugnaligum tónleikarum. Frá fegnum spælimansrytmum til meiri jazzkend og funky groove. Tónleikararnir kendu hvønn annan, hoyrdi mann; bólk- urin hevur veri› á konsert- fer› fyrr í ár í grannlondum okkara. Sí›sti sangurin end- a›i vi› skemtiligum sam- spæli millum Kristian og He›in. Tónleikurin frá Økusól var fyri ta› mesta ljó›mynd- ir, sum vóru bygdar á ymsar útsetingar av eldri løgum. Vakrar og fri›arsælar ljó›- myndir, har tvørfloyta, bass og guitar spæl var lagt aftur- at. Hjalti Joensen spældi el- guitar, Arni Carlsen og Óli Poulsen sótu vi› hvør sínum ljómbor›i, Agnar Lam- hauge, bass og kona hansara Marita av Steinum spældi tvørfloytu. Bólkurin er komin saman fyri at vera vi› á einum tónleikafestivali í bygdini Ummanakk í Grøn- landi, sum er vinarb‡ur Runavíkar Kommunu. Sí›an stó› Hanus G. Jo- hansen klárur, vi› guitar. Hansara so sera nátúrliga og fólkaliga upptra›kan, undir- helt hvørjum tí einasta ásko›ara. Hann hevur roynt ta› fyrr, avgjørt, at spæla fyri fólki og á sín egna hátt. Merkingin »Fólka-tónleik- ari« passar heilt væl her. Um hári› ella anna› skuldi komi í vegin, so er hann ikki bangin fyri at ste›ga á og rætta problemi›; sjálvt um ta› skuldi ver›i í einum so stórslignum sangi sum »Úr Rubaijat«. Hesin sangurin er upprunaliga skriva›ur av Omar Khajjam, ein stjørnu- og støddfrø›ingur, sum livdi um somu tí› sum Tróndur í Gøtu. Hanus helt skemtiliga fyri, »...hetta lag- i› gekk Tróndur í Gøtu og murra›i.« Sangirnir vóru av n‡ggju fløguni »Bukett«. Veldugt var at hoyra sangin »Lívi›«. »Bukett« var› eis- ini spældur. Hanus enda›i vi› at syngja, uttan guittar- in, »kvøld«; ein yrking eftir Pól F. Joensen. Næsti bólkurin sum spældi, hoyrir mann ov líti› til ella ein hev›i í hvussu so er vilja hoyrt meir til hendan bólk. Enekk spældi n‡tt tón- leikatilfar, sum er nokk so torført at bólka í nakra ávísa tónleikagrein. Kanska mangla›i intensitetur, ella skuldi framførslan ver›i longri, løgini vóru merkt av mystikki. Høgni Klakkstein vísti, m.a. eini í trummu- solo, á hvørjum høgum stø›i hann er. Ma›urin hev- ur veri› yviri í statunum í læru hjá teimum heilt størstu ásláarunum í heim- inum. Enekk man ver›a tann mest spennandi bólkur- in sum er her heima og aftaná tær tríggjar fløgurnar, bólkurin hevur givi› út, hevur Enekk nógv eftir at geva. Vit vóna so ta› besta. Sum vanligt á Fólkatón- leikarastevnuni eru út- lendskir gestir vi›. Í Gøtu spældi trummusláarin Ma- lick Jagne, sum er uppvaks- in í Gambia og er nú búsit- andi í Danmark. Afturat sær hev›i hann Gøtumenn, teir flestu úr bólkinum Click- haze, sum hann fyrr hevur spælt saman vi›. Malick spælir upp á vestafrikanskar trummur og var ta› sera undirhaldandi at síggja. Á- sko›ararnir vóru heilt vi› uppá tær afrikansku rytmur- nar, og dúgliga var klappa fyri Malick og hansara monnum. Ein sera gó› byrjan til eitt megnar tiltak. Ein sera gó› byrjan Fólkatónleikarastevnan 2000 Ingvør Nolsøe, forkvinna í Oljutinginum Hanus Johansen hev›i eina framúr gó›a framførslu Á myndini síggjast Kári Sverrisson og Høgni Klakkstein úr Enekk Trummusláarin Malik