hósdagur 6. oktober 2016síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. OKTOBER 2016
SOSIALURIN 115
27
1. Tak tað róligt
Tær nýtist ikki at vænta, at tú
fert at skilja alt beinanvegin.
Tað er heilt natúrligt at hava eina
kenslu af kaos í byrjanini, og ofta
er tað ikki fyrr enn nakrar vikur
inn í lestrarárið, at tað kennist,
sum alt fellur upp á pláss.
2. Finn tær eitt gott stað at lesa
Heima ella úti – einsamallur ella
saman við øðrum.
3. Ger tær ómak við notatum
Finn tær tín egna notatteknik –
tað veri seg á teldu ella á pappíri.
Tú minnist betur, um tú arbeiðir
miðvíst við tínum notatum, t.d.
at tú setur tað í samband við
annað, tú hevur lisið. Ofta er tað
eitt gott hugskot at brúka stutt
orð og ikki heilar setningar, tú
kanst eisini velja at brúka pílar
og kassar fyri at skapa yvirlit.
Tað er eitt gott hugskot at strika
undir týdningarmiklastu allýs-
ingar og hugtøk, tá tú situr við
einum teksti.
4. Hav í huga, hvat teksturin skal
brúkast til
Áðrenn tú fert í gongd við at
lesa ein tekst, hugsa tá um
hvat teksturin skal brúkast til
í undirvísingini. Tí tað finnast
nógvir mátar at lesa ein tekst.
Um teksturin seinni verður gjøg
numgingin av lærarnum, kann
tað viðhvørt vera nokk at lesa
ella skimma tekstin ígjøgnum.
Men skalt tú t.d. greina ein tekst
ella lesa til próvtøku, er tað eitt
gott hugskot at lesa tekstin væl,
og at brúka tíð til at skriva við
merkingar, sláa orð upp o.a.
5. Finn tær ein góðan skriviteknik
Finn ein skriviteknik sum passar
júst tær – og ven teknikkin dag
liga. Kanska riggar tað best hjá
tær, at fyrst skriva non-stop og
síðani skipa tekstin. Men ver
eisini varug/ur við, at tað ikki
er eitt gott hugskot at skriva
eina uppgávu í seinastu løtu, tí
tá endar tú ofta við at leggja ov
stórt trýst á teg sjálva/n.
6. Ver tilvitað um, hvussu tú lesur
Tosa við vinir og lestrarfelagar
um hvussu tú best leggur tína
lesi- og lærutilgongd til rættis.
Les bøkur um lestrarteknik. Tak
lut í skeiðum og fyrilestrum um
lestrarteknik.
7. Gev nýggju útbúgvingini ein
kjans
Eitt fak, sum í fyrstani kann
tykjast keðiligt, kann gerast sera
spennandi, tá tú lærir meira.
Áhugin fyri einum faki hongur
saman við vitanini um tað. Tosa
tí fyrst við ein lestrarvegleiðara,
lestrarfelagar, vinir og familju
um tú hugsar um at gevast við
útbúgvingini.
Hvussu finni eg góðan
lestrarteknik?
Tað er tú, sum tekur endaliga
avgerð um tína útbúgving, men nú
kanst tú fáa svar upp á spurningar
um lestur her í Sosialinum. Holger
Arnbjerg, sum starvast á Altjóða
Skrivstovuni við Fróðskaparsetur
Føroya, vegleiðir teg um tín2ar
møguleikar innan útbúgving og
um tey fíggjarligu viðurskiftini.
Holger arbeiðir dagliga við at
vegleiða fólki, sum ætla sær
undir útbúgving í Føroyum ella
uttanlands, antin tað er styttri
ella longri útbúgving, verklig ella
ástøðilig.
Tú kanst senda spurningar um
útbúgvingar til post@sosialurin.
fo, og so svarar Holger tær her í
Sosialinum.
Spyr og fá svar
um útbúgvingar.
Allar. Allastaðni.
Málslig fyrireikingarskeið
Ja. Henda skipanin veitir stuðul til
málslig fyrireikingarskeið til hægri
útbúgvingar í ikki enskt-talandi
londum, og er ætlað teimum, ið
fara at lesa hægri lestur í hesum
londum.
Stuðulin verður í fyrstu atløgu
veittur sum lán til skúlagjald og lán
til livikostnað.
Til skúlagjaldið verður veitt lán,
tó vanliga í mesta lagi kr. 20.000,00.
Til livikostnað verður veitt lán.
Lánsupphæddin, ið verður veitt
hvønn mánað er pt. kr. 3.815,00.
Stuðulin verður í mesta lagi
veittur í 6 mánaðir, men er talan
um heilt fremmant mál, kann stuð
ul veitast í upp til 1 ár.
Tað serliga við hesi skipan er,
at um tú, innan 15 mánaðir eftir
at málsliga fyrireikingarskeiðið er
endað, fert undir hægri lestur á
lærustovni, har høvuðsmálið er tað
sama, sum tað var á málsliga fyri
reikingarskeiðnum, verða lánini
umløgd til studning. Umleggingin
verður framd, eftir at tú hevur tikið
próvtøkurnar á fyrsta lestrarári í
útbúgvingini.
Treytir
Fyri at verða heimilað til studning
eru niðanfyristandandi krøv til
málsligu fyrireikingarskeiðini:
1. Skeiðini skulu vera málsliga
førleikagevandi til hægri lestur.
2. Skeiðini skulu vera fulltíðar
skeið við í minsta lagi 15 tímum
um vikuna.
3. Skeiðini skulu
eisini góðkennast
av Studna.
Mannagongd
Best er at søkja um
stuðul, áðrenn
farið verður á
málsliga fyrireikingar-
skeiðið. Umsóknar-
freistin er tó fyrst úti,
tá skeiðið endar.
Umsóknarblaðið
»Umsóknarblað til
málslig fyrireikingarskeið«
verður saman við skjal-
prógvum sent Studna.
Her verður hugsað um skjal-
prógv fyri, at tú fært tann
málsliga førleikan, ið skal til
fyri at lesa á hægri læru-
stovni.
Um umsóknin verður játtað,
fært tú saman við játtanarskrivin
um eitt skuldarbræv við eini upp
hædd, sum svarar til kostnaðin, ið
Studni veitir í láni til skúlagjaldið
og láni til livikostnað. Tað er henda
upphædd, ið seinni kann verða um
løgd til studning.
Í fyrsta umfari rindar tú skúla-
gjaldið. Skúlagjaldsparturin verð
ur útgoldin, tá skuldarbrævið og
kvittanin fyri at skúlagjaldið er
goldið eru Studna í hendi. Livikost
naðarparturin
verður
útgoldin
mánaðarliga.
Kelda: studni.fo
Kann eg fáa stuðul
til málskeið?
ÚTBÚGVINGARSTUÐUL TIL LESANDI
UTTAN FYRI NORÐURLOND – ÚSUN
1: Finn útbúgvingina - kanska fleiri – sum tú kundi hugsað tær at
søkja inn á.
Nýt t.d. hesar heimasíður:
Danmark: UddannelsesGuiden – www.ug.dk
Ísland: Study in Iceland - www.studyiniceland.is
Svøríki: studera.nu - www.studera.nu/
Noreg: Samordna opptak - www.samordnaopptak.no
Stóra Bretland: UCAS, Education UK - www.ucas.com - www.
educationuk.org
Úti í heimi: ANSA, Brain Track - www.ansa.no - www.braintrack.com
Spyr t.d. lestrarvegleiðingina, Altjóða Skrivstovuna, MFS og onnur
lesandi.
2: Søk inn á útbúgvingina í góðari tíð áðrenn seinastu freist
Kanna umsóknarfreistina. Hon kann vera ógvuliga ymisk frá staði til
stað. Summa staðni skal søkjast eitt heilt ár rammanundan, summa
staðni nakrar mánaðir, áðrenn lesturin byrjar, og onkra staðni er
møguleiki fyri at søkja avlopspláss, beint áðrenn lesturin byrjar!
3: Søk samstundis SU-styrelsen í DK um góðkenning av útbúgvingini,
um hon ikki er at finna á Fast Track-listanum hjá SU
Fast Track-listin er at finna her: https://info.su.dk/UdlandWeb/
FastTrackDispatcher
Tú skal nýta eitt umsóknarblað, sum eitur: Ansøgning om godkendelse
af uddannelse i udlandet til SU og udenlandsstipendium. Minst til at
leggja skjalprógv frá kommununi fyri, at tú innan fyri tey seinastu
10 árini hevur búð í minst tvey samanhangandi ár í Føroyum/DK, við
umsóknini. Um tú ikki hevur danskt CPR.nr., skalt tú eisini leggja
avrit av assi við umsóknini og fylla út oyðublaðið PÅ TRO OG LOVE.
Viðgerðin kann taka einar 6-9 vikur!
Tú finnur eisini oyðibløðini undir Oyðubløð: http://setur.fo/ask/
oydubloed
4: Søk um stuðul frá SU til livikostnað
Søk um stuðul frá SU til livikostnað á oyðublaði, ið eitur Videregående
uddannelse – Udland. Legg avrit av upptøkubrævinum frá
útbúgvingarstovninum og avrit av góðkenningini frá SU-styrelsen
við umsóknini. Tað ber ikki til at søkja um SU við afturvirkandi kraft.
Seinasta freist at søkja um SU í einum mánaði er seinasti dagurin í
mánaðinum. Byrjar útbúgvingin eftir 20. Í mánaðinum, fært tú ikki
stuðul fyrr enn mánaðin eftir. Seinasta freist at søkja um SU ella
broyta SU í einum kalendaraári er 1.desember. SU letur stuðul í 4 ár og
Stuðulstovnurin við lestrastuðul í upp til 2 ár aftrat.
Tú finnur eisini oyðibløðini undir Oyðubløð: http://setur.fo/ask/
oydubloed
5: Søk um stuðul frá ÚSUN/Studni til skúlagjaldið/Tuition Fee
Søk um stuðul frá ÚSUN (Studni) til skúlagjaldið (Tuition Fees) á
oyðublaðnum ÚSUN-
Umsóknarblað: http://studni.sansir.net/get.file?ID=14212. Legg
avrit av upptøkubrævinum frá útbúgvingarstovninum og avrit av
góðkenningini frá SU-styrelsen við umsóknini. Hesi bæði seinastu
umsóknarbløðini verða viðgjørd innan fyri eina viku. Minst til at søkja
um ÚSUN, áðrenn endan á fyrstu lestrarhálvu, t.d. áðrenn 1. desember
hjá teimum, sum byrja um heystið. – Eisini um tú ikki hevur fingið SU
góðkenningina til útbúgvingina.
Hetta er vanliga ikki galdandi fyri Norðurlond.
6: Søk um ferðastuðul í 2. lestrarhálvu
Minst til á hvørjum ári at søkja um ferðastuðul í 2. lestrarhálvu.
Umsóknarblaðið finnur tú her: http://studni.sansir.net/get.
file?ID=15376