hósdagur 6. oktober 2016síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. OKTOBER 2016
SOSIALURIN 115
28
ANDRE OLSEN
Tá portugisiska landsliðið
lendir í Vágum klokkan
19:00 leygarkvøldið, lendir
besti fótbóltsleikari sum
nakrantíð hevur verið í
Føroyum. Hóast fleiri onn
ur lond hava havt stórar
stjørnur á sínum liðum, tá
tey hava vitjað í Føroyum,
er tað eingin sum kann
samanberast við Cristiano
Ronaldo úr Portugal. Í fjør
var hann sambært Forbes
valdur til heimsins størsta
brand innan fótbólt av
teimum sum spæla í løtuni,
har hann millum annað
var omanfyri argentinsku
heimsstjørnuna, Lionel
Messi.
Í løtuni heimsins besti
Tvær ferðir hevur portug
isiski úrmælingurin vunn
ið Ballon D’or, sum svarar
til heimsins besta fótbólts
leikara, og tá heimsins besti
fótbóltsleikari fyrst í næsta
ár aftur skal finnast, er Crist
iano Ronaldo í løtuni stór
favorittur til at vinna tað
steypið eisini. Tað er hann,
tí at hann við Real Madrid
fyrr í ár var við til at vinna
Champions League kapp
ingina, umframt at hann
við Portugal fyrr í summar
var við til at vinna Evropa
meistaraheitið, sum varð
spælt í Fraklandi.
Hvussu ávirkar hetta?
Men hvat er tað sum ger
hendan úrmælingin úr
lítlu portugisisku oynni
Madeira so serstakan? Og
hvussu stórt er tað fyri Før
oyar at fáa heimsins besta
fótbóltsleikara á vitjan? Vit
hava spurt ymisk fólk um
tað, at Cristiano Ronaldo
nú kemur til Føroyar. Vit
hava samrøður við fótbólts
venjara um fótbóltsspæl
aran Cristiano Ronaldo, við
Fótbóltssambandið um tað
at fáa vitjan av einum so
navnframum leikara sum
Cristiano Ronaldo og eisini
við Visit Faroe Islands, har
vit hava spurt hvussu stórt
brand Cristiano Ronaldo
er í mun til onnur nøvn
sum hava verið í Føroyum?
Eisini hava vit spurt Visit
Faroe Islands um Cristiano
Ronaldo framyvir kann
brúkast sum branding fyri at
selja Føroyar, um hann eitt
nú fer at leggja út á sosialar
miðlar frá Føroyum?
NÚ KEMUR
TANN BESTI
NAKRANTÍÐ
Oyggjabúgvin Cristiano
Ronaldo er heimsins
størsta fótbóltsbrand, og
er besti fótbóltsspælari,
sum nakrantíð hevur
vitjað í Føroyum