Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-06, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. oktober 2016síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 115 29 FÓTBÓLTSSAMBANDIÐ UM CRISTIANO RONALDO VISIT FAROE ISLANDS UM BRANDIÐ CRISTIANO RONALDO ÍTRÓTTUR Eisini á Visit Faroe Islands, har endamálið er at menna Føroyar sum ferðamál, merkist tað tá ein heimsstjørna sum Cristiano Ronaldo kemur til Føroyar. Kann seta sjóneykuna á Føroyar Levi Hanssen sum fyrr hevur verið í før­ oyska landsliðshópinum, og sum nú arb­ eið­ir sum samskiftisfólk fyri Visit Faroe Islands, sigur, at tað kann hava týdning fyri Føroyar sum ferðamál, at ein slík stjørna sum Cristiano Ronaldo kemur til Før­oyar. - Føroyar eru enn eitt rættiliga ókent ferðamál, so alt sum kann vera við til at seta fokus á Føroyar er kærkomið. Tað at ein stjørna sum Ronaldo, sum hevur so nógvar fylgjarar á teimum ymisku sosialu miðlunum kemur, kann heilt sikkurt vera við til at seta sjóneykuna á Føroyar. Umráðandi at hann leggur út á sosialu miðlarnar úr Føroyum Levi Hanssen sigur serliga, at kann gagn­ ast Føroyum, um Cristiano Ronaldo vel­ur at leggja okkurt út frá Føroyum. - Vit vóna at hann fer at deila myndir ella frásagnir úr Føroyum á sín Facebook, Instagram ella Twitter vanga, tí tað kann í sjálvum sær vera spennandi og vera við til at menna áhugan fyri Føroyar sum ferða­ málið. Ein tann størsta vitjanin nakrantíð Tá Levi Hanssen at enda verður spurd­ur hvussu stór vitjanin av Cristiano Ronaldo er, samanborið við aðrar stórar vitjan­ir, ið fyrr hava verið í Føroyum, viðurkennir Levi Hanssen at vitjanin av Cristiano Ronaldo helst er ein tann størsta sum hevur verið í Føroyum. - Tað er eingin ivi um at vitjanin er stór. Ein stórur meiriluti av føroyingum vita nokk hvør Ronaldo er, eisini tey, ið ikki fylgja við í fótbólti. Tað er ógjørligt at samanbera vitjanir, men eg vildi mett at hann nokk er eitt tað størsta navnið, ið hevur vitjað í Føroyum – í øllum førum innan ítrótt, sigur Levi Hanssen at enda. Hvat ger Cristiano Ronaldo so góðan sum hann nú einaferð er? Vit hava spurt KÍ venjar­an, Mikkjal Thomassen, sum eis­ini er fyrr­ver­andi føroysk­ur lands­ liðs­leik­ari, hvat tað er, sum ger Crist­i­ano Ronaldo so ser­stakan sum hann nú einaferð er. Mikkjal Thomassen sig­ur, at ein skal hyggja eftir Crist­i­ ano Ronaldo frá ymiskum sjón­ ar­hornum. Man skal sjálvsagt síggja hann sum tann begávaða fót­bólts­spælaran sum hann nú einaferð er, men sigur at tað sál­ ar­frøði­liga aspektið í Cristiano Ron­aldo eisini er áhugavert. Tað sum skínir ígjøgnum, tá tú hoyrir allar fyrrverandi venj­ ararnar hjá Cristiano Ronaldo úttala seg, er, at teir ongantíð áð­ur hava møtt einum so seriøsum og framsóknum ítróttarmanni sum Ronaldo. Tá verður bæði hugsað um mátan hann fer upp um náttina fyri at taka ísbað, soleiðis at hann restituerar betri, og eisini um mátan sum hann venur eyka uppá hvønn einasta dag, sigur Mikkjal Thomassen. Mikkjal Thomassen sigur tí, at Cristiano Ronaldo ikki bara er eitt viðføtt talentprodukt, men eitt produkt av einum leikara, sum við úthaldni og commitment hevur arbeitt nógv harðari enn aðrir fyri at hava fingið tað besta burturúr sínum evnum. Hvat skulu vit halda eyga við í spælinum hjá Ronaldo? Tá vit spyrja Mikkjal Thomas­sen um hvat føroysku leikararnir og venjararnir serliga skulu halda eyga við hjá Cristiano Ronaldo mánakvøldið, tá Føroyar møta Portugal, svarar Mikkjal Thomas­ sen. Eg haldi tað er eyðsæð at Crist­ iano Ronaldo hesi seinastu árini hev­ur broytt seg sum spælari. Har sum hann fyrr var nógv meira á bólt­inum og var nógv meira av­ bjóð­andi í sínum spælistíli, verður hann nú mest sæddur sum ein falskur áleypari. Falskur áleypari, sæð í ljósinum av, at hann spælir eitt sindur øðrvísi enn vanligir áleyparar. Hann tek­ur ikki líka nógvar nærdyst­ir sum ein typiskur áleypari, men er heldur óvanliga dugnaligur til at time’a tí røttu renningina. So vit skulu halda eyga við, at hann hev­ur eitt ótrúligt flair fyri at taka tí røttu renningina, og fyri at vera á rætta staðnum, har hann hevur eitt avsett, sum er betri enn hjá øllum øðrum. Akk­ ur­át tað er sjálv­sagt torført at verja seg fyri, men vit eiga at vera fyri­reik­aðir uppá tað. Ein máti at av­marka hann, er at halda serligt fokus á for­sýn­ings­linj­ur­nar, sigur Mikkjal Thomas­sen. Tann besti nakrantíð í Føroyum? Tá spurt verður at enda, um Mikkjal Thomassen heldur at Cristiano Ronaldo er tann besti fót­bóltsspælarin, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum, sigur Mikkjal Thomassen. - Tað er sjálvsagt torført at sam­anbera leikarar uppá tvørs av positiónum sum teir spæla á. Men hyggja vit útfrá hagtølunum hjá Cristiano Ronaldo og hyggja vit eftir brandinum Cristi­ano Ronaldo, sum er eitt heims­fen­ omen, er Cristiano Ronaldo nokk tað størsta navnið innanfyri fót­ bólt, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum, sigur Mikkjal Thomas­ sen at enda. Eingin hevur selt so væl sum Ronaldo Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fót­bólts­ sambandi Føroya, sigur at tað ong­antíð hevur gingið so skjótt at selt at­gongu­ merki til ein landsdyst fyrr. Hann sigur eisini at Cristiano Ronaldo nokk er høvuðsorsøkin til stóra eftirspurningin eftir atgongumerki til dystin mánakvøldið. - Longu tá Føroyar kom í sama bólk sum Portugal, byrjaði eftirspurningurin eftir atgongumerkjum, serliga tí at Cristiano Ronaldo skuldi koma til Føroyar. Og tá vit so byrjaðu at selja atgongumerkini til Portu­gal dystin, hevur tað nokk ongantíð gingið skjótari at selt, sigur Virgar Hvidbro. Størri eftirspurningur enn vanligt Fótbóltssambandið hevur eisini hesa seinastu tíðina merkt at áhugin fyri Portugal dystinum, og fyri at møta Crist­ iano Ronaldo, hevur verið nógv størri enn til aðrar dystir. - Vit hava fingið fleiri fyrispurningar enn vanligt frá fólki sum ynskja at møta Crist­iano Ronaldo, har tey ynskja at fáa autograf ella sjálvsmynd. Vit fáa sjálvsagt ikki lovað slíkar avtalur, og vit veita sjálv­ andi neyðugu trygdina sum krevst til slík­ ar landsdystir. Men vit eru vitandi um, at tað nokk koma at vera væl fleiri fólk enn vanligt til venjing tá Portugal fer at venja, og eisini at tað kem­ur at vera nógv fólk á flogvøllinum at taka ímóti, tá Portugal leygarkvøldið lendir í Før­oy­um. Størsta fótbóltsnavn nakrantíð í Føroyum Virgar Hvidbro sigur at enda at tað nokk eingin ivi er um, at Cristiano Ronaldo er tað størsta navn­ið sum nakrantíð hevur verið í Føroyum í fótbóltshøpi. - Vit hava sjálvsagt havt eina rúgvu av stórum og góðum fótbóltsnøvnum í Før­ oyum fyrr, men tað er nokk eingin sum hev­ur verið størri enn Cristiano Ronaldo. Persón­liga haldi eg at hetta er størri enn tá vitjan­in av Bill Clinton var í Føroyum, og nú mugu vit bara vóna, at hann ikki gerst skaddur áðrenn hann kemur til Før­oy­ar, hóast Lars Olsen og føroyski lands­liðs­ hópurin nokk vóna at hann ikki verð­ur við, sigur Virgar Hvidbro heldur skemti­ liga at enda. FÓTBÓLTSVENJARIN UM CRISTIANO RONALDO SUM FÓTBÓLTSSPÆLARA VIT HAVA ONGANTÍÐ SELT ATGONGUMERKIR SO SKJÓTT Ongantíð áður hevur Fótbólts­sambandið selt atgongumerkir so skjótt áður sum til dystin móti Portugal. Virgar Hvidbro sigur at Cristiano Ronaldo er høvuðsorsøkin KUNNU BRÚKA RON­ ALDO AT MENNA FØR­ OY­AR SUM FERÐA­MÁL Velur Cristiano Ronaldo at leggja út á teir sosialu miðlarnar úr Føroyum, kunnu vit heilt sikkurt brúka tað fyri at menna Føroyar sum ferðamál, sigur Levi Hanssen frá Visit Faroe Islands RONALDO HEVUR ARBEITT SEG GÓÐAN Ronaldo er ikki bara eitt viðføtt talent. Hann hevur arbeitt nógv harðari enn aðrir fyri at hava fingið tað besta burturúr sínum evnum, heldur KÍ venjarin, Mikkjal Thomassen