Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-06, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. oktober 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 115 30 ÍTRÓTTUR HEVUR SØKT LE TRÓNDUR ARGE – RIGA, LETTLAND Lettland er eitt av teimum londunum, sum vit ongantíð hava spælt ímóti í A-landsliðshøpi. Vit hava tó verið í bólki saman við teimum í U21-landsliðshøpi. Fyrri dysturin í Gundadali var eitt vónbrot, meðan Jóan Símun Edmundsson søkti Lettland í Riga. Minnist tað ikki Tað er kalt í Lettlandi og veðrið minnur nógv um vetrar­veðrið heima í Føroyum. Lands­liðið venur nakað uttanfyri mið­býin í Riga. Flestu av liðunum í Lett­landi spæla á gras­líki, so tað hevur verið ein av­bjóðing at finna ein gras­vøll til lands­liðið at venja á. Tí hevur talan ikki verið um fram­komnar venjingar­um­støður higar­til, meðan seinasta venjing­ in verður á Skonto leik­vøllinum, har sjálvur dysturin eisini verður spældur. Ein av føroysku spælarunum, sum hevur roynt at spælt móti Lettlandi í Riga er tofta­maðurin Jóan Símun Edmundsson. – Eg minnist ikki so nógv frá ferðini og dystinum, men eg minnist at vit vunnu 1-0, sigur Jóan Símun Edmundsson, sum sjálvur skoraði málið. Hann minnist so mikið, at helst vóru okkara nakað hepnir at fáa øll stigini, tí tað vóru lettar, ið høvdu bóltin mest. – Faktist, so minnist eg ikki heilt hvussu málið kom. Antin var tað við høvdinum ella við vinstra beini, sigur lands­liðs­áleyparin ivandi á málinum. Tiltikið U21-landslið Talan var um sama árgangin, sum eitt nú vann á Russlandi, tá Jóan Símun Edmundsson somuleiðis skoraði einsamalla málið. Onkrir spælarar ganga aftur frá tí U21-landsliðnum í dag. Pól Jóhannus Justinussen, Jóhan Troest Davidsen og Jóan Símun Edmunds­son spældu allan dystin, meðan ein ungur Hallur Hansson bleiv skiftur inn. Eisini var Páll A. Klett­skarð nógv á U21 landsliðnum tá. Saman­lagt fekk liðið 11 stig, sum er met. Hjá Lettlandi eru tveir aftur­ gangarar frá tí dystinum. Eyka­ mál­verjin Kaspars Ikstens og verju­spælarin Igors Tarasovs. Vandin lúrir Hóast liðið setti met við nógvum stigum, so liggur kanska ein fjald ávaring í stigatalvuni og heima­ dystinum móti Lettlandi. Í Gundadali tapti føroyska liðið 3-1 fyri Lettlandi, sum kom á odda longu aftaná ein minutt. Meðan okkara ungu garpar settu met í tí undankappingini, so fingu lettar 15 stig og endaðu frammanfyri okkum. Okkurt bendir tó á, at føroysku lands­liðs­spælararnir eru komnir víðari frá eyðmjúkleikanum, sum vit mangan vísan undan altjóða dystum – helst sum ein verjustøða móti einum óvæntaðum keðiligum úrsliti. Vit trúgva upp á tað Framherjin hjá OB sær tað ikki sum ein trupul­leika, at tað nú eru vónir til tað føroyska liðið, eftir eitt gott úrslit móti Ungarn í fyrsta umfarinum. – Eg haldi vit hava allir høgar vónir til okkara sjálvar, men vit vita eisini at vit skulu avrika til okkara besta, fyri at fáa nakað burtur. Men vit skulu ikki halda, at bara tí vit eru Føroyar við okkara 50.000 fólkum, so hava vit ikki ein møguleikan at vinna á Lettlandi, sigur Jóan Símun Edmundsson. Hann heldur, at føroyska liðið kann taka nógv við sær frá mál­ leysa javnleikinum móti Ungarn. – Vit spældu væl tann dystin, men tað manglaði tað seinasta. Vit trýsta teir høgt og tað riggar. Eg vænti at uppleggið verður áleið tað sama, sigur toftamaðurin í OB, sum ikki væntar at garsvøllurin verður ein stór avbjóðing, hóast tað er øðrvísi at spæla á enn gras­ líki á Tórsvølli. – Tað er sjálvandi munur at spæla á grasi og graslíki. Bólt­ur­ in ferðast øðrvísi á grasi, men nú mugu vit líka síggja hvussu vøll­ ur­in er og um hann leggur um til primitivan fótbólt, sigur Jóan Símun Edmundsson, ið vónar at koma í fleiri góðar støður. – Eg vænti at fáanakað at arbeiða við í hesum dystinum, og so er tað upp til min at fáa nakað burturúr, sigur Jóan Símun Edmundsson í vónini um, at føroyska liðið megnar fáa álops­ partin at rigga. Vinnur seg fram í OB Á landsliðnum er Jóan Símun Edmundsson áleypari, men í OB spælir hann á høgra vongi. Tað hevur tikið eitt sindur av tíð at venja við, men í løtuni tykist hann hava vunnið sær fast pláss á liðnum. – Tað gongur betri og betri í OB, men tað hevur verið eitt strórt trýst á okkum, tí úrslitni hava verið minni góð. Eg føli, at eg klári at takla trýstið væl. Eg trívist eisini væl í felagnum, sigur Jóan Sìmun Edmundsson, sum hevur brúkt eitt hálvt ár um at veruliga finna seg til rættis í OB. – Eg skuldi venja meg við spæli­stílin, spæl­ar­ar­nar og spæla í Super­liguni. Tað gekk ikki so væl fyrsta hálva árið, tí eg kendi meg ongan­tið fult kláran. Tað geri eg nú, sigur Jóan Símun Edmunds­ son. Toftamaðurin spælir sín lands­ dyst nummar 38 í kvøld. Jóan Símun Edmundsson hevur eina ferð fyrr søkt Lettland í altjóða fótbólti. Nú er málið at gera tað sama. Toftamaðurin ræðist ikki at leggja trýst á seg sjálvan og landsliðið