Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-06, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. oktober 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 115 31 ETTLAND FYRR Landsliðsvenjarin vil tó ikki siga hvørjir teir ellivu verða, sum byrja inni. Lars Olsen sigur tó, at talan verður helst um fáar broytingar í mun til dystin móti Ungarn. Sonni Ragnar Nattestad, Heini Vatnsdal, Sølvi Vatnhamar og Bárður J. Hansen hava allir okkurt at dragast við, men helst spæla minst tríggir av hasum frá byrjan fríggjakvøldið. – Eg havi so gott sum sett liðið, men tú fær tað ikki at vita, sigur Lars Olsen. Okkurt bendir á, at Jónas Tór Næs fær møguleikan aftur á høgra bakki. Bárður J. Hansen hevur trupulleikar við økslini. Tað kann verða orsøkin, at hann Lars Olsen vil hava Jónas Tór Næs inn til hendan dystin. Hann váttar tó, at liðið verður líkt tí liðnum, sum spældi mál­ leysan javnleik móti Ungarn í fyrsta umfarinum í HM 2018 undankappingini. Tá fekk René Shaki Joensen møguleikan á vinstra vongi og spældi væl. Nú er Gilli Rólantsson Sørensen við aftur, og hevur røkt hatta plássið hjá Brann. Tó tykist ósannlíkt, at Gilli R. Sørensen spælir frá byrjan. – Eg havi tað so, at spælir tú væl, so fært tú møguleikan aftur. Tí verða ikki fleiri broytingar, men kanska onkur, sigur Lars Olsen. Hugsar og tosar ikki um Portugal Ein avbjóðing í hesi lands­liðs­ samlingini hevur verið, at fáa fult fokus á dystin móti Lettlandi, tí Portugal og Cristiano Ronaldo bíðar mánakvøldið. – Eg hugsi ikki um tann dystin. Eg spældi sterkasta liðið, sum eg kann móti Lettlandi. So kunnu vit byrja at hugsa um komandi dystin, men inntil tá, so tosi eg ikki um Portugal, sigur Lars Olsen. Við hesum báðum út­melding­ un­um, so er líkt til, at tað verður áleið sama lið, sum spældi móti Ungarn, ið byrjar dystin móti Lettlandi. Landsdysturin millum Lett­ land og Føroyar verður í Riga í kvøld klokkan 19.45 trondur@sosialurin.fo U21 landsliðið, sum vann á Lettlandi: 16 Jóan Pauli Jakobsen, B36 2 Jóhan T. Davidsen, NSÍ 3 Rógvi S. Holm, Aberdeen FC 4 Dánjal S. Davidsen, EB/Streymur 5 Pól Jóhannus Justinussen, B68 7 Rógvi Poulsen, HB Útskifting 90' 8 Róaldur Jakobsen, B36 Útskifting 76' 10 Christian R. Mouritsen, B36 11 Kristoffur Jakobsen, KÍ 14 Jóan Símun Edmundsson, B68 17 Øssur Dalbúð, ÍF Útskifting 79' 1 Hans Jørgensen, HB Køge 6 Bogi Løkin, NSÍ 9 Finnur Justinussen, Víkingur – Innskifting 79' 12 Johan Ellingsgaard, B36 – Innskifting 90' 13 Pætur Jørgensen, HB 15 Karl Løkin, NSÍ 18 Hallur Hansson, Aberdeen FC – Innskifting 76' Lars hevur sett liðið