Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-06, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. oktober 2016síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 115 32 S um øll onnur ræðist eg deyðan. Eg eri ikki bangin fyri at siga, at eg eri bangin. Bangin fyri óvissuni í myrkrinum. Hatta var øgiliga háfloygt. Ein fundarferð til Stokkhólms herfyri fekk meg at hugsa um deyðan. Í Stokkhólmi er ein ensk kirkja. Við hana er ein kirkjugarður. Har eru svenskir hermenn við ymsum fínum heitum grivnir. Flestu gravir­nar eru síðani fluttar, fingu vit at vita. Nakrar eru tó eftir. Gamlir, gráir steinar vísa, hvar grivið er og siga, hvør liggur tveir metrar har niðri. Á einum ikki so stórum steini stendur bara ”Wår lille Sven.” Bara tað. Einki árstal, einki annað orð, bara ”Wår lille Sven.” Ein smádrongur, sum er deyður, iva­leyst. Nær ella hví, sigur veður­ bardi steinurin einki um. Heldur ikki google, tað eg dugdi at leita so frægt. So er at gita. Lítli Sven var sonur ein hermann. Tí liggur hann her millum hermenn. Hetta er kirkjugarður hjá her­undir­ yvirmonnum. Bara so løgið, at einki stendur á stein­in­um, heldur ikki nakað eftir­navn. Kirkjugarðar eru áhugaverdir at vitja, tað er, meðan tú enn ert á lívi. Minnist kirkjugarðin í hetlendska høvuðs­staðnum Lerwick. Úr fáum kirkjugørðum er so gott útsýni sum haðani. Kirkjugarðurin er í lítlari brekku oman móti sundinum. Tað undraði meg, tá eg gekk har, hvussu nógv ung fólk liggja har, fólk deyð nøkur og hálvtrýss ára gomul. Var leingi í hesum friðsæla staði við tí frálíka útsýninum til ævinleikan. Sólin skein og lotið var frískt, og pubbirnar lótu upp um hálvan tíma. Onkur kom og hampaði blómurnar á einari grøv. Legði nakrar nýggjar, gav teimum vatn, gav teimum lív og fór. Ein keðiligur ósiður annars at grava fólk niður, tá tey fara. Religiørur fanans­skapur sum alt annað, haðani stavar. Í onkrum londum verða líkini løgd inn í eitt helli við rúti. Haldi eg sá ein slíkan býling fyri tey deyðu í Barcelona, eisini ein við sera góðum útsýni. Ella líkini verða brend, og øskan spjadd ella stoytt í eina krukku við loki. Haðani sæst so einki. Óhugaligir tankar ein vakran sólskinsdag í svenska høvuðsstaðnum í einum lumma við trøum uttan fyri stórbýarmeldurin. Men tá tú hevur sitið á fundi inni, og sólin er úti, í tveir tímar, eru allir hugna­ligir og skilagóðir tankar farnir aftur í nakkan. Kirkjugarðar, gott feitilendi, eru frið­sæl støð, friðskjól. Gravsteinar. Gloymið ongantíð tann í Kinsale í Írlandi. Har stóð Peace, Perfect Peace. Kanska onkur, sum ikki hevði tað so lætt og endiliga slapp, fekk frið. Tá er djórakirkjugarðurin í Lissa­ bon festligari. Litmyndir av hundum og kettum og frensum, farin í onkrar hendur, kanska Harrans. Nógv forkunnug og stuttlig nøvn. Elskað og saknað og alt hatta har. Eg fái ikki hugleitt meira um okkara lítla Sven. Hvør var hann? Nær doyði hann? Hví doyði hann? Hvussu gamal var hann, tá hann doyði? Hví liggur hann júst her? Bleiv hann føddur og doyði sama dag? Var eg skald, kundi eg skrivað eina skald­søgu um okkara lítla Sven. Men tað hevði kravt eitt ávíst kanningar­arbeiði í Stokkhólmi. Og til Svøríkis fari eg ikki sjálv­ boðin. Bara, tá boð eru eftir mær. Og tað er ikki so ofta, tíbetur. Fundarboð eru tó nú. Vit byrja aftur nú, verður rópt úr durunum. Kaffisteðgurin og steðgurin hjá teimum, sum roykja, eru lidnir. Inn úr sólini at sita og fáa okkurt at vita. Men ikki, hvør lítli Sven var. Lítli Sven í Stokkhólmi Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ viðurslønina 2012 Høgni Djurhuus MYND: HEINESEN MYNDIR Andrea Heindriksdóttir Yrki: Leiðari í Tórshavnar Musikkskúla – Bústaður: Tórshavn Hvat ætlaði tú at blíva, tá ið tú bleivst vaksin? tónleikari Hvat átti hitt kynið at vita um títt kyn? At kvinnur eins og menn eru ymiskar – og at tað ikki einans er kynið, sum ger av hvør tú ert. Hvat áttu børn at vita um tað, at vera vaksin? Børn liva eina varda tilveru og tað er gott. Haldi tað er fínt hjá børnum at liva beint her og nú. Tey skulu nokk læra, hvat tað er at verða vaksin, tá tann tíð kemur. Hvat var tann seinasti dreymurin tú gjørdi til veruleika? At vit bygdu okkum nýggj hús. Um tú tordi, so hevði tú? Lopið út í fallskýggja. Kann ímynda mær, at tað er ein fantastisk kensla Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað? Um vit í størri mun megnaðu at síggja møguleikar ístaðin fyri forðingarnar Nær vart tú seinast veruliga ovfarin? At flogfarið úr Edinburg mánadagin var so nær breytini uttan at lenda Tað seinasta, tú hevur lært, er at… Um tú vilt hava ein góðan kaffimunn, hava kaffimaskinan og kaffibørnurnar nógv at siga.. Tann støðugt ringa samvitskan snýr seg um at tú? At eg ikki fái vant nóg ofta. Enda setningin: Føroyar áttu… At verið ein sjálvstøðug tjóð