Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-11, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. oktober 2016síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vár Honnudóttir: 18 prosent í sálarligum vandabólki síða 4 Fólkaheilsan fyri allar Føroyar Í mars 2016 varð nýtt heilsustarvsfólk valt av landsstýriskvinnuni í Heilsu- og Inn­lendis- málum. Nýggju ráðslimirnir eru Kathrina Linden­skov Holm, Petra Arge Poulsen, Katrin Daniel­sen, Jón Klein Olsen, John Hendrik Olsen, Elin Ludvig og undirritaði. Fólkaheilsuráðið hevur sum uppgávu at menna tilgongdir fyri heilsufremjan, sjúku- og van­lukkufyribyrging, bæði í almanna- og heilsu­ verkinum. Hetta hevur við sær bæði ráðgevandi og fremjandi virksemi, umframt kanningar-, útgreiningararbeiði og stimbran av gransking innan fólkaheilsuøkið. Ráðið arbeiðir í tráð við breiða heilsuhugtakið hjá WHO, har heilsa er »a state of complete physical, mental and social well-being and not merely the absence of disease or infirmity«. Ráðið hevur havt sera stórt virksemi seinastu átta mánaðirnar, og m.a. kunnu vit nevna tiltakið »Etið saman«, har dentur varð lagdur á sansaliga og sosiala partin av at eta mat við høgari góðsku saman við øðrum. Í hesum sambandi vóru fleiri enn 2000 rættir borðreiddir av okkara fremstu kokkum til borgarar runt í Føroyum. Fólkaheilsuráðið er eisini aftur farið at skipa fyri fólksligu rennitiltøkunum, og í sambandi við Mentanarnáttina og Tórshavnar Marathon varð m.a. tiltakið »Renn – tað er títt DNA« sett í verk. Sama dagin fór samstarvstiltakið við Trygg­ingarfelagið Føroyar »Heilsukvøld á Konga­brúnni« av bakkastokki, sum síðani varð ment til átakið »Heilsa á ferð«. Fleiri enn 4000 føroyingar hava vitjað hesi tiltøk runt í land- inum, og fleiri enn 500 hava fingið gjørt neyvar málingar av síni heilsustøðu av okkara dugnaligu heilsustarvsfólkum. Sálarlig heilsa er vorðin raðfest høgt. Átakið »Sunn Sinn«, har útvaldir føroyingar greiddu frá í sosialu miðlunum, hvussu teir persónliga arbeiða við sálarligum avbjóðingum, hevði til enda­máls at staðfesta, at vit øll hava eina sálar­ liga heilsu, sum vit mugu ansa eftir og arbeiða virkið við at menna. Næsti partur um sunnu sinnini fer í luftina um fáar vikur. Fólkaheilsuráðið stóð eisini saman við Sig Frá, Amnesty og Føroya Politi fyri sera sjónliga átakinum »Sex krevur samtykki«, sum varpaði ljós á eitt heilt nýtt øki í fólkaheilsuhøpi. Sam­ starvið ímillum hesar stovnar heldur fram í komandi ári, og hetta eru vit glað um í Fólka­ heilsuráðnum. Av kanningum hevur Fólkaheilsuráðið í ár m.a. almannakunngjørt áhugaverd úrslit frá kanningunum »Hvussu hevur tú tað«, ESPAD 2015 og nýggju Gallupkanningini av heilsustøðu føroyinga. Hesar kanningar vísa m.a. jaligu úrslitini, at føroyskir ungdómar nýta munandi minni av rúsandi evnum enn flestu aðrir ungir evrope­arar, men á neiligu síðuni sær tað út til, at tey yngru vaksnu í Føroyum hava størstu avbjóðingarnar á heilsuøkinum. Eisini varð víst á samband ímillum heilsu- støðu og sosiala støðu hjá føroyingum. Komandi ár eru líknandi kanningar eisini á skránni, og hesar eru alneyðugar fyri at kunnu hugsavna arbeiðið neyvt, har størsti tørvurin er. Fólkaheilsuráðið skipar saman við Heilsu- og Innlendismálaráðnum fyri fólkaheilsuráð­stevn­ uni »Fólkaheilsa fyri øll«, sum nettupp tekur støðið í breiða heilsuhugtakinum. M.a. verður ein fólkaheilsuvirðisløn handað fyri fyrstu ferð onkrum, sum hevur gjørt serstakliga munadygt fólka­heilsuarbeiði. Ætlanin er, at fólka­heilsu- ráðstevnan skal verða eitt árligt tiltak. Nógv nýggj heilsuátøk eru í stoypuskeiðini, og her í blaðnum kunnu tit m.a. lesa um Heilsu­ fótbólts-konceptið, kanningar av heilsu­profil- inum hjá føroyingum og ABC fyri sálarliga heilsu, sum fara at verða á skránni seinni í ár og í 2017. Fólkaheilsuráðið er til fyri allar Føroyar, og ráðið hevur hetta seinasta árið verið á fleiri vitj­anum og luttikið í fleiri tiltøkum uttan fyri mið­staðarøkið. Vit vóna tí, at gott samstarv við stovnar og serstakliga kommunur runt um í landinum kann mennast enn meira komandi árið. Magni Mohr formaður í Fólkaheilsuráðnum Sirið Stenberg: Fólkaheilsa má vera fólksligt síða 6 Hvør skal hava Fólkaheilsuvirðislønina 2016? Send títt uppskot til Fólkaheilsuráðið fhr@folkaheilsa.fo Freistin at senda inn er 12. oktober 2016 Klaksvíkingar eiga ársins royk­ fría skúla síða 3 MIÐLAHÚSIÐ • OKTOBER 2016