týsdagur 11. oktober 2016síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FÓLKAHEILSURÁÐIÐ OKTOBER 2016
2
MIÐLAHÚSIÐ
8
00 fólk meldaðu seg til heilsufótbóltin
og er tað umleið tvey prosent av vaksna
fólkinum í Føroyum, sigur formaður í
Fólkaheilsuráðnum.
Tað er ikki gerandiskostur, at føroyskar
verkætlanir seta Føroyar á heimskortið, men
tey, ið lesa útlendskar miðlar, hava møguliga
varnast, at Heilsufótbóltsverkætlanin, ið er eitt
samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og
Fótbóltssamband Føroya, hevur megnað júst
tað.
Verkætlanin hevur sítt upphav frá tá Magni
Mohr, nýggi formaðurin í Fólkaheilsuráðnum,
arbeiddi í Universitetinum í Keypmannahavn,
har kannað varð hvørja ávirkan ymiskar
ítróttargreinar høvdu á heilsuna hjá fólki.
– Okkara kanningar í Keypmannahavn seinasti
10-15 árini staðfestu, at samanborið við aðrar
ítróttargreinar, so hevur bóltspæl fleiri ymiskar
ágóðar fyri heilsuna hjá fólki. Øll venjing er
góð, men um man luttekur í bóltspølum, so er
tað ein meira komplett venjing, tí man venur
nógv ymisk økir, greiðir Magni Mohr frá.
Fótbóltsfeløgini hjálpa
Magni Mohr er nú í starvi á Fróðskaparsetur
Føroya og formaður í Fólkaheilsuráðnum. Við
sær úr skjáttuni úr Danmark hevði hann nýggju
vitanina um ágóðarnar av fótbólti, og varð tað
brúkt til at seta í verk átakið Heilsufótbóltur.
– Hetta er ikki so nógv gransking, men eitt
átak, har vit royna í verki tað vitan, ið vit hava
frá aðrari gransking, sigur Magni Mohr.
Heilsufótbóltur virkar soleiðis, at tað eru
føroysku fótbóltsfeløgini, ið skipa fyri
venjingunum. So tá fólk melda seg til
heilsufótbólt, er tað gjøgnum eitt av lokalu
feløgunum.
Hevur roynst væl
Sum heild so hava føroyingar tikið væl móti
nýggja átakinum, upplýsir Magni Mohr.
– 800 fólk meldaðu seg til upprunaliga
og í dag spæla um 400-500 føroyingar
heilsufótbólt regluliga. Men serliga millum
miðaldrandi kvinnur er undirtøkan góð. Í
bólkinum kvinnur ímillum 40-60 ár meldaðu
heili 6% av øllum vaksnum kvinnum í
Føroyum seg til verkætlanina, sigur formaður í
Fólkaheilsuráðnum.
Umframt at nógv fólk taka ein aktivan lut, so
vísa hagtølini, at fólk halda á við at spæla, og
lata ikki veður og annað órógva venjingina. Í
løtuni verður eisini hugt eftir hagtølunum fyri
at fáa nærri kunning um hvørji tey eru, ið detta
úr eini slíkum átaki.
Keypti gaggur fyri fyrstu ferð
Ein teirra, ið hevur luttikið í Heilsufótbólti er
Johild Dulavik av Argjum. Farna árið hevur
hon vant tríggjar ferðir um vikuna við øðrum
kvinnum á Argjum.
– Eg fekk áhuga fyri hesum, tá eg hoyrdi um
átakið. Eg hevði aldrin spælt fótbólt fyrr, so
hetta var fyrstu ferð, at eg keypti einar gaggur
til mín sjálva, sigur Johild Dulavik, ið var 52 ára
gomul, tá hon byrjaði at venja.
Ein av orsøkunum til, at hon valdi at taka lut í
Heilsufótbólti var av heilsuávum.
– Blóðtrýstið hjá mær var ov høgt, so eg hevði
tørv á at røra meg meira, greiðir Johild Dulavik
frá.
Eitt ár er fari síðan at Johild Dulavik fyrstu ferð
trein inn á vøllin til Heilsufótbólt, og tað er als
ikki nakað, ið hon angrar.
– Heilsustøðan er vorðin betri, blóðtrýstið er
nú normalt, eg orki betri í gerandisdegnum,
og so er tað stuttligt at koma saman við so
nógvum øðrum kvinnum at sparka bólt. Hetta
er absolutt nakað, ið eg kann viðmæla øllum,
sigur Johild Dulavik.
Ráðslimir
Magni Mohr, formaður
lektari
Fróðskaparsetur Føroya
Kathrina Lindenskov Holm,
næstforkvinna
Sálarfrøðingur
Tórshavn
Petra Arge Poulsen,
ráðslimur
Skúlaheilsufrøðingur
Klaksvík
Katrin Danielsen, ráðslimur
Kommunulækni
Tórshavn
Jón Klein Olsen, ráðslimur
Varapolitiinspektørur
Løgreglan
John Hendrik Olsen,
ráðslimur
Skúlastjóri
Vágur
Elin Ludvig, ráðslimur
Deildarleiðari
Almannaverkið
Um Ráðið
Í Fólkaheilsuráðnum
sita 7 limir, tilnevndir av
landsstýrismanninum fyri 4
ár í senn.
Limirnir eru valdir sambært
§2 í lóg um Fólkaheilsuráð
Ein limur umboðar
undirvísingarverkið,
ein limur umboðar
almannaverkið og fýra limir
eru heilsustarvsfólk.
Landsstýrismaðurin
velur sjeynda limin, sum
eisini skal hava serligt
innlit í almanna- og
heilsuviðurskifti.
Landsstýrismaðurin velur
formann og næstformann
millum limirnar í ráðnum.
Føroyingar tóku
væl móti heilsu
fótbóltinum