týsdagur 11. oktober 2016síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
MIÐLAHÚSIÐ
FÓLKAHEILSURÁÐIÐ OKTOBER 2016
7
2 flokkar kappaðust um heiðurin sum
ársins roykfríi skúli. Í síðsta enda vóru
tað klaksvíkingar, ið fóru avstað við
heiðrinum
Ársins roykfríi skúli er á Skúlatrøð í Klaksvík.
Tað gjørdist greitt, tá Ólavur Jøkladal,
skrivstovuleiðari í Fólkaheilsuráðnum, í gjár
trekti lut millum teir flokkarnar, ið høvdu
bundið seg til at vera roykfrí í ein mánað.
– Tað gjørdist 5. a í samanlagdi skúlanum í
Klaksvík, á Skúlatrøð, ið vann kappingina, sigur
Ólavur Jøkladal.
Talan var um eina harða kapping, tí heili 72
flokkar luttóku í kappingini, harav 52 av teimum
megnaðu at vera roykfrí hesar fýra vikurnar. Vinn
ingurin var ein konsert við Danny & the Veetos.
Talan gjørdist eisini um nýtt met í luttakarum.
Gamla metið var frá 2013, tá 55 flokkar
luttóku, og 49 flokkar kláraðu at vera roykfríir.
Kappingin er nevniliga skipað soleiðis, at
flokkarnir føra yvirlit yvir næmingarnar, og
hvussu nógv tey hava roykt síðstu vikurnar.
Bara teir flokkar, ið hava verið roykfríir í ein
mánað, eru við í lutakastinum til at vinna.
– Vit trúgva ikki, at øll gevast bara orsaka av
hesum, men kanningar vísa, at um ung megna
at gevast í eitt tíðarskeið, so eru tað nøkur, ið
velja at gevast heilt. Tað er tað, ið vit vóna, at
ein slík kapping kann hjálpa við, sigur Ólavur
Jøkladal.
Næstan roykfríur árgangur
At ung í dag hava ein heilt øðrvísi hugburð
til royking enn áður sæst aftur í ESPAD
kanningunum, ið verða gjørdar í 9. flokki. Tær
vísa nevniliga, at alsamt færri ung lýsa seg
sjálvi sum roykjarar.
– Støðan er faktiskt so mikið góð í dag, at tað
eru miðalstórir skúlar í Føroyum, ið eru heilt
roykfríir, greiðir Ólavur Jøkladal frá.
Í Fólkaheilsuráðnum eru tey tó serliga fegin
fyri tølini hjá árganginum, ið er føddur í 2000.
– Tað er nærum so, at vit tosa um ein árgang,
ið er fullkomiliga roykfríur. Tað er sjálvandi
onkur einstakur, ið roykir, men her er veruliga
ein sólskinssøga, ið vit kunnu gleðast yvir, sigur
Ólavur Jøkladal.
Ung venda tubbaki bakið
S
einastu 27 árini hevur deildin fyri
Arbeiðs- og Almannaheilsu regluliga
kannað hugburð, atburð og vitan
viðvíkjandi m.a. rúsevnum hjá næmingunum í
9. flokki.
Kanningin, ið ber heitið ESPAD, varð seinastu
ferð gjørd á vári 2015, tá í samstarv
við Fólkaheilsuráðið, og vórðu úrslitini
almannakunngjørd sama ár.
Tann vakra søgan
Sambært Pál Weihe, fyrrverandi formanni
í Fólkaheilsuráðnum, er nógv góð tíðindi at
lesa í frágreiðingini. Serliga fegnast hann yvir
minkandi talið av ungum, ið roykja.
– Tann vakra søgan er stóra fallið í dagligari
royking. Tað er ein stimbrandi søga, at tað er
fallið so stórt, tí aldursbólkurin 15 ár er eingin
aldur at roykja í. Ung skulu ikki vera bundin av
tubbaki, sigur Pál Weihe.
Kanningin vísir tó, at hóast tað vera færri
roykjara, so eru tey fleiri, ið hava roynt at snúsa
og roynt e-sigarettir.
– Ein farri av malurt er, at talið av teimum, ið
hava roynt at snúsa er voksið. Tað merkir tó
ikki, at tey dagliga snúsa. Men vit mugu halda
eyga við tí. Harumframt eru fleiri, ið hava roynt
e-sigarettir. Hon má ikki blíva eitt alternativ, tí
vit kenna slett ikki til hennara heilsuvirkning,
greiðir Pál Weihe frá.
Rúsdrekka dregur niður
Umframt teirra samband við tubbak, so
vórðu tey ungu eisini spurd um onnur evnir,
harímillum narkotika og rúsdrekka.
Meðan Pál Weihe fegnast um, at tølini fyri ung,
ið hava roynt narkotika er á einum lágum støði,
so metir hann tølini fyri rúsdrekka at vera
órógvandi.
– 10 prosent siga seg hava verið full eina
ferð um mánaðin. Tað er gresiliga nógv, tí fyri
tað fyrsta, so hava 15 ára gomul ikki rætt at
drekka, tí tey hava ikki lov at keypa tað, sigur
Pál Weihe og leggur afturat.
– Men eitt er at siga, at man hevur roynt
rúsdrekka, men at eitt so stórt tal sigur seg
vera full einaferð um mánaðin dámar mær ikki.
Tað er ov stórt, sigur Pál Weihe.
Pál Weihe
Klaksvíkingar eiga
ársins roykfría skúla