týsdagur 11. oktober 2016síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FÓLKAHEILSURÁÐIÐ OKTOBER 2016
4
MIÐLAHÚSIÐ
Átjan prosent av føroy
ingum í sálarligum
vandabólki
K
anningin »Hvussu hevur tú tað« varð
framd í 2015 av gamla Fólkaheilsu
ráðnum við Pál Weihe á odda, og
nýggja Fólkaheilsuráðið hevur arbeitt víðari
við teimum spennandi úrslitunum. Kanningin
var tann fyrsta fólkaheilsukanningin í
Føroyum í átta ár, og vórðu 5.000 spurnabløð
send til tilvildarligar føroyingar um teirra
heilsuviðurskifti, livivanar og um viðurskifti av
týdningi fyri heilsuna hjá teimum.
Út frá svarunum frá føroyingum kundi
Fólkaheilsuráðið gera ymiskar niðurstøður
um heilsustøðuna hjá føroyingum, og var tað
serliga ein niðurstøða, ið vakti ans.
Kanningin vísti nevniliga, at ein stórur partur
av føroyingum eru í vandabólkinum fyri at fáa
sálarligar trupulleikar.
Átjan prosent í vanda
Kanningin varð bygd á eitt háttalag við
heitinum Perceived Stress Scale, har tey
spurdu skuldu svara eini røð av spurningum.
Háttalagið er ein viðurkendur háttur at máta
sálarliga heilsustøðuna hjá fólkum.
– Kanningin vísti, at umleið átjan prosent
av føroyingum hava eina so ringa sálarliga
heilsustøðu, at man metir, at tað kann vera
vandamikið, greiðir Vár Honnudóttir frá, ið
arbeiðir við verkætlanini.
Serliga var tað ein aldursbólkur, at trupulleikin
var eyðsýndur.
– Av teimum átjan prosentunum, ið hava tað
ringast, eru umleið 25 prosent av teimum
millum 18 og 29 ár, ið er tann yngsti bólkurin í
kanningini. So sambært kanningini eru tað tey
yngstu, ið hava tað ringast í Føroyum, sigur Vár
Honnudóttir.
Samanhangur
Eftir at úrslitini av Fólkaheilsukanningini vórðu
klár, hevur ráðið arbeitt víðari við tølunum
fyri at varpa meira ljós á heilsustøðuna hjá
føroyingum.
– Vit hugdu síðan at hvussu tað sær út við
øllum øðrum, ið vit vita er ringt fyri heilsuna, so
sum alkohol, sigarettir, mangul upp á rørslu og
ringir kostvanar, greiðir Vár Honnudóttir frá.
Víðari kanningarnar vístu, at tað er ein
samanhangur millum sálarligu heilsustøðuna
hjá føroyingum og nøkrum av hesum
faktorunum.
– Kanningin vísti m.a., at tað er statistiskur
samanhangur millum útbúgvingarstøðið og
heilsustøðuna hjá føroyingum. Harumframt
vísir hon, at jú verri ein roykir, verri matarvanar
man hevur og minni ein rør seg, jú verri
sálarliga heilsu hevur man, greiðir Vár
Honnudóttir frá.
Kanna sosiala ójavnvág
Í løtuni arbeiðir Vár Honnudóttir við at stað
festa, um tað eisini er nakar samanhangur
millum sosialan ójavnvág og tey við ringa
heilsustøðu.
– Í løtuni kanni eg, um sosialur ójavnvág hevur
ávirkan á heilsustøðuna. Tað geri eg m.a. við
at býta fólkini í kanningini í ymiskar bólkar
eftir teirra útbúgvingarstøði. So kann síggjast,
um tey eru somu fólk, ið eru illa fyri á øðrum
parametrum, og um tað er nakar samanhangur
millum útbúgvingarstøði og hvussu tú annars
hevur tað, greiðir Vár Honnudóttir frá.
Harumframt er ætlanin at hyggja eftir
sjúkrafráveru við vón um, at einaferð kunna
bøta um støðuna.
– Ætlanin er at kanna hvørji tey eru, ið hava
høga sjúkrafráveru. Tað er nevniliga áhugavert,
um tað er nakað, ið vit sum samfelag
hava møguleika fyri at fyribyrgja, sigur Vár
Honnudóttir.
Fólkaheilsukanningin 2015 bendir á, at bæði likamliga og sálarliga
heilsustøðan hjá føroyingum er tengd at útbúgvingarstøðinum
Vár Honnudóttir