týsdagur 11. oktober 2016síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FÓLKAHEILSURÁÐIÐ OKTOBER 2016
6
MIÐLAHÚSIÐ
– Fólkaheilsan er
barometrið fyri tjóðina
U
m føroyingar av álvara skulu taka
fólkaheilsu til sín, so er neyðugt, at
tey, ið varðar av tí, tosa eitt mál, ið
vanligi borgarin skilur. Tað er boðskapurin
hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í
heilsu- og innlendismálum, ið eisini varðar av
Fólkaheilsuráðnum.
– Fólkaheilsa hevur stóran týdning, og tað
er sera týdningarmikið, at vit gera tað til eitt
fólksligt hugtak. Eitt hugtak sum fólk skilja,
og ikki bara nakað yvirskipað, har man tosar í
ástøðum, sigur Sirið Stenberg.
Fyri at eydnast við tí, so metir landsstýris
kvinnan, at tað er neyðugt at man tosar
um fólkaheilsu sum eitt breitt hugtak. At
man fevnir um allar partar av lívinum hjá
borgaranum.
– Hugtakið má vera fevnandi. Tá man tosaði
um evnið fyri nøkrum árum síðan, var tað
øgiliga smalt og fokus varð sett á likamliga
heilsu. Men tað er í ferð við at broytast til
eitt meira fevnandi hugtak, soleiðis at man
sær menniskja sum eina eind av likamligum,
sálarligum, andaligum og sosialum pørtum.
Tað er týdningarmikið, um man ynskir at
hugtakið skal fevna um øll fólk.
Samfelagið fær ágóðan
Sirið Stenberg er ikki í iva um, at tað er til
tað besta fyri tjóðina, at fokus verður sett á
fólkaheilsuna.
– Fólkaheilsan er barometrið fyri tjóðina. Tað
er grundleggjandi fyri hvussu virkisfør tjóðin er.
Er fólkaheilsan góð, so framleiða vit meira og
sjúkradagarnir eru færri, men er fólkaheilsan
minni góð, so eru øll tey barometrini lægri. So
fólkaheilsan er eitt gott barometur fyri hvussu
eitt land er fyri, slær landsstýriskvinnan fast.
Hóast sjúkrahúsverkið, Gigni, Fólkaheilsuráðið
og onnur, ið hava við heilsuna hjá
borgarunum at gera, hoyra til málsøkið
hjá landsstýriskvinnuni í heilsu- og
innlendismálum, metir Sirið Stenberg, at tað
er týdningarmikið, at øll landsstýrisfólkini hava
fólkaheilsuna í huga innan teirra økir.
– Uppgávan hjá okkum sum landsstýrið
er at gera fólkaheilsu til ein part av øllum
ráðum. Hvussu fáa vit tað inn í skúlarnar,
almannaverkið og aðrastaðni, har vit hava
við fólk at gera. Fólkaheilsa má gerast ein
inngrógvin í okkara arbeiðshátti, sigur Sirið
Stenberg.
Mugu finna javnvágin
Fyrr í ár útnevndi landsstýriskvinnan eitt nýtt
Fólkaheilsuráð, og higartil er hon væl nøgd við
arbeiðið, ið nýggja ráðið hevur gjørt.
– Tá vit valdu eitt nýtt Fólkaheilsuráð løgdu
vit okkum eftir, at tey skulu vera fólkslig, skulu
hugsa breitt og geva betri rúmd til sálarheilsu,
sigur Sirið Stenberg og leggur afturat.
– Tað hava tey megnað væl. Tey gera nógv
upplýsandi arbeiði, og skipa millum annað fyri
eini ráðstevnu í oktober, ið er ókeypis fyri allar
borgarar.
Landsstýriskvinnan vísir eisini á, at ein partur
av tí, at boðskapurin skal vera fólksligur,
inniber at man hevur virðing fyri, at fólk taka
síni egnu val.
– Vit mugu finna samanrenningina millum
tað sunna lívið og góða lívið. Vit mugu virða,
at fólk hava eitt val, men leggja upp til, at
tey kunnu taka nøkur onnur val. Vit mugu
viðurkenna, at fólk hava førleikarnar at taka
støðu sjálv, og heldur enn at áleggja teimum
hvat tey skulu gera, so mugu vit lyfta tey
sunnu valini upp, sigur landsstýriskvinnan.
– Fólkaheilsa hevur stóran týdning, og tað er sera týdningarmikið,
at vit gera tað til eitt fólksligt hugtak. Eitt hugtak sum fólk skilja,
og ikki bara nakað yvirskipað, har man tosar í ástøðum. Tað sigur
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum
Fólkaheilsa
fyri øll!
Ráðstevna í
Norðurlandahúsinum
Mánadagin 17. oktober
kl. 09.00-12.00
Fyrilestrahaldarar
Bente Klarlund Pedersen
Magni Mohr
Marin Strøm
Line Nielsen
Sirið Stenberg