týsdagur 11. oktober 2016síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
MIÐLAHÚSIÐ
FÓLKAHEILSURÁÐIÐ OKTOBER 2016
Fyrilestra
haldarar
Bente Klarlund Pedersen er professari
í Integrative Medicine og er heimskendur
serfrøðingur í ígerðarsjúkum og internari
medisin. Hon er leiðari á Centre for Physical
Activity Research og Centre of Inflammation
and Metabolism, Rigshospitalet, Københavns
Universitet. Bente hevur eisini havt fleiri
leiðandi leiklutir á altjóða stovnum innan
fólkaheilsu og gransking í fysiologi og medisini
seinastu 20 árini. Hon hevur skrivað fleiri enn
600 vísindaligar greinar og er ein av mest
virknu og endurgivnu granskarum innan økið í
heiminum. M.a. kann nevnast, at hon er á topp-
10 listanum yvir mest endurgivnu granskarar
í Evropa í fysiologi og medisini. Eitt av
høvuðsgranskingar áhugamálunum hjá Bente
Klarlund er kropslig venjing sum fyribyrging og
viðgerð av lívsstílssjúkum, og hon hevur eisini
skrivað fleiri bøkur um hesi evni, m.a. kendu
bøkurnar “Motion på Recept,” “Recept på
Motion” og “Sandheden om Sundhed.”
Magni Mohr er PhD. í Human Fysiologi. Magni
granskar, hvussu kropslig venjing ávirkar
ymiskar fysiologiskar skipanir, sum hava
týdning fyri heilsu og kropslig avrik. Hann er
lektari á Fróðskaparsetri Føroya og leiðari
á Deplinum fyri Heilsugransking, umframt
gestagranskari á Gøteborgs Universiteti. Magni
hevur fyrr arbeitt í fleiri ár á Københavns
Universitet og University of Exeter. Hann
er eisini formaður í Fólkaheilsuráðnum.
Granskingaráhugamálini hjá Magna eru
vøddafysiologi, vøddamøði, kropslig venjing
og testing í úrvælsítróttum, kropslig venjing
og heilsufremjan og kropslig venjing
sum fyribyrgingar- og viðgerðarháttur av
lívsstílssjúkum. Magni hevur skrivað fleiri enn
90 vísindaligar greinar um hesi evni, umframt
fýra bøkur.
Marin Strøm er PhD. í fólkaheilsufrøði. Marin
granskar m.a. í kostvanum hjá barnakonum,
umframt hvørji árin lívsstílurin hjá mammum
hevur á børnini. Marin arbeiðir sum lektari í
Fólkaheilsufrøði á Fróðskaparsetri Føroya.
Hon hevur fyrr starvast í fleiri ár á Statens
Serum Institut. Hennara granskingaráhugamál
eru epidemiologi, kohortukanningar og
fólkaheilsufrøði sum heild. Marin hevur skrivað
fleiri enn 30 greinar í vísindalig tíðarrit um hesi
evni.
Line Nielsen er PhD. í fólkaheilsuvísundum.
Line Nielsen granskar í fremjan av sálarligari
heilsu á Statens Institut for Folkesundhed
á Syddansk Universitet. Ph.d. ritgerðin
hjá Line snúði seg um sosialan ójavnað
í sálarligari heilsu millum skúlabørn og
fremjan av sálarligari heilsu í skúlunum.
Line arbeiðir nú við mennning, íverksetan og
eftirmeting av ABC fyri Sálarligari Heilsu,
sum er danska tillagingin av australska
Act-Belong-Commit átakinum. Áhugamálini
hjá Line eru sálarlig heilsa, sálarlig
heilsufremjan og uppíleggingargransking
(interventionsforskning).
HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304050 • Fax: +298 304025 • E-mail: himr@himr.fo
Fólkaheilsuráðstevna – Fólkaheilsuvirðisløn
Fólkaheilsa fyri øll!
Fólkaheilsuráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum mánadagin 17. oktober 2016 kl. 9:00 –
12:00.
Fyriskiparar eru Heilsu- og innlendismálaráðið og Fólkaheilsuráðið.
Skrá
Kl. 08:30-09:00
Skráseting
Kl. 09.00-09.15
Fólkaheilsuráðstevnan 2016 verður sett
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna á heilsu- og innlendismálum
Kl. 09.15-09.20
Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum
Kl. 09.20-10.05
Exercise is Medicine - træning som sygdomsbehandling
Bente Klarlund Pedersen, professari á Center for Inflammation of
Metabolisme; yvirlækni á Rigshospitalet, Danmark
Kl. 10.05-10.20
Steðgur
Kl. 10.20-10.50
Heilsufremjandi møguleikar í ymiskum ítróttargreinum
Magni Mohr, PhD; lektari á Fróðskaparsetrið Føroya
Kl. 10.50-11.20
Tíni børn og tínir kostvanar
Marin Strøm, PhD; lektari á Fróðskaparsetrið Føroya
Kl. 11.20-11.50
ABC for mental sundhed – fra retorik til handling?
Line Nielsen, PhD; granskari í sálarligari heilsufremjan á Statens
Institut for Folkesundhed, Syddansk Universitet, Danmark
Kl. 11.50-12.00
Fólkaheilsuvirðisløn 2016
Sirið Stenberg, landstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum handar
ársins fólkaheilsuvirðisløn
Kl. 12:00
Fólkaheilsuráðstevnan endar
Ókeypis tilmelding á
https://www.surveymonkey.com/r/W8DGYDR