Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-11, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. oktober 2016síða 40

‹ fyrra síða allar 40 síður

Tekstur á síðuni

FÓLKAHEILSURÁÐIÐ OKTOBER 2016 8 MIÐLAHÚSIÐ Á ferð kring landið H undraðtals av føroyingum hava seinastu mánaðirnir latið seg kannað fyri ymiskar lívsstílssjúkur sum ov høgt blóðtrýst og typu2-diabetes eftir, at Fólkaheilsuráðið tók tað óvanliga stigið, at flyta heilsukanningarnar úr læknahølum, sjúkrahúsum og kanningarhølum og út har fólk vanliga ferðast. Fólkaheilsuráðið hevur nevniliga seinastu mánaðirnar, í samstarv við Tryggingarfelag Føroya, skipað fyri tiltakinum Heilsa á ferð 2016. Talan er eitt um eitt tiltak, har Fólkaheilsuráðið og Tryggingarfelag Føroya hava innrættað eini høli ella telt, har fólk hava fingið møguleikan at máta feittprosent, vøddamongd, BMI, lungnaorku, blóðsukur og ymiskt annað, ið kann slatra um heilsustøðuna hjá fólkum. Góða móttøku Ólavur Jøkladal, ið til dagliga starvast sum skrivstovuleiðari á Fólkaheilsuráðnum, er ein av fyriskiparunum av tiltakinum, ið hevur vitjað kring landið síðan í summar, og greiðir hann frá, at Heilsa á ferð hevur verið væl móttikið alla staðni har tað hevur verið. – Mentanarnáttina í Havn var fyrsta staðið, ið vit vitjaðu, og hava vit síðan verið kring landið við tiltakinum. Allastaðni hava fólk tikið væl móti hesum, og til tíðir hava fólk staðið í bíðirøð fyri at sleppa framat til kanningarnar, greiðir Ólavur Jøkladal frá. Umframt at gera ymiskar kanningar, so hava tey vitjandi fingið bjóða frukt og ymiskt kunnandi tilfar um heilsu. Ymiskar kanningar Endamálið við Heilsu á ferð hevur verið at varpað ljós á heilsuna hjá fólkum, og møguliga at finna fólk, ið eru vandabólki fyri at gerast sjúk. – Heilsa á ferð er bæði eitt fyribyrgjandi og kunnandi átak. Fyribyrgjandi, tí man hevur roynt at funnið fólk, ið eru í vandabólkinum áðrenn tað gongur galið, og kunnandi, tí man veitt kunning til nógv fólk um góðar heilsuvanar, sigur Ólavur Jøkladal og heldur fram. – Hetta hevur eisini eydnast. Heilsa á ferð hevur vakt áhugan hjá føroyingum fyri egnari heilsu, umframt at ein hópur av fólki hevur lært um sína heilsu og týdningin av góðum vanum. Hjá nøkrum persónum hevur tiltakið tó havt eyka stóra týdning fyri teirra framtíð. – Tað hava verið nakrir tilburðar, har persónar, ikki vitandi um tað áðrenn, hava fingið staðfest ymiskar sjúkur, so sum typu2- diabetes og kol, ið kanska betri er kent undir heitinum roykjaralungu, sigur Ólavur Jøkladal. Vitja nøkur støð aftrat Eftir ætlan, so er samstarvið millum Tryggingarfelag Føroya og Fólkaheilsuráðið viðvíkjandi Heilsu á Ferð einans galdandi í eitt ár. Fyrsta tiltakið var á mentanarnáttini í Tórshavn 3. juni, og hevur Fólkaheilsuráðið higartil eisini verið á vitjan á Sjómannadegnum í Klaksvík og Mentanarvikuni í Sunda kommunu. Ætlanin er tó at vitja nøkur støð aftrat, áðrenn pakkað verður saman á hesum sinni. – Vit vera í Runavík í november mánað, og so er ætlanin at vitja á Tvøroyri í vár. Tá hevur Heilsa á Ferð verið á fleiri av teimum størru støðunum í Føroyum í 2016, og er vónin, at vit hava kannað umleið túsund føroyingar tá, sigur Ólavur Jøkladal. Fólkaheilsuráðið fegnast um samstarvið við Tryggingarfelagið Føroyar, og vóna at líknandi samstarv kann fremjast við aðrar stovnar. – Heilsa á ferð hevur vakt áhugan hjá føroyingum fyri egnari heilsu, umframt at ein hópur av fólki hevur lært um sína heilsu og týdningin av góðum vanum, greiðir Ólavur Jøkladal frá Ólavur Jøkladal