Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. juli 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 9 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 133 - 14. juli 2000 Nr. 133 - 14. juli 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Byrja uppá tunnil undir Leirvíksfjørð um fýra ár Útbyggingar fyri fleiri hundrað milliónir skulu gerast í Suður- oynni komandu árini. Men tað er neyðugt, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður ÁKI BERTHOLDSEN Suðuroyggin verður ikki við sviðusoð, um Løgtingið tekur undir við uppskotin- um til eina 10 ára verklags- ætlan, sum Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjar- málum, er í ferð við at gera fyri útbyggingar í føroyska samfelagnum fram til 2010. Tí eftir uppskotinum hjá Karsteni Hansen skulu hundraðtals milliónir brúk- ast til útbyggingar í Suður- oynni. Fíggjarmálaráðharrin sig- ur, at tað sampakkar væl við endamálið hjá Landsstýrin- um at gera stórar útbygging- ar í Suðuroynni. –Tað liggur nógv á láni í Suðuroynni, tí hon er full- komilia afturútsigld á nógv- um økjum. Tað er ein veru- leiki, sum vit noyðast at gera nakað við. –OHarumframt er so lítið byggivirksemi í Suðuroynni frammaundan, at tað er ong- in vandi fyri at búskapurin verður ov heitur, um arbeiði verður sett í ígongd í Suð- uroynni. Talan er fyrst og fremst um tvær stórar ætlanir, sum ætlanin er at seta í verk í Suðuroynni. Í fyrstu syftu er talan um at byggja nýtt strandfara- skip at sigla ímillum Suð- uroynna og Havnina fyri Smyril, sum tíðin nú er farin frá, sum sum nú syngur sín svanasong. Í øðrum lagi skjýtur Karsten Hansen upp at gera farleiðina ímillum Øravík og Hov tíðarhóskandi. Og tað skal gerast við tunli undir Hovsegg ímill- um ímillum báðar bygdir- nar. Og Karsten Hansen dylir ikki fyri, at hann heldur ,at tað er suðuroyarskipið, sum skal raðfestast fremst. Hann sigur, at ætlanin er Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum skjýtur upp at fara undir næsta undirsjóvartunn- ilin beint aftaná at Vágatunnilin er liðugur ÁKI BERTHOLDSEN Um fýra ár verður farið undir undirsjóvartunnil undir Leirvíksfirði. Tað er eitt av uppskot- unum, hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni í fíggjar- málum í teirri 10 ára verk- lagsætlanini, sum hann nú er komin væl áleiðis við. Sum vit greiddu frá í blaðnum í gjár, er lands- stýrismaðurin í ferð við at gera eina 10 ára ætlan fyri, hvussu føroyska samfelagið skal byggjast út tey kom- andu árini. Her er tað útbyggingarnar hjá landinum, sum talan er um, men hann heldur, at tað hevur stóran týdning at rað- festa útbyggingarnar. lagsætlanini hjá Karsten Hansen. Men ein tann av teimum heilt stóru, er, at hann skjýt- ur upp, at undirsjóvartunnil verður gjørdur undir Leir- víksfirði. Hann mælir, at farið verð- ur undir hendan undirsjóv- artunnilin í 2004. Tað er beint aftaná, at Vágatunnilin er liðugur, tí eftir ætlanini, skal verða koyrandi ígjøgnum hann á sumri í 2003. Karsten Hansen sigur, at í verklagsætlanini skjýtur hann upp at fara fram eftir sama leisti, tá ið tunnilin undir Leirvíksfirði verður gjørdur, sum farið er fram, nú Vágatunnilin verður gjørdur. Og sum kunnugt er eitt alment partafelag stovn- að at gera Vágaunnilin, sum landið so setir 20 milliónir æí um árið. –Mítt uppskot er, at vit brúka sama framferðarhátt- in, tá ið farið verður undir Leirvíkstunnilin og byrjað í 2004 at seta 20 milliónir av um árið til hendan tunnil- in. Men spurningurin um tunnil undir Leirvíksfirði stendur og fellur við, hvussu arbeiðið gongur at gera Vágatunnulin, skoytir hann uppi í. Hann leggur afturat, at verður tunnilin gjørdur, fer tað samstundis at spara landinum hópin av peningi, sum tað annars hevði verið noytt til at brúkt til bæði til strandfaraskip og ferjulegur. Hann heldur, at tað er um- ráðandi at hava tamarhald á íløgunum. Tí mælir hann til, at íløg- urnar verða um 160-170 milliónir um árið, tí tað heldur hann er ráðiligt eftir búskaparligu støðuni í løt- uni. Hann heldur eisini, at tað er ógvuliga umráðandi, at útbyggingarætlanin verður brúkt sum eitt búskaparligt amboð, so at meiri ferð kann setast á, har virksemi er lítið frammanundan og at ferðin hinvegin kann setast niður, at virksemið er ov stórt frammanundan. Tí er ætlanin at endur- skoða alla 10 ára verklags- ætlanina á hvørjum ári. Endamálið er at fáa so stóra politiska undirtøku fyri tí sum gørligt, og tí ætl- ar hann at fáa andstøðuna at taka undir við verklags- ætlanini. Í tí sambandi verða utan iva eisini broyt- ingar gjørdar. –OEin fundur hevur verið við andstøðuna og hann var góður, sigur Karsten Han- sen. Tað eru nógvar stórar út- byggingarætlanir í verk- Suðuroyggin fær ein stóran part av køkuni at fara undir at byggja nýggjan Smyril komandi ár og hann skal verða liðugur í 2004. Eftir ætlanini verður nýggi Smyrilin 115 metrar langur og hann skal sigla um 21 míl. Sostatt fer hann at hava gott hálvan annan tíma ímillum Tvøroyri og Havnina. Men áðrenn skipið er lið- ugt, tvs í 2003, skjýtur landsstýrismaðurin upp at byrja uppá tunnilin ímillum Øravík og Hov. Og á langtíðar verklags- ætlanini, sum hann nú fer at leggja fram, fer hann samstundis at skjóta upp, at byrjað verður at seta pening av til endamálið á fíggjar- lógini fyri 2003, og at hildið verður fram til arbeiðið er liðugt. Karsten sigur, at tað kundi verið gagnligt at hes- in tunnilin varð framskund- aður. Men tað skilst á honum, at hann ivast í, um tað eydn- ast at fáa politiskan meiri- luta fyri tí. – Skal tað lata seg gera, skulu nógv onnur viður- skifti telvast upp á pláss fyrst, sigur Karsten Hansen. Umframt hesar báðu stóru verkætlanirnar, er tað eisini ætlanin at seta 21 milliónir av til at byggja studentaskúlan í Suður- oynni út fyri. Sum vit greiddu frá í blaðnum í gjár er ætlanin at seta peningin av í trý ár, frá 2001 til 2003. Gera nýggja ferjulegu í Kalsoynni Tey komandu árini skal nýggj ferjulega gerast í Kalsoynni. Tað framgongur av teirri nýggju 10 ára verklagsætlanini, sum landsstýrismaðurin í fíggjamrálum arbeiðir við. Karsten Hansen sig- ur, at nú vegirnir í Kals- oynni verða lidnir í ár, er tíðin eisini komin at hugsa um eina betri ferjulegu í oynni, so at tað fer at liggja betri fyri at sleppa til og frá. Eisini vegurin til Syðradals er gjørdur, so nú er ætlanin at gera eina ferjulegu í Syðra- dali. Talan skal vera um eina ferjulegu, sum Dúgvan ella Ternan kunnu brúka. Í ár eru 400.000 krón- ur settar av at projekt- era ferjulegu í Syðra- dali fyri. So tey bæði komandu árini skjýtur landsstýr- ismaðurin upp at seta tilsamans 15 milliónir av til sjálva ferjuleguna. Annars er tað eisini ætlanin at gera ferju- leguna í Skopun lidna. –áki– Smyril er gamal og ótíðarhóskandi og tað er ikki minst á biladekkinum, atumstøðurnar eru vánaligar. Karsten Hansen sigur, at ein nýggju Smyril stendur fremst á listanum Í Leirvík er stór og góð samferðsluhavn, men skjótt verður onki at brúka hana til. Áki Bertholdsen Kanska eru ta› enn nøkur, sum ikki hava varnast ta›: Men ta› er altso hetta viku- skifti›, at Vestanstevnan er. Hesufer› er ta› Vest- manna, sum eigur tørn at vera vertir fyri stevnuna og ta› uppgávuna hava teir tiki› í fullum álvara. Kloakkir eru gjørdar, hús eru mála›, bygdin er hamp- a› og nossla› og menn hava asfaltera til langt út á nætur- nar fyri at alt skal vera tipp - topp. Og Poul Sigurd Poulsen, sum er høvu›sfyrireikari, sigur, at vestminningar eru eisini fult tilbúnir at halda stevnu og teir gle›a seg til at taka ímóti stevnugestunum Og at stevnugestirnir ver›a nógvir, sást longu hósdagin, tí longu tá var nógv fólk komi› til Vest- manna, so Poul Sigurd Poulsen ivast onga løtu í, at ta› ver›ur heilt nógv fólk í Vestmanna, tá i› stevnan byrjar av álvara morgin Stevnan drukna›i Fyrireikararnir dylja heldur ikki fyri, at ta› er øgiliga spentir uppá, hvussu stevn- an fer at hilnast. –Seinast, stevnan var í Vestmanna fyri f‡ra árum sí›ani, var avbera ringt ve ›- ur, so nógv av tiltøkunum miseydna›ist fullkomiliga. – Eitt nú var dansur í ein- um tjaldi á bryggjuni, men ta› var ein fiasko av teimum heilt stóru. Men ta› hava vestminn- ingar tryggja seg ímóti hesufer›, tí í ár fer at kalla øll stevnan fram rundanum skúlan og ítróttarhøllina – Einastu tiltøk, sum ikki eru rundanum skúlan og høllina, er koyring í go-kart og rí›ingin, sum er inni á Fjør›. Av tí, at høllin ver›ur so nógv upptikin alla stevnuna, var› lagt til brots longu hós- kvøldi›, tá i› fleiri hond- bóltsdystir vóru fyri tær yngru deildirnar, so at eisini børnini merkja, at tey eru vi› í stevnuni. Spennandi sum onganti› fyrr Annars heldur stevnan fram alt vikuskifti›. Men ta› er kortini ein ávís hending, sum vestminn- ingar eru serliga spentir uppá í ár. Og ta› er løtan, tá i› start- dómarin á kappró›rinum skj‡tur fyri 10 mannafør- unum, tí ró›urin í ár ver›ur so spennandi sum nakran- tí›. Í løtuni er ta› nevniliga so, at tvey 10 mannafør liggja púra jøvn í kappingini um føroyameistaraskapin vi› ta›, at bæ›i Vestminn- ingur og Nólsoyingur hava 22 stig. Og beint í hølunum á teimum liggur Havnarbát- urin vi› 20 stigum. – So ta› er onki at ivast í, at ein gó› plasering í dag kann fáa avgerandi t‡dning fyri, hvar føroyameistara- skapurin endar. Men fyri at rættiliga at vísa, hvør dugur er í teim- um, hava vestminningar í ár manna tvey 10 mannafør. Ta› eru gamlir rógvarar, sum hava manna› gamla vestminning og givi› hon- um navni› Vestmannabát- urin. Annars eru øll tey vanligu stevnutiltøkini á skránni. Bygdará›sforma›urin, Gunn Joensen, fer at seta stevnuna í morgin klokkan 14 og ta› ver›ur Hans Johannus á Brúgv, stjóri á Fiskasøluni, sum skal handa teimum, sum vinna kapp- ró›urin, steypini. Nógv fólk komi› til Vestmanna Seinasta vestanstevnan í Vestmanna drukna›i í illve›ri men í ár hava tey lagt upp fyri, so at slíkt ikki skal henda aftur í ár, skuldi ve›urgudarnir veri› líka ólagaligir sum seinast Ta› ver›ur Hans Johannus á Brúgv, fiskasølustjóri, sum skal handa steypini aftaná kappró›urin Vestmanna er hampa› og skr‡dd til at taka ímóti stevnugestum alt hetta vikuskifti. Nú eru tr‡ ár sí›ani, at Vestanstevna var í Vestmanna seinast Kular Røtur aftur at fáa Seinna útgávan vi› teimum sera væl umtóktu Kulum Rótum er nú at fáa aftur. Túsund smíl, sum fløgan kallast, hevur veri› útseld seinastu dagarnar, men um vikuskifti› ver›ur hon aftur at fáa í sølubú›unum. Eitt n‡tt upplag er framleitt, og ta› kemur til landi› í dag. Allar tær 1500 fløgurnar, sum vóru framleiddar fyrst í juni mána›i, eru seldar. Kular Røtur hava havt konsertir á summarstevnunum kring landi›, og tær hava veri› vælumtóktar. Aftur á vestanstevnu fara Kular Røtur at hava konsert. Ta› ver›ur í ítróttarhøllini í Vestmanna fríggjakvøldi› klokkan 19.30. Kular Røtur hava á seinnu fløguni serliga havt hitt vi› sanginum Hon er omma mín, sum hevur veri› sera nógv spældur, og sum eitt sindur óvænta› hevur klatra› upp í toppin á hitlistanum hjá Útvarpinum, 15 tær bestu. Arnfrí› Lützen