mánadagur 14. november 2016síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Heilsa & Vælvera
VIKA 46 • 9. NOVEMBER 2015
Óttin fyri pínuni
ger ikki at kvinnur
velja keisaraskurð
Vilmund Jacobsen
N
æstan allir fullbornir barns
burðir enda við einum lítlum og
vælskaptum barni. Tann ótrú
liga bleyta húðin, angin og hitin er hin
sami - líkamikið, um barnið er føtt á
vanligan hátt ella við keisaraskurði.
Sambært Anne-Mette Schroll,
sum er jarðarmóðir og sum starvast
hjá danska Jarðarmóðurfelagnum,
liggur talið á keisaraskurðum í Dan
mark heldur høgt í mun til tey 15
prosentini, sum heimsheilsustovnurin
- WHO - mælir til.
Út við 80 prosent av kvinnum við
barn føða síni børn á vanligan hátt,
og hetta er eisini tað, sum danska
heilsustýrið mælir til.
Viðmælið byggir á, at óneyðug
inntriv helst skulu umgangast, og
keisaraskurður kann føra til eftirrák.
Kanningar hava víst eina ávísa ábend
ing um, at børn, sum eru loyst við
keisaraskurði, kunnu standa veikari
móti sjúkum.
Haraftrat er altíð ein vandi fyri
smittu við skurði.
Sjálvt um tað kann vera hart at
fara ígjøgnum eina føðing ella keisara
skurð, er vandin lítil í framkomnum
londum.
Ein rutinu-uppgáva
Ætlaðu keisaraskurðirnir standa fyri
einari lítlari helvt av skurðunum, sum
verða framdir. Tað er ikki vanligt, at
kvinnur stúra so nógv fyri pínuni við
føðing, at tær sjálvar velja at føða við
keisaraskurði.
- Ein av mest vanligu orsøkunum
til keisaraskurð er, at barnið liggur
við rumpuni niður eftir, og tá er
vanligt at bjóða keisaraskurð. Aðrar
orsøkir kunnu vera, at móðurkøkan
liggur fyri føðingargongini, sjúka ella
traumatiskar upplivingar undir øðrum
føðingum.
Anne-Mette Shcroll sigur, at tá
ræður um tøl, sum lýsa munin millum
vanligar føðingar og keisaraskurð,
er stórur munur frá einum landi til
annað. Hon nevnir, at eitt nú í Brasilia
verða út við 80 prosent av øl-lum
nýføðingum føddir við keisaraskurði.
Ein keisaraskurður er ikki nøkur
óvanlig uppgáva á almennu føðistov
unum í Danmark.
Fyri heilsufólk, sum starvast innan
hetta økið, er ein keisaraskurður
vanliga ein rutinu-uppgáva, eisini tá
talan er um akuttan keisaraskurð.
– Ein akuttur keisaraskurður
stendst ofta av, at føðingin ikki rætti
liga gongur, sum hon skal, men talan
kann eisini vera um, at aðrir trupul
leikar standast undir ætlaðu føðingini.
Tað kann vera, at pulsurin á tí ófødda
barninum er óreguligur - ella, at
móðurkøkan bløðir, sigur Anne-Mette
Schroll.
Hjá eini jarðarmóðir er ein akuttur
keisaraskurður nakað, sum hon hevur
upplivað fleiri ferðir, men sum oftast
er hetta ikki ein dramatisk hending.
– Hetta er vanliga ein støða sum
krevur, at tú handlar, ert nærløgd og
hevur støðuna undir eftirliti, sigur
hon.
Sum ein lætti
Ein keisaraskurður kann upplivast
ógvuliga ymiskur hjá kvinnum, sum
liggja í barnsburðarsong.
– Fyri nakrar kvinnur kemur keis
araskurðurin sum ein lætti - serliga,
tá nógvir tímar eru gingnir uttan
frambrot í tilgongdini. Er kvinnan
vorðin ógvuliga troytt, kann tað vera
ein lætti hjá henni at fáa at vita, at
jarðarmóður og lækni at enda við
mæla keisaraskurði.
Anne-Mette vísir á, at í øðrum
føri kann ein keisaraskurður kennast
ógvusligur, serliga tá tað skal ganga
skjótt fyri seg.
– Bæði kvinnan og maðurin skulu
hava ymiskar upplýsingar, sum tey
skulu fyrihalda seg til. Kvinnan skal
doyvast og dekkast til, og maðu-
rin skal latast í til skurðstovuna. Er
kvinnan troytt og hevur pínu, kun-nu
bæði tvey vera tikin á bóli.
Tí leggur Anne-Mette Schroll stór
an dent á, at kvinna og maður eftir
keisaraskurð og føðing fáa møgu
leikan at fortelja, hvussu tey upplivdu
hendingina - og ikki minst at lata tey
sleppa at seta allar teir spurningar,
tey nú einaferð kunnu hava.
Kelda: www.helse.dk
Kostráð –
tá tú ert
við barn
Tey eru mong,
sum halda seg
hava tað fínt við
sínum óvanum
Vilmund Jacobsen
Sum útgangsstøði skal tú eta sum
vanligt eftir almennum kostráðum,
tá tú ert við barn. Kortini eigur tú
at hugsa um, at barnið, tú ber undir
belti, fær nóg mikið av vitaminum
og mineralum.
Men, hondina á hjarta - etir tú
nú veruliga eftir almennu kostráð
unum?
Tíverri eru tað mong, sum ikki
gera tað.
Oftast eta vit ov nógvan feitan
mat, ov nógv sukur - og ov lítið av
fiski, grønmeti og røra okkum ov
lítið.
Hóast viðmælini í almennu
kostráðunum byggja á drúgvar
vísundaligar kanningar, eru tað
mong sum halda, at tey hava tað
fínt við sínum óvanum.
Tað kann eisini tykjast undarligt
fyri summar kvinnur, sum eru við
barn, tá tilmælt verður teimum at
halda seg til almennu kostráðini.
Hvussu týdningarmikið er hetta
nú, tá kvinnur hava føtt børn, langt
áðrenn heilsustýrið yvirhøvur varð
til?
Kortini verður staðiliga mælt
til, at eisini kvinnur við barn fylgja
almennu kostráðunum og hugsa
um tørvin hjá ófødda barninum á
vitaminum og mineralum.
Kelda: www.helse.dk
Tað er ikki vanligt, at kvinnur stúra so nógv fyri pínuni við føðing, at tær sjálvar velja
at føða við keisaraskurði. Flestu barnsburðir enda eisini við vanligari føðing, men í
stívliga 20 prosentum av barnsburðunum í Danmark verða børn fødd við keisaraskurði
– Fyri nakrar kvinnur kemur keisaraskurðurin sum ein lætti – serliga, tá nógvir tímar eru gingnir
uttan frambrot í ætlaðu føðingini, sigur jarðarmóðurin, Anne-Mette Schroll