mánadagur 14. november 2016síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 46 • 14. NOVEMBER 2016
17
TEMA
Heilsa & Vælvera
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Lívmóðurhálskrabbi
er ein lúrandi vandi
Vilmund Jacobsen
L
ívmóðurhálsurin er niðasti partur
á lívmóðrini niður í móðurskeiðina.
Hann bindur saman móðurskeið
og lívmóður. Í lívmóðurmunnanum
er slímhinna júst sama slag sum í
móðurskeiðini. Hinvegin er slímhinnan
í lívmóðurhálsinum eitt heilt annað
slag.
Tað er har, sum hesar báðar
ymisku slímhinnurnar renna saman,
at kyknubroytingar kunnu koma, sum
seinni kunnu gerast til lívmóður
hálskrabba.
Lívmóðurhálskrabbi
Kvinnur kunnu fáa lívmóðurhálskrabba
á øllum aldri.
– Í Føroyum fáa umleið 10 kvinnur
árliga staðfest lívmóðurhálskrabba,
og helmingurin av kvinnunum eru
yngri enn 45 ár, tá tær fáa tað stað
fest.
Sjúkan kann fyribyrgjast, um
kvinnur javnan fáa gjørt kyknukann
ingar í lívmóðurhálsinum.
– Tilburðirnir hava verið minkandi
seinnu árini - alt av kyknukanningu-
num, og væntað verður, at tilburð
irnir alsamt fara at minka, nú lív
móðurhálskoppsetingin er ásett í
barna-koppsetingar-skránni.
Høvuðsorsøkin til lívmóðurháls
krabbamein er ein kronisk ígerð við
“human papillomavirus” (HPV), ið er
ein seksuelt yvirførd sjúka.
– HPV er ein virusbólkur, og
nøkur av hesum virussløgum smitta
kynsgøgnini hjá bæði kvinnum og
monnum. Øll, ið eru seksuelt virkin,
kunnu verða smittað.
HPV-smittan er oftast uttan sjúku
eyðkenni, og tí hava fleiri smittuna
uttan at vita tað. Hjá teimum flestu
hvørvur smittan av sær sjálvum,
men av ókendum grundum verður
smittan hjá summum kvinnum kron
isk. Hetta í sær sjálvum økir um
kyknubroytingarvandan í lívmóður
hálsinum og elvir í ringasta føri til
lívmóðurhálskrabba.
Sjúkueyðkenni
Tað finnast nógv sløg av HPV, men
tað er í høvuðsheitum HPV-16 og
HPV-18, sum oftast verða sett í
samband við lívmóðurhálskrabba.
Aðrir sjúkuváðar, sum eru knýttir at
hesum, er eitt nú fleiri kynspartnarar,
royking og HIV ígerð.
Tað eru ikki nøkur undaneyðkenni
fyri lívmóðurhálskrabba. Men, er ta-
lan um lívmóðurhálskrabba, kunnu
ávísast eitt ella fleiri sjúkueyðkenni:
1) Bløðing í móðurskeið, 2) Útflot, 3)
Pína og 4) Bløðing undir sam-legu.
– Av tí, at lívmóðurhálsurin er
nærliggjandi bløðru og baktarmi,
kunnu, um sjúkan er ring, síggjast
eyðkenni sum: 1) Óviljað vatnlát, 2)
Óstøðugt vatnlát og 3) Trupulleikar
at sleppa av við skarnið.
Hvat kanst tú gera?
Fyri at minka um vandan fyri lívmóður
hálskrabba, skulu fyribyrgjandi kann
ingar - screening - fyri krabbamein
takast í ramasta álvara.
– Kvinnum millum 25 og 60 ár stend
ur í boði at fáa fyribyrgjandi kanningar,
og kyknuroyndir verða tá tiknar úr
lívmóðurhálsinum triðja hvørt ár.
Endamálið við kanningunum er
at ávísa kyknubroytingar so tíðliga
sum gjørligt, so tær ikki verða til lív
móðurhálskrabba.
– Kyknubroytingar í lívmóður
hálsinum er ikki krabbamein, men
kann vera undanstig, sum verður
til lívmóðurhálskrabba, um kykn
urnar ikki verða tiknar burtur. Tí er
týdningarmikið at fylgja kanningar
skránni (screeningarskránni), tó at
screening ikki basir kyknubroytingum.
Eftir sum kyknubroytingar og
lívmóðurhálskrabbi eru íkomin av
eini HPV ígerð, kann fyribyrgjast, at
kyknubroytingar/ lívmóðurhálskrabbi
tekur seg upp. Hetta kann gerast við
at koppseta fyri HPV.
– Í dag verjir koppsettingin fyri
tveimum sløgum av HPV (HPV-16
og HPV-18), sum tilsamans elva til
70% av øllum lívmóðurhálskrabbatil-
burðum og meira enn 50% av teimum
hættisligu kyknubroytingunum í lív
móðurhálsinum.
Fyribyrgjandi koppseting
Í Føroyum er fyribyrgjandi koppset
ingin fyri lívmóðurhálskrabba partur
av barna-koppsetingar-skránni. Kopp
setingin verður givin, tá gentan er 12
ár.
Koppsetingin, sum verður endur
tikin eftir ávikavist tveimum og seks
mánaðum, verjir ikki fyri øllum HPV-
sløgunum.
Koppsetingin verður endurtikin
eftir ávikavist tveimum og seks mán
aðum, og allir tríggir skamtar skulu í
øllum førum gevast innan eitt ár.
– Enn er ikki greitt, hvussu leingi
koppsetingarvirknaðurin varar. Nógv
kjak hevur verið um møgulig hjáárin
av HPV koppsetingini, men donsku
heilsumyndugleikarnir meta, at fyri
munirnir at koppseta gagna væl betur
enn vandahjáárinini.
Kelda: www.apotek.fo
Nógv kjak hevur verið um møgulig hjáárin av HPV koppseting, men donsku
heilsumyndugleikarnir meta, at fyrimunirnir at koppseta eru størri enn vansarnir
Í Føroyum er fyribyrgjandi
koppsetingin fyri
lívmóðurhálskrabba partur av
barna-koppsetingar-skránni,
og koppsetingin verður
givin, tá gentan er 12 ár
Í Føroyum fáa umleið 10 kvinnur árliga staðfest
lívmóðurhálskrabba, og helmingurin av kvinnunum
eru yngri enn 45 ár, tá tær fáa tað staðfest