mánadagur 5. desember 2016síða 3
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 5. desember 2016 · Nr. 140
Vilmund Jacobsen
Heini W. Rasmussen hevur
verið innskrivaður sum Ph.D.
lesandi á Fróðskaparsetri
Føroya og hevur havt ar
beiðsstað á Fiskaaling.
Nú hann seinasta fríggja
dag vardi sína doktararitgerð,
sótu í próvnevndini Bárður
Niclasen, adjunktur á Fróð
skaparsetri
Føroya,
Odd
Magnus Faltinsen, profess
ari á Norges Tekniske og
Naturvitenskapelige
Uni
versitet (NTNU) og David
Fredriksson, professari á US
Naval Academy, New Hamp
shire, USA.
Í verkætlanini eru ná
greiniligar mátingar gjørd
ar av, hvussu rákið broytist,
meðan tað ferðast gjøgnum
útgerðina á aliøkinum á
Gulanum sunnan fyri Argir.
Síðani er roynt at endur
skapa rákið við simulering
um við nýmentum teldu
myndlum.
Samanberingar
eru eisini gjørdar við áður
gjørdar mátingar í royndar
brunnum.
Hetta arbeiðið er millum
fyrstu royndir yvirhøvur at
fremja slíkar simuleringar
fyri eitt alibrúk í fullari
vinnuligari
stødd.
Slíkir
teldumyndlar eru hent am
boð til at gera metingar av
sjógóðskuni í einum alian
leggi, og hvussu møgulig
smitta verður flutt millum
ringarnar.
– Verkætlanin er fíggjað
av Granskingarráð Føroya og
P/F Fiskaaling. Vegleiðarar
hava verið Knud Simonsen,
granskingarleiðari hjá Fiska
aling,
Øystein
Patursson,
granskari á Fiskaaling og
Pas-cal Klebert, granskari á
SINTEF, siga tey á Fiskaaling.
Vilmund Jacobsen
Norski fiskimálaráðharrin,
Per Sandberg, hevur nú
ásett norsku kvotuna av
norðhavssild fyri 2017. Ráð
harrin hevur avgjørt at
hækka kvotuna við seks
prosentum,
sum
gevur
uppsjóvarvinnuni í Noregi
40.000 tons eyka av norð
havssild í 2017.
Seinastu
árini
hevur
eingin avtala verið millum
strandalondini um norð
havssildina.
Føroyar
boðaðu í 2013 frá, at vit
ikki longur góðtaka gamla
býtið, sum gav Føroyum
5,16 prosent. Síðan hava
Føroyar einvíst ásett sína
kvotu, og í ár varð hon góð
17 prosent av tilmælinum
hjá ICES.
Hini londini hava higar
til fylgt gamla býtinum,
men nú ger Noreg eisini
upp
við
gamla
býtið.
Noreg átti 61 prosent av
heildarkvotuni, men landið
heldur seg hava rætt til ein
munandi størri part, og fyri
2017 hevur Per Sandberg so
ásett kvotuna til 67 prosent.
Hini
strandalondini,
sum eru Russland, Ísland,
Føroyar og ES, hava enn
ikki boðað frá, hvussu stóra
kvotu tey fara at seta sær í
2017, men uttan iva verður
talan um eina munandi
størri veiði, enn ICES mælir
til.
Eftir gamla býtinum átti
Noreg 61 prosent, Ísland
15,6, Russland 12,9, ES 6,5 og
Føroyar 5,16 prosent.
Samráðingarnar
mill
um
strandalondini
um
norðhavssildina
endaðu
úrslitaleysar í oktober, og
tað verður neyvan nakar
fundur aftur, fyrr enn á
heysti í 2017.
Tað
veit
heimasíðan
hjá Nótaskipum – www.
notaskip.fo – at siga.
Samráðingarnar millum
strandalondini um norðhavssildina
endaðu úrslitaleysar í oktober,
og neyvan verður nakar fundur
af-tur, fyrr enn á heysti í 2017
Seinasta hósdag varð
grabbin settur í fyri størstu
byggiverkætlan í Sunda
kommunu nakrantíð. Fitt
av fólki var komið saman
á øki-num, har Skúlin við
Streymin og ítróttarhøllin
skulu byggjast.
Góð
útlit
- Tað verða ikki nógv
línuskip, sum koma inn at
landa hesa viku-na. Eitt
skip kemur í dag, og hetta
skipið hevur mest av longu.
Á Fiskamarknaði Føroya
vænta tey eisini tvey
línuskip seinni í vikuni,
og hesi skipini hava
mest av toski og hýsu.
- Fleiri línuskip eru
nýliga byrjaði túr. Sum
heild er veiðan hjá
línuskipum toskur, hýsa,
longa og brosma.
Um útlitini til útróður hesa
vikuna eru góð. Streymurin
verður góður, og veðrið
verður eisini hampiligt.
- Tí verður roknað við
nógvum útróðri teir
næstu dagarnar.
Seinasta fríggjadag vóru
øll partrolarapørini uttan
tvey til fiskiskap, og skipini
koma inn at landa, sum
henda vika gongur.
- Fiskiskapurin er fyri
tað mesta smáligur,
men okkurt parið hevur
brúkiligan fiskiskap.
Tvey partrolarapør
eru farin vesturum at
fiska tosk og kongafisk.
Fríggjadagin lógu allir
djúpvatnstrolararnir.
Tríggir trolbátar fiska
havtasku. Ein kemur inn
at landa í dag, og hinir
báðir koma seinni í vikuni.
Tvey garnaskip fiska
svartkalva og eitt
fiskar havtasku.
- Fiskiskapurin eftir
svartkalva er brúkiligur,
men veiðan eftir havtasku
er lítil, verður lagt aftrat.
vilmund@sosialur
Noreg
hækkar
silda
kvotuna
Hann vardi ritgerðina "Flow Through and
Around a Group of Fish Farming Cages” á
Fróðskaparsetri Føroya seinasta fríggjadag, og
nú kann hann kalla seg Ph.D. í havverkfrøði
Nú er Heini doktari
í ráki kring aliringar
Heini W. Rasmussen, doktari, stendur næst uttastur høgrumegin
Norski fiskimálaráðharrin, Per Sandberg