Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. desember 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. desember 2016 · Nr. 140 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SAMRØÐA Hallur av Rana Navnið Hanus Samró festi seg í tilvitskuna hjá Føroya fólki, tá hann sum einans 23 ára gamal tók sæti á Føroya løgtingi. Við 304 atkvøðum kom hann syngjandi á ting, einans 78 atkvøður færri enn formaður floksins Jørgen Niclasen. Hanus Samró varð ikki aftur­ valdur við síðsta val, tá Fólka­ flokkurin gekk nógv aftur, men enn hoyrist nógv til navnið. Hann hevur givið seks bøkur út, og var í síðsta mánaði aktuellur við nýggja blaðnum Ó og DVDini hjá Ævintýraferðini. Fyrrverandi løgtingsmaðurin er nevniliga óvanliga virkin, men handan nógva virksemið goymir seg ein syrgilig lagna. Álvarsom sjúka Hanus Samró hevur nevniliga álvarsomu sjúkuna Facio Scapulo Humerale muskeldystro-phy (FSH), ið betri er kend undir heitinum vøddasvinn. – Hon rakar andlitið, armarnar og niðasta partin av rygginum. Men eg havi ringasta slagið, har beinini eisini eru rakt, sigur Hanus Samró. Sjúkan kann ikki lýsast sum annað enn náðileys. Líðandi tærir hon upp á likamið, og einasta vónin er, at hon steðgar av sær sjálvari. – Eingin kann siga, um sjúkan er steðgað ella ikki, men um gongdin verður tann sama, sum hon hevur verið seinastu fýra til fimm árini, eru útlit fyri, at eg endi í koyristóli. Tað má tíðin vísa, sigur Hanus Samró álvarsamur á máli og heldur fram. – Tíverri er tað okkurt, ið bendir á, at sjúkan hevur rakt fingrarnar. Eg klári ikki longur at boyggja fremstafingur á høgru hond, og okkurt er sum bendir á, at longutong á høgru hond eisini er ávirkað. Ungi rithøvundurin, ið harvið kann missa førleikarnar at skriva, er tó bjartskygdur, tí hann hevur sett sær fyri, at sjúkan ikki skal steðga honum. – Um eg so skal skriva við høkuni, so geri eg tað. Tað er bara ein nýggj avbjóðing, sum eg ætli mær at liva við. Einki kann steðga mær, sigur Hanus Samró avgjørdur. Ein vilji av stáli Hesin vilji at einki skal steðga hon­ um er tað, ið kanska best eyðkennir Hanus Samró. Um hann hevur sett sær nakað fyri, so ger hann tað, óan­sæð umstøðurnar. Sambært hon­um er tað týdningarmesti lær­ dómurin frá sjúkuni. – Einki eitur forðing. Tú kanst alt, sum tú setur tær fyri. Trúgv upp á tað. Um onnur siga, at tað er ómøguligt, nýt tað sum motivatión. Um onnur halda tær aftur, gev teim­um fingurin og ger tað kortini. Tú kanst alt, og tú kanst nógv meir, tá tú hevur eitthvørt, sum heldur tær aftur kropsliga, tí tað snýr seg um at yvirliva, sigur Hanus Samró. Ein av dreymunum hjá unga hoyvíkingum, ið gjørdist veruleiki, var tá hann í 2011 saman við vin­ manninum Rógva Mikkelsen stovn­aði fyritøkuna Ó. – Nú havi eg eina lítla fyritøku, eg lívi mítt egna lív eg geri tað, sum eg havi hug til, og um nakar fortelur mær, at tað ikki ber til, og tað hendir lutfalsliga ofta, brúki eg tað sum motivatión. Akkurát sum við sjúkuni. Tað er eingin forðing. Tað er mín styrki, greiðir Hanus Samró frá. Ein virkin barndómur Tað var einki, ið bar brá av, at nakað var galið við Hanusi Samró, tá hann var barn. Tvørturímóti, so var hann millum teir fremstu í sínum aldursbólki í mest øllum, ið hann tókst við. Hann vaks upp í Hoyvík, og sum so nógv onnur børn livdi hann á fótbóltsvøllinum í grannalagnum, tá hann ikki sjálvur vandi judo, hondbólt ella fótbólt. Frá ungum aldri var hann eisini sera tilvitaður um sítt egna likam og hvat var neyðugt, um hann ynskti at røkka sínum málum. – Eg var ómetaliga tilvitaður um kroppin og hugsaði alla tíðina um, hvussu eg kundi fáa størri vøddar. Eg var fullkomiliga bitin av wrestling og sat næstan hvørt fríggjakvøld og hugdi eftir amerikonsku risunum, sum bukaðu hvønn annan í ringin­ um, sigur Hanus Samró flennandi. Málið var at gerast eins stórur og teir. – Tí var judo fantastiskt. Har gjørdu vit nógva styrkivenjing, og eg gloymi ongantíð, tá ein venjari segði við meg, eg var um sjey ára aldur, at um eg skuldi verða sterkur, mátti eg gera 50 armboyggingar, rygg- og búkvenjingar um dagin heima. Eg gjørdi 100, sigur Hanus Samró við einum brosi. Hann steðgaði við armboygg­ ingunum sum fjúrtan ára gamal, tá hann ikki kláraði meir, men helt fram við at gera búkvenjingar, til hann var átjan ára gamal. 

 Bøkur: 2011 - Tey bæði – trúfesti og fullkomin friður 2013 - Hans Jensen 2014 - Ein Dagføring 2015 - Stríðið um fiskimarkið 2015 - Stríðið um makrelin – tá Føroyar slitu strandarlandaavtaluna og kravdu sín sjálvsagda rætt 2016 - Stríðið um 200 fjórðingar – eisini ein spurningur um EF – Einki eitur forðing. Tú kanst alt, sum tú setur tær fyri. Trúgv upp á tað. Um onnur siga, at tað er ómøguligt, nýt tað so sum motivatión. Um onnur halda tær aftur, gev teimum fingurin, og ger tað kortini. Tað sigur Hanus Samró, ið hevur álvarsomu sjúkuna vøddasvinn Hanus Samró: SJÚKAN ER MÍN STYRKI