Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. desember 2016síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 5. desember 2016 · Nr. 140 Sjúkan ger vart við seg 
 Nógva venjingin gav úrslit, og varð Hanus Samró spáddur eina bjarta framtíð innan fótbólt, hondbólt og judo, men ein dagin varnaðist ungi hoyvíkingurin, at okkurt var áfatt. – Eg legði merki til tað, tá eg á vári í 2002 vandi við judo landsliðnum. Undir venjingum plagdu vit at gera nógvar arm­ boygg­ingar. Brádliga kláraði eg ikki longur. Eina herðablaðið stakk út. Og tað var serstakliga pínufult, tá vit vandu, tí vit lendu jú á rygg­ inum, greiðir Hanus Samró frá. Endin var, at hann leitaði sær til ein fysioterapeut, ið kundi ugga hann við, at tað var einki at vera bangin fyri. – Tað var ikki vøddasvinn. Eg var ov væl vandur til tað. Vøddasvinn var harafturat symmetriskt, tað var hetta ikki. So eg fekk nakrar venjingar, sum eg skuldi gera. Men einki hjálpti, og støðan bara versn­ aði, greiðir Hanus Samró frá. Tungu boðini
 Hanus Samró bleiv ikki betri, og skjótt megnaði hann ikki tað sama á fótbólts- og hondbóltsvøllinum. Tað var um hetta mundið, at for­ eldrini gjørdust stúrin, og fóru
at kanna málið. – Tey komu í samband við eina kvinnu, ið kendi til vøddasvinn. Hon hugdi upp á meg eina løtu og segði, at tað var okkurt, ið bendi á, at eg hevði fingið tað, minnist Hanus Samró aftur á. Nú kom ferð á. Ungi maðurin varð sendur til kanningar, tí lækn­ arnir kundu ikki útiloka, at tað var krabbamein í heilanum. At enda var tað ein ílegukanning, ið loysti gát­una. – Endaligu boðini komu á heysti 2002. Eg minnist tað, sum tað var í gjár, tí dagin eftir boðini skuldi eg leggja fram í áttanda flokki. Eg minnist ikki navnið á uppgávuni, men tað var ein av hesum stóru uppgávunum, sum allir áttanda floks næmingar skulu gera, greiðir Hanus Samró frá og leggur afturat. – Mítt evni var vøddasvinn. Eg endaði uppgávuna við at siga, at eg hevði akkurát fingið staðfest sjúkuna. Og so græt eg framman fyri øllum flokkinum. At liva við sjúkuni Fjúrtan ár eru liðin, síðan Hanus Samró fekk staðfest sjúkuna, og unga ítróttatalentið er nú vinnu­ lívsmaður, politikari, lesandi og rithøvundur og hevur lært at brúka sjúkuna til okkurt gagnligt. – Tað er ómøguligt at skilja meg og sjúkuna frá hvørjum øðrum. Eg livi við henni hvønn dag. Men sjálvt um hon hindrar mær í nógvum, er tað eisini hon, ið motiverar meg. Eg brúki vónbrotini til okkurt jaligt, sigur Hanus Samró, og leggur dent á, at hann er so nógv meira enn bara sjúkan. – Sjúkan er ikki Hanus Samró. Hanus Samró er Hanus Samró, soleiðis sum hann altíð hevur verið. Í dag kemur tað bara ikki til sjóndar í ítrótti, men eg kann so nógv meir nú, enn eg kundi fyri 10 árum síðan. Fór fullkomiliga í svart
 Samrøðan er um at enda, tá prátið fellur inn á framtíðina og útlitini fyri at enda í rullistóli. Hann er opin og erligur um støðuna. – Eg minnist einaferð, tá eg var og vitjaði mammu, at eg var eitt sindur ov seinur á flogvøllinum og flogfarið var langt burtur. So tað mátti ganga skjótt fyri seg. Tá nyttaði ikki at vera treiskur, greiðir Hanus Samró frá. Tískil mátti hann spyrja starvs­ fólkini, um hann ikki kundi koyrast til flogfarið, men fekk upplýst, at tey ikki høvdu nakran bil. 
 – Ístaðin komu tey við einum koyristóli. Eg fór fullkomiliga í svart. Eingin kjansur. Eg skuldi heldur ganga, enn at seta meg. Eg veit, at tey, sum hava verið í somu støðu sum eg, siga, at tað besta tey hava gjørt, er at góðtaka støðuna, men eg seti meg ikki, fyrr enn tað er neyðugt, sigur Hanus Samró púra avgjørdur, og leggur afturat. – Tann dagurin kemur, og hann kemur kanska eisini skjótt, men eg vil gjarna brúka beinini, meðan eg havi tey. Tí, tá eg seti meg, seti eg meg fyri lívið. Men tað er ikki nakað, eg stúri fyri. Eg havi onnur ting at hugsa um. hallur@sosialurin.fo SAMRØÐA Um eg so skal skriva við høkuni, so geri eg tað. Tað er bara ein nýggj avbjóðing, sum eg ætli mær at liva við. Einki kann steðga mær Hanus Samró