Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. desember 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. desember 2016 · Nr. 140 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÁTÆKAVÁÐI ROYNA AT ARBEIÐA LANGSIKTAÐ Sólvit E. Nolsø Sitandi samgonga hevur verið fyri atfinniningum fyri ikki at gera nóg mikið at bøta um korini hjá teimum, ið liva í fátækraváða ella í fátækradømi. Annlis Bjarkhamar koyrdi ser­ liga hart á í atfinningum í seinastu viku, tá hon legði samgonguna undir einans at veita bráðfeingis hjálp, ið ikki bøtti um nakrar grund­ leggjandi trupulleikar. Eyðgunn Samuelsen er lands­ stýriskvinna í almannamálum. Tískil umsitur hon størstan partin av økinum, ið umfatar millum ann­ að veitingar og aðra hjálp, ið verður veitt millum annað til teirra, ið ikki fáa endarnar at røkka saman. Hon heldur tað er í fínasta lagi at finnast at, men so má eitt alternvativ í øll­ um førum skjótast upp. – Eg hoyrdi ikki ítøkiliga hvat Annlis Bjarkhamar eftirlýsti. Tað er í fínasta ordan at finnast at, men tað er betur at koma við einum uppskoti um hvat kundi verið øðrvísi, sigur Eyðgunn Samuelsen. Vilja arbeiða langsiktað Í samrøðu við Sosialin um viku­ skiftið, segði Djóni Eidesgaard, leið­ari á Barnabata, at teirra fe­ lags­skapur og onnur sum tey, høvdu til uppgávu, at veita brá­ feingis hjálp til teirra, ið høvdu ein tørv á tí. Umframt tað, var tað eisini uppgávan hjá teimum, at lýsa støðuna við til dømis fátækra­váða í Føroyum. Teimum stóru loysnunum mátti politiska skipanin koma við, men einki ítøki­ ligt hevði verið gjørt við tað í nógv á. Sambært Eyðgunn Samuelsen, so er samgongan varug við, at tørv­ ur er á, fyri at loysa tann grund­ leggjandi trupulleikan við borg­ arum í fátækraváða. Hon sigur, at tey hava sett nøkur bráfeingins átøk í verk, men umframt tað, so hevur samgongan eisini gjørt fleiri langsiktað átøk, ið enn ikki hava fingið tíð at virka til fulnar, ella ikki eru komin í gildið enn, hvørs endamál fyrst og fremst eru at útvega fólki møguleika sjálvi at sleppa burturúr fátækraváða, so tey fáa ræði á sínum egna lívi. – Tað er ein miðvís ætlan hjá samgonguni at veita øllum møgu­ leikar at sleppa úr fátækraváða, við at stuðla uppundir til dømis, at fleiri fáa eina útbúgving. Alt hetta tekur tó tíð áðrenn tað slær ígjøgnum, sigur Eyðgunn Sam­uel­ sen. Fokus á útbúgving Fyri at verða í fátækraváða ella fá­tækradømi, so er ein fyritreyt millum annað, at tú hevur lítlan ella ongan møguleika at sleppa burturúr tí við egnum mátti ella førleikum. Eyðgunn Samuelsen sigur, at júst hetta er eitt av teim langsiktaðu málunum, ið sam­gong­an arbeiðir við. At útvega fólki før­leikar. – Fíggjarligur stuðul og ískoytir skulu til, men tað er ikki nokk einsa­malt. Nógv annað skal til. Mann kann stuðla soleiðis at mann klárar til dagin og vegin, tað er millum annað familjuískoyti til. Hitt er, at tú klárar at lyfta teg úr støðuni og har hava vit miðvíst valt, at satsta uppá at geva øllum møguleika at fáa eina útbúgving, sigur Eyðgunn Samuelsen. Millum annað hevur samgongan valt, at geva lesandi eina hækking í lestrarstuðli á 500 krónur um árið, ið kemur í gildi 1. januar. Eisini hava tey givið støkum uppihaldarum undir lesnaði tann 12. mánaðin í stuðli. Núverandi skipan gevur stuðul í 11 mánaðir. – Vit eru eisini í samband við Bústaðir um at veita fleiri bústaðir og vit hava eisini ætlanir um at veita fleiri leigubústaðir, ið tá eisini ger fleiri privatar bústaðir leysar. Hesi tingini taka tíð, men tað verður arbeitt við teimum, sigur Eyðgunn Samuelsen. Eitt er peningarligur stuðul og stuðul til útbúgvingar, men tað er heldur eingin loyna, at tað er dýrt at búgva í Føroyum og serliga í Tórshavnar kommunu. Húsaprísir og kostnaðarstøði er høgt og er eisini viðvirkandi til, at fleir hava tað torført at fáa alt at ganga upp. Tað við gongur Eyðgunn Samuelsen eisini, men sigur samstundis, at tað er eitt kjak, ið hevur verið uppi og vent fleiri ferðir, men tað er sera torført at koma víðari. – Vit hava diskutera kostnaðar­ støði í Føroyum fleiri ferðir í ting­ inum og tað er lættari sagt enn gjørt. Viðvíkjandi høgum kostnaðarstøði, so hava oljuprísirnir verið sera lágir í longri tíð og tað merkist sera væl hjá øllum húsarhaldum, ikki minst teimum, ið eru sperd fíggjarliga. Tað tekur tíð at broyta strukturar. Ofta meir enn bert eitt samgonguskeið, sigur Eyðgunn Samuelsen. solvit@sosialurin.fo Samgongan hevur verið fyri atfinningum fyri ikki at gera nokk fyri at broyta grundleggjandi trupulleikar í samfelagnum í mun til fólk í fátækaváða. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sigur, at arbeiðið tekur tíð, men at sumt er longu sett í gongd Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, sigur, at samgongan arbeiði við langsiktaðum málum og at tað tekur tíð áðrenn tey sláa ígjøgnum