Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. desember 2016síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 5. desember 2016 · Nr. 140 FÁTÆKAVÁÐI Danjal av Rana Jólini eru í hondum og með­ an tað fyri tey allar flestu eru ein hugnalig høg­tíð, so kunnu jólini eisini gerast dýr hjá mongum. Fleiri eru tey, sum vakna mest sum við kaldan dreym á nýggárinum og skilja, at januar kann gerast heldur svangligur. IN.fo hevur tosað við kunda­ráðgeva hjá Bank­ Nor­dik um, hvussu ein kann bjarga sær sjálvum frá slík­ um óføri. Lena Dam, kundaráðgevi, sigur, at meðan hetta er ein trupul­leiki, sum bankin kenn­ir til, so heldur hon, at fólk eru vorðin nógv raskari at ansa sær fyri hesum trup­ ul­leikanum seinastu árini. - Tað sær út til, at fólk eru meiri umhugsin nú og vit síggja eisini, at fleiri spara pengar til jólagávu- og jóla­ innkeypið, sigur hon. Hon sigur, at meginregl­an er tann sama, sum hon altíð hevur verið, tá tú fert út at keypa. - Ikki brúka meira, enn tú hevur. Tíbetur sær út til, at fólk nú duga betur at stýra nýtsluni og kortinum, sigur hon. Fleiri handlar bjóða kund­ unum nýtslulán av ymisk­ um slag. Keyp nú og rinda um tríggjar mán­að­ir ella fáa eitt nýt­slu­lán og rinda eitt mánaðarligt gjald komandi 12 ella 24 mánaðirnar, lokka lýs­ingarnar við. Lena Dam sigur, at tú gert klókast í at lata vera. - Ikki taka nýtslulán frá handlunum, men far heldur og tosa við tín ráðgeva í bank­anum. Tað er so lætt at taka nýtslulán, og vandin er tí, at tú brádliga stendur eftir við fleiri slíkum smáum, men lut­falsliga dýrum lánum. Betri er at samla alt á einum stað, sigur hon. Lena Dam hevur onkur góð ráð til teirra, sum fara at keypa jólagávur. - Hav reiðan pening við tær, tá tú fert til handils. So kanst tú ikki brúka meiri enn tú hevur. Eitt annað ráð er at fáa sær eitt debitkort, har tað ikki ber til at trekkja kontuna yvir. Alsamt fleiri fólk hava tikið hetta slag av gjaldskorti til sín tey seinnu árini og gleðast um, at tað ikki ber til at brúka meiri, enn tey eiga á kontuni, sigur hon. - Lat eisini vera við at renna út at keypa gávur í síðstu løtu. Tá fellur tú til impuls­keyp, sum ofta gerast ov dýr. Ger tær heldur ein innkeypslista, set tal á, hvussu nógv hvør gáva skal kosta, og halt teg til tað, sigur Lena Dam. Hon mælir eisini til, at tú alt árið hevur eyguni eftir møguligum gávum. - So kanst tú gera tær dælt av góðum tilboð­um gjøg­num árið, samstund­ is sum trýstið á kontuna í nov­ember og desember ikki verður so stórt, sigur hon. Skuldi tú kortini komið í ta støðu, at øll tølini á kont­ uni eru reyð í januar, so er eitt at gera. - Vend tær til kunda­ráð­ gevan beinanvegin, ikki út­ set tað. So kunnu tit bæði gera eina avtalu um, hvussu tú kanst bjarga støðuni. Ein loysn er kanska, at kortið verð­ur lagt á hillina eina tíð, sig­ur hon. IMPULSGÁVURNAR ERU TÆR DÝRASTU Hav reiðan pening við tær, tá tú fert út at keypa jólagávur, og ger teir greitt, hvussu nógv tú vilt nýta til hvørja gávu, sigur kundaráðgevi hjá Band Nordik